hósdagur 11. juli 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019
SOSIALURIN 79
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Sosialurin spyr á Instagram:
Týskvøldið tóku
teldusníkar ræðið á
facebooksíðuni hjá
tungmálmsbólkinum
Týr og legði myndir av
asiatiskum modellum út
Farmasskipið Belbek
sigldi seg fast á Signabø
mikudagin. Skipið var í
fer við at venda, tá tað
rendi seg á land og setti
seg fast.
Býráðshúsið, sum
teknistovan hjá Ósbjørn
Jacobsen hevur teknað,
hevur vunnið fína virðisløn
fyri byggilist
Samstundis sum
virksemið í landinum
veksur, so veksur
tørvurin á orku. Tað
sæst aftur í tølunum hjá
SEV, tí orkuframleiðslan
fyri fyrra hálvár í 2019
setti met
Mánadagin bar ein bátur
eyga við eina lítla grind í
Kalsoyarfirði. Talan var
tó um grindina, sum varð
merkt, dagin fyri
Oyggjaleikir
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Mikudagin boðaði Vørn frá, at
fiskidagarnir í bólki 5B uppi. Tað
merkir, at smáir útróðrarbátar
ikki sleppa at fiska meira í ár
0
Sprotin: oyggjaleikir k flt15
ítróttastevna fyri
oyggjatjóðir [en. Island Games]
Alla vikuna hava Oyggjaleikirnir 2019
verið í gongd í Gibraltar. Føroyar
hava staðið seg væl frá byrjan av, og
nógv gullheiðursmerki eru komin
í hús. Har eru nógvar stuttligar,
merkisverdar hendingar farnar fram
alla vikuna, sum alt sæst at lesa á
in.fo. Har ber eisini til at fylgja við
leikunum hesar síðstu dagarnar
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
"Í Føroyum eru 18 oyggjar.
Burdu vit ikki havt okkara
egnu Oyggjaleikir, har
oyggjarnar dystast ímóti
hvørjum øðrum í onkrum?"
Fert tú á G!
festival?
Lot til andøvsgul av eystri, 2 til
7 m/s. Yvirhøvur turt og kanska
sól. Hitin um dagin millum 10 og
13 stig, um náttina um 10 stig.
Hann veksur vindin í ein útsynning
og verður til gul til stívt andøvsgul,
5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað,
eitt sindur av regni av og á. Um
náttina skýggjað, men yvirhøvur
turt og lítið lot av ymsum ættum,
undir 5 m/s. Hitin alt samdøgrið
millum 10 og 15 stig.
Lítið lot, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt
og kanska sól. Hitin millum 10 og
13 stig. Um náttina lot til andøvsgul
av útsynningi og suðri, 2 til 7 m/s.
Yvirhøvur skýggjað, hitin um 10 stig.
2-7 m/s
5-10 m/s
Vit plagdu fyrr at siga, at tá ið fyrsta
summarstevnan – norðoyarstevna –
kom, so byrjaði summarið.
Hesi seinnu árini er hetta broytt og
í dag halda vit at summarið kemur, tá
ið G!-festivalurin er í Gøtu.
Her sum eg siti og skrivi í Vágsbotni
í Havn er summarið komið – men væl
at merkja havnasummarið við mjørka
og sirmi.
Men hóast vit búgva í einum lítlum
landi, so broytist veðurlagið alt eftir,
hvør ættin er. Esturætt í Havn og í Gøtu
kann gerast eitt sindur tung og serliga
um ættin fer eitt sindur longur móti
suðri.
Men G!-gestir – kanska tað broytist.
Ája!
Vit hava aftur brúkt ein stóran part
av várinum at tosa um fiskivinnu.
Fyrst var tað menningarkvoturnar
og nú eru tað so fiskidagarnir hjá
bátunum í bólki 5b.
Har eru ongir fiskidagar eftir og
bátarnir sleppa ikki útaftur.
L a n d s s t ý r i s m a ð u r i n
v i ð
fiskivinnumálum royir at finna eina
loysn, men sum skilst er fiskivinnuráðið
ikki sinnað at viðgera málið, sum
skundmál. Tað vil siga, at okkurt í
løtuni bendir á, at bátarnir mugu
liggja til tingið er komið samanaftur á
ólavsøku og fær loyst málið.
Vit kalla okkum fiskivinnutjóð.
Ája!
Glasir-gølan spøkir framvegis.
Nú er spurningurin um gølan skal fáa
nakrar avleiðingar fyri aðalstjórarnar
í ávikavist mentamálaráðnum og í
samferðslumálaráðnum.
Tað sær ikki út til at so verður,
um ikki tað vísir seg, at anglandi
undirskrivtin frá einum advokati
vendir øllum á høvdið.
Sum skattgjaldarar eiga føroyingar
at fáa greitt at vita, hvør tað er, sum
hevur ábyrgdina av sjuskinum í
hesum okkara stóra byggimáli. Stjórin
í Landsverk var sendur til hús og ein
ella tveir landsstýrismenn takkaðu
eisini fyri seg.
Alt gott um tað, men vit vita
framvegis ikki hvør tað var, sum ikki
dugdi at telja saman, hvussu nógvir
pengar vóru brúktir og hvussu nógvir
vóru disponeraðir, fyrr enn ov seint
var.
Gølan er so stór og umfatandi, at vit
mugu hava eitt svar. Tað ber ikki til bara
at yppa øksl og siga, at hatta var tað.
Peninganøgdirnar, sum eru brúktar
uttan heimild eru so ógvusligar, at vit
mugu hava eitt svar.
Vit vita eisini um málið millum TG
Verk og Landsverk. Tað hongur enn í
leysari luft, men tað kann lættliga gera
samlaðu rokningina munandi styørri
til skattgjaldaran.
Tað ber ikki til. Tað er ein skipan
uttan ábyrgd, sum fær so stórt álit,
so hon má endurskoðast og fáa
avleiðingar nú.
Onki annað gevur meining.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
Sunnudagin verður fyrsta
rúmdarballónin hjá Shetland Space
Agency send upp í loft úr Hetlandi, ið
skal savna inn dátu, ið síðani skal
sendast oman aftur á jørðina.
Føroya Tele er partur av
fylgissveinaverkætlanini
2-5 m/s