hósdagur 11. juli 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 12. JULI 2019
SOSIALURIN 79
6
ÁRNI GREGERSEN
H
ann er ókendur í
politikk, men hann
hevur fylgt væl við í
samfelagskjakinum
og er ein framstandi vinnulívs
maður.
Hans Andrias Kelduberg, 50
ára gamal, stillar upp fyri Fólka
flokkin til komandi løgtingsval.
Ikki tí, at hann gongur við einum
politikara í búkinum, men meira
tí hann heldur, at nógv her í
Føroyum kann loysast betur
enn vit gera tað í dag.
-Vit mugu duga betur at virka
saman og sleppa smákjakinum,
sum kann steðga øllum fram
burði í landinum, sigur nýggja
valevnið.
Hann sigur, at tað ber ikki til
at brúka so nógva orku, sum vit
gera, til at kjakast um ting, sum
eru farin afturum,, heldur enn
at hyggja, planleggja og raðfesta
frameftir.
Fleiri ætlanir
Hans Andrias Kelduberg heldur,
at vit eiga duga betur at stinga
út í kortið inn í framtíðina.
-Vit eiga, at hava ætlanir 50
ár fram í tíðina, men vit skulu
sjálvandi eisini hava 10 ára
ætlanir og ætlanir fyri einstaka
fíggjarárið. Hava vit ætlanir
fram í tíðina, so ber til at broyta
tær, so hvørt umstøðurnar
broytast, sigur hann.
Eitt annað, sum hann leggur
stóran dent á, er, at politikarr
eru valdir til at taka avgerðir
og skapa karmarnar í sam
felagnum.
-Tað er ikki rætt at leggja
stórar avgerðir út til nevndir
við fakfólki. Tað er altíð politik
ararnir, sum skulu standa við
endan, tá ið avgerðir verða
tiknar – ikki embætis- ella fak
fólk, sigur hann.
Eitt av hansara hjartamálum
er, at smábarnaforeldur –
mamma ella pápi – skulu sleppa
undan at arbeiða ulla tíð. Hann
heldur tey kunnu arbeiða ¾ tíð,
men fáa fulla løn, so tey hava
meira stundir til børn og at vera
saman við børnum. Hetta er ein
góð íløga, serliga tá ið tað vísir
seg, at mong ung dragast við
eina veikari sálarheilsu.
Stórmál
Nýggja valevniu hevur eisini
fleiri stórmál ovast á bredda
num:
Ein sunnur fíggjarpolitikkur,
ið skal koma fólkinum til góðar.
Vit skulu fáa frískan pening inn
til landið og hesin skal vera um
sitin við skynsemi.
- At helvtin av útflutninginum
verður útvegaður av øðrum
vinnugreinum enn høvuðs
vinnuni. Hetta skulu vera karm
arnir fyri, at Føroyar kunnu
føra ein konjunkturútjavnandi
fíggjar- og vinnupolitikk.
- At viðvirka til nýhugsan á
orkuøkinum, sum er blivin ein
heimsumfatandi avbjóðing fyri
okkum øll og komandi ættarlið.
- At vit sum vælferðarsamfelag
skulu røkka út til øll. Tá neyðugu
broytingarnar á fíggjarpolitiska
pallinum eru framdar og hvør
króna við umhugsni er avsett
eru karmarnir lagdir, at røkka
út til øll í landinum.
- Fjølbroytni ríkar samfelagið,
bæði tá hugsað verður um fólk og
vinnu. Tað er brúk - og skal vera
pláss fyri øllum fólkabólkum
her á landi - Saman standa vit
sterkast og tí vil eg virka fyri, at
øll skulu hava møguleika, har
felagsskapurin um Føroyar er
grundarsteinurin.
-Eg vil siga tað uppá tann
máttan, at eg eri komin hertil í
mínum lívi, at eg bjóði meg fram
til at fara á ting. Eydnast tað
og eg fái nóg nógvar atkvøður,
verði eg glaður, men eydnast tað
ikki, so havi eg roynd, sigur hans
Andrias Kelduberg.
Hans Andrias Kelduberg vil
hava ein varnan fíggjarpolitikk,
nýhugsan innan orku, fjølbroytta
vinnu og at vælferðarsamfelagið
røkkur út til øll
BJÓÐAR SEG
FRAM Á FÓLKA
FLOKSLISTANUM
SAMRØÐA: Hans Andrias Kelduberg