Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 235 - 8. desember 2004 Eitt dóttirfelag hjá P/F Hera Thomsen í Gøtu hevur keypt farmaskipið, Nordland, úr Noregi FARMASKIP Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Dóttirfelagið hjá P/F Hera Thomsen í Gøtu, sum eitur Norlink, hevur keypt norska farmaskipið, Nord- land. Skipið kemur til Føroya í januar, og ætlanin hjá Nor- link er, at skipið skal sigla millum Føroyar og Dan- mark. Skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum hev- ur skipað fyri søluni av skipinum. Farmaskipið, Nordland, er bygt í Noregi í 1976 og er longt í 1982. Skipið er 87 metrar langt og 14,5 metrar breitt. Tað lastar stívliga 1700 tons. Nordland hevur síðuport- ur og tekur einar 2000 plattar og 32 bingjur. Høvuðsmaskinan er ein B&W Alpha 3432 hk., og ferðin liggur um stívliga 14 míl. Í døgunum, 17.-30. mars komandi ár, verður skipað fyri føroyskum páskatúri til Ísraels, har fleiri av teimum kendu bíbilsku støðunum verða vitjað ÍSRAELSFERÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ísraelstúrurin er fyri øll, sum eru 17 ár og eldri, og ferðaleiðarar verða Frants Jensen og Kristian Martin Petersen. Prísurin fyri ferðina ligg- ur millum 12.500 og slakar 13.000 krónur fyri hvønn. Íroknað prísin er ferðingin báðar vegir, uppihald á góðum hotelli, allar útferð- ir, sum eru fevndar av skránni og hálv pensjón í mati. Seinasta freist at tekna seg er sett til mánadagin, 10. januar 2005, og tekn- ingin fer fram hjá ferða- leiðarunum. Ein páskatúrur til heilaga landið er nakað serstakt. Frants Jensen og Kristian Martin Petersen siga, at ferðalagið fyrst fer at vitja í nútímans býnum, Tel Aviv. Síðan verður koyrt norður- eftir til Haifa og haðani til vakra og várgrøna økið við Genesaretvatnið, har Jesus var virkin og gjørdi fleiri av undrunum. – Skírisdag verður farið niðan til Jerusalem, har vitjað verður á fleiri av teimum støðum, sum hava samband við tær fyrstu kristnu páskirnar. Ferðaleiðararnir siga, at ætlanin er eisini at hitta kristnar palestinar á ferðini og hoyra um teirra viður- skifti í landinum. Heri Thomsen keypt farmaskip Páskaferð til Ísrael Hetta er farmaskipið, sum dóttirfelagið, Norlink hjá P/F Hera Thomsen í Gøtu hevur keypt úr Noregi. Skipið fer ætlandi at sigla millum Føroyar og Danmark Útróðrarbáturin Adrian aftur í Noregi Í Føroyum hevur hann verið heima- hoyrandi á Strondum og í Froðba seinastu fýra árini BÁTASØLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Útróðrarbáturin, Adrian, sum Sp/f Accord í Froðba í seinastuni hev- ur átt, er nú seldur til Noregs, har hann varð bygdur í 1986. Báturin varð keyptur úr Noregi til Føroya í 2000, og var tá heima- hoyrandi á Strondum undir navninum, Mari- anna II. Í 2003 keyptu froðb- ingar bátin og góvu hon- um navnið, Adrian. Adrian er 14,99 metr- ar langur og 5,82 metrar breiður. Hann hevur ein nýggjan høvuðsmotor sum er ársgamal. Hjálpi- maskinan er frá 2002 og sonevnda BFG-línuskip- anin, sum er til 20.000 húkar, er frá 2000. Tað er skipsmeklara- virkið MARETEC á Argjum, sum hevur skipað fyri søluni av út- róðrarbátinum til Noregs. Útróðrarbáturin, Adrian, er bygdur í Noregi í 1986, keyptur til Føroya í 2000, og nú er hann so aftur í Noregi Palli Lamhauge nýggjan bát Palli Lamhauge í Vest- manna skal hava nýggj- an bát til sigling við ferðafólki. Á myndini síggja vit nýggja og snotuliga bátin hjá honum, sum ætlandi kemur higar til lands í mai 2005. Nýggi báturin hjá Palla Lamhauge kann sigla við 50 ferðafólk- um í senn. -v. Soleiðis sær nýggi báturin hjá Palla Lamhauge út. Báturin, sum ætlandi kemur í mai, kann sigla við 50 ferðafólkum Frants Jensen og Kristian Martin Petersen skipa fyri ferð til Ísraels á páskum Lesið Sosialin - so eru tit við