mikudagur 8. desember 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 8. desember 2004
5
Fýra innleiðandi um-
før í Fuglafirði, ein
stór semifinala á
Tvøroyri, eitt stórt
gallakvøld við finaluni
í Norðurlandahúsin-
um og 12 vinningar til
luttak-ararnar. Hetta
er nakað av tí, sum
fyrireikararnir av Prix
Føroyar 05 hava at
bjóða til komandi
kappingina, sum nú
hevur tíggju ár á baki
PRIX FØROYAR 05
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Tað verður ein heilt um-
skipað Prix Føroyar kapp-
ing, sum byrjar í februar
komandi ár. Fyrireikararnir
hava valt at viska talvuna
reina og byrja alt av nýggj-
um. Konseptið hevur fingið
nýtt logo, nýggjar litir og
leisturin at at prixið ikki
skal vera tað sama er hildin
væl og virðiliga.
Kappingin er broytt í tann
mun, at komandi ár verða
fýra innleiðandi umfør, øll í
mentanarhúsinum í Fugla-
firði. Í mesta lagi 24 bólkar
kunnu luttaka, seks í hvørj-
um umfari. Tveir teirra
sleppa so víðari til eina stóra
semifinalu, sum verður í
ítróttarhøllini á Tvøroyri 2.
apríl komandi ár. Tríggir av
teimum átta bólkunum, sum
verða við í Suðuroy sleppa
so í ta stóru finaluna, sum
verður í Norðurlandahús-
inum 23. apríl.
Týsmorgunin var tíðinda-
fundur í Norðurlandahús-
inum, har fyrireikararnir av
Prix Føroyar 05 greiddu frá
kappingini, sum verður aft-
ur á breddanum komandi
vár.
Galla og heiðurslønir
Stóra finalan í Norður-
landahúsinum, sum sum
vanligt verður send bein-
leiðis bæði í sjónvarpi og
útvarpi, verður samstundis
eitt gallakvøld undir heitin-
um: Atlantic Music Event.
Hetta fyri at geva tiltakin-
um ein altjóða dám, sum
kann lokka fleiri útlending-
ar til tiltakið.
Á skránni hetta kvøldið
umframt at tað er sjálv
finalan av Prix kappingini
verða eisini heiðursløna-
handanir. Har verður besta
fløgan síðani seinastu Prix
kapping kosin – umframt
besti sangari og sangarinda.
Til gallakvøldið er eisini
ætlanin at fáa gestabólkar
og tónleikarar at luttaka.
Hvørji hesi verða, kundu
fyrireikararnir ikki siga
nakað um, tí tað verður ikki
tilrættislagt fyrr enn greitt
er, hvørjir bólkar eru komn-
ir við í kappingina. Ivan
Niclassen, sum greiddi frá
Atlantic
Music
Event,
segði, at orsøkin til hesa
broytingina er, at tey hava
varnast, at teir bólkarnir,
sum eru heilt frammi velja
ikki at luttaka í Prix Føroy-
um. Tí verða nøkur teirra
boðin við til gallakvøldið.
– Lat meg tó undirstrika
tað, at tað er ikki okkara
uppgáva at gera av, hvør
sleppur við til kappingina.
Okkara uppgáva er at fram-
leiða ein pall til okkara tón-
leikarar. Vit spenna veru-
liga bogan so nógv, sum vit
megna hesuferð, segði Ivan
Niclassen og legði afturat,
at Prix Føroyar er varðveitt
við somu reglum, men nú
hava tey valt at gera eitt
kvøld omaná við ymiskum
øðrum á skránni eisini, sum
verður sera spennandi.
Heimasíða
Eitt tílíkt tiltak krevur fíggj-
arligan stuðul. Atlantic Air-
ways hevur verið høvuðs-
stuðul, men nú er Føroya
Sparikassi eisini komin við,
og saman eru hesir báðir
stovnarnir høvuðsstuðlar til
Prix Føroyar 05.
Fróði Vestergaard, sam-
skipari, metti, at alt tiltakið
Prix Føroyar í dag stendur í
nærum tveimum milliónum
krónum.
– Tiltakið er ment allatíð-
ina, og hesuferð hava vit
veruliga gjørt nógv við tað,
segði hann millum annað.
Freistin at tekna seg er tann
3. januar. Hetta fer fram á
prix@nlh.fo
ella
www.prix.fo . Í mesta lagi
24 bólkar ella einstaklingar
kunnu vera við. Um tað
verða fleiri enn tað tilmeld-
aðir, so verða 24 teir bestu
tiknir burturúr.
Tá tað so er greitt, hvørjir
bólkar verða við í kapping-
ini, fáa teir hvør sítt pláss á
heimasíðuni www.prix.fo,
sum tó ikki er heilt klár
enn. Har kunnu løg, video-
upptøkur og annað leggjast
út til tess at marknaðarføra
bólkin. Men bólkurin skal
sjálvur syrgja fyri markn-
aðarføringini.
Fróði Vestergaard greiddi
frá, at ein redaktión er sett
til at dagføra heimasíðuna,
og ætlanin er eisini, at hon
skal vera virkin í millum
prix-kappingarnar.
Prix Føroyar í nýggjum hami
Tíðindafundur um Prix Føroyar var týsmorgunin í Norðurlandahúsinum. Kappingin er umskipað til komandi ár, men reglurnar eru kortini tær somu
Mynd: Jens K. Vang