Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 235 - 8. desember 2004 Fartelefoni: Føroyar í fremstu røð Nýggja Myndaboð- tænastan hjá Føroya Tele, sum kom í gildi í gjár, er bert byrjanin. Frá fyrst í komandi ári verða Føroyar millum fyrstu Norð- urlond, sum bjóða kundunum uppaftur aðrar tráleysar far- telefontænastur, har ferðin er á hædd við Breiðband NÝGGJ TÆNASTA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo – Higartil hevur kappingin innan fatelefoni snúð seg um prís, men av tí at prís- irnir nú nærum eru eins á marknaðinum, kemur kapp- ingin framyvir at snúgva seg um góðsku, bæði á vørun- um og tænastunum, sigur Richard M. Mortensen, marknaðarstjóri á Føroya Tele, í sambandi við at fyri- tøkan nú ferð undir at bjóða f a r t e l e f o n k u n d u n u m Myndaboðtænastu. Við nýggju tænastuni, eisini nevnd MMS, kunnu kundarnir hjá Føroya Tele senda myndir, videoklipp, tónleik til aðrar fartelefonir - í fyrsta umfari bert til tær hjá Føroya Tele og sum teldupost, men seinni eisini til útlandið. Tænastan verður ókeypis allan desembur mánað, og fram- yvir verður gjaldið 3 kr fyri hvørt myndaboð, sum er sami prísur, sum eitt nú í Danmark. Málbólkar Tað er tann sokallaða GPRS tøknin, sum ger nýggju MMS tænastuna møguliga, og nógvar av teimum nýggjaru fartele- fonunum, sum hava mynda- tól, eru longu klárar til MMS. Ísetingin er einføld, so kundarnir sjálvir kunnu kobla telefonina til eftir lítl- ari løtu ella við eini ein- faldari vegleiðing frá plan- et.fo ella eini av telebúð- unum. – Tað er longu langt síð- ani, Føroya Tele byrjaði at fáa fyrispurningar um møguleikan at senda Myndaboð. Vit vænta, at tað í fyrsta umfari serliga verða tey ungu, sum koma at taka nýggju tænastuna til sín, men vit ivast ikki í, at onnur sum frá líður eisini fara at fáa stóra nyttu av møguleikanum at senda skjót myndaboð, sigur Ric- hard M. Mortensen, og nevnir umframt privatkund- ar m.a. tryggingarfyritøkur, lýsingarfyritøkur og fjøl- miðlar Farbreiðband Við nýggju tøknini fer Før- oya Tele frá fyrst ´í kom- andi ári eisini at veita far- telefonkundum uppaftur aðrar tráðleysar tænastur, har tað verður møguligt at fáa tíðindi, veðrið, ítróttar- úrslit, undirhald o. a bein- leiðis inn á fartelefonina. Eisini fer tað at bera til at brúka fartelefonina sum modem saman við farteld- uni, soleiðis at tað ikki longur er alneyðugt at sita við eina teldu fyri at fara út á internetið. Við tí allar- nýggjastu tøknini, tað so- kallaða EDGE, verður ferð- in á nýggja farbreiðbandin- um 10-20 ferðir skjótari enn vanligt GSM í dag. Tað er samstarvsavtalan millum LM Ericson og Føroya tele, sum varð gjørd í vár, sum hevur ført við sær, at Føroya Tele nú kann bjóða hesar nýggju tænast- unar. Meðan GPRS-tøknin hevur verið virkin í okkara grannalondum í nøkur á, verður Føroya Tele ein av fyrstu veitarnum í Europa, sum kann bjóða tænastur- nar við EDGE-tøkni. - Føroyar eru nú við í fremstu røð í europeisku kappingini um góðsku og skjótleika innan fartelefoni, sigur Richard M. Mortensen, marknaðarstjóri á Føroya Tele Danska flogfelagið DAT ætlar at gera eitt sindur burturúr, at flogið verður til Før- oya um jólini. Undir- hald verður umborð á flogfarinum onkr- an av túrunum FLOGFERÐSLA Ferðafólkini, sum koma til Føroya við flogfarinum hjá DAT tann 18. og tann 20. december umframt tey, sum flúgva við felagnum annan januar næsta ár, fáa undirhald við í ferðaseðla- prísinum. Danska flogfelagið Danish Air Transport, DAT, sigur í tíðindaskrivi, at felagið fer at bjóða ferðafólkunum undirhald umborð á flogfarinum. Tað verður gandakallurin Michael Frederiksen, sum fer at undirhalda við sín- um gykli umborð, sigur Bjarne Rasmussen, rutu- stjóri hjá DAT í fráboðan. Jesper Rungholm, stjóri í DAT, sigur, at teimum dámar væl í felagnum at føra seg eitt sindur øðrvísi fram, enn onnur flogfeløg. Til dømis hevur okkurt at flogførunum hjá teimum flogið við lýsing fyri okk- urt danskt blað. Og fyri stuttum funnu teir upp á at lata ein norskan hýruvogn koyra runt sum reklama fyri DAT. ej Flúgvandi undirhald MMS er stytting fyri "Multimedia Messaging Ser- vice", sum er víðarimenning av SMS, sum gevur møguleika fyri flutningi av teksti, myndum og ljóði GPRS er stytting fyri "General Packet Radio Ser- vice", sum er ein eyka tænasta á GSM netinum, ið sendir dáta pakkakoblað í GSM kervinum. GPRS kann flyta dáta við upp til 100 kilobit um sekundi - tvs. uml. 10 ferðir skjótari enn vanligt GSM. Tað verður einans rindað fyri dátamongdina og ikki fyri tíðina, sum sambandið varir. EDGE er stytting fyri "Enhanced Data Rates for Global Evolution". EDGE er ein víðarimenning av GPRS, men gevur fleiri møguleikar við eini ferð upp til 296 kilobit um sekundið - tvs. á hædd við Breið- band. Føroya og Finland eru tey fyrstu í Norðurlondum at innføra EDGE FAKTA