Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 8. desember 2004 7 Smyril sigla ímillum Føroyar og Skotland við fiski Heldur enn at selja Smyril fyri lítið og lætt, eigur landið at seta hann í uttan- landssigling ímillum Suðuroy og Skotlands við fiski, halda útflyt- arar FISKAFLUTNINGUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Smyril eigur ikki at verða seldur. Tvørturímóti eigur hann at verða brúktur at sigla við fiski ímillum Før- oyar og umheimin. Tað halda fólk í fiski- vinnuni í Føroyum. Nú nýggjur Smyril kem- ur næsta ár, ætlar lands- stýrið at selja Smyril sum nú er. Mett verður, at hann kann seljast fyri einar seks milli- ónir, men summi meta, at so nógv fæst ikki fyri hann. Undir øllum umstøðum er talan um upphæddir, sum landskassin hvørki livir ella doyr av. Samstundis verður mangan ført fram, at skulu vit menna fiskivinnuna í Føroyum, verður neyðugt við munandi betri flutn- ingssambandi ímillum Føroyar og umheimin. Tí halda fólk í fiskivinn- uni í Føroyum, at tað er skeivt at selja Smyril. Heldur eigur landið at seta hann í sigling við fiski ímillum Føroyar og um- heimin. – Verður Smyril settur í sigling ímillum Suður- oynna og Scrabster við fiski, kann hann sigla minst tveir túrar um vikuna og tað vildi givið føroyingum eina heilt aðra støðu á feskfiska- marknaðinum í Evropa, halda fiskaútflytarar. Eitt sera stórt framstig Teir halda avgjørt, at tað vildi verið eitt stórt fram- stig at fingið eina slíka sigl- ing í fastari rutu tvær ferðir um vikuna. Teir siga, at vit mugu ásanna, at í løtuni er sam- bandi ímillum Føroyar og umheimin ikki nóg gott, hvat fiskaflutningi viðvíkur. – Smyril er væl royndir á hesum øki, tí hetta er ein sigling, hann hevur verið í áður og hevur roynst sera væl í. – Eitt tað størsta bak- kastið fyri føroyska fiski- vinnu í longri tíð, var, tá ið Teistin varð seldur og utt- anlandssiglingin við fiski hjá Strandferðsluni helt uppat. iskaútflytarar siga, at síðani hava privatu flutn- ingsfyritøkurnar roynt seg. – Men vit kunnu bara staðfesta, at tænastan er ikki fullgóð, tí fráferðirnar eru ov fáar og ov ólagaligar – í hvussu so er fyri partar av útflytarunum Útflytarar leggja leggja afturat, at er fiskurin fyrst komin til Scrabster, eru sera góðir møguleikar fyri víðari flutningi niður til alt Evropa. Og tað ongin sum sigur, at hann skal sigla tómur heimaftur og hóast Skot- land er okkkara næsti granni, er tað ómetaliga lít- ið, vit flyta inn haðani frá, hóast tað eisini er væl bíligari enn í Danmark. Smyril skal ikki seljast. Tvørturímóti eigur hann at verða settur í fasta sigling ímillum Føroyar og Skotland við fiski, halda fiskaútflytarar Ferðafólkatalið á flog- vøllinum í Vágum øk- ist alsamt Í november mánaði í ár hava tilsamans 9.711 fólk ferðast um flogvøllin í Vágum. Hetta er 8,7% fleiri enn í november mánaði í fjør, tá ið talið var 8.936 ferðafólk, sigur flogvøll- urin í tíðindaskrivi. Fyrstu 11 mánaðarnar, frá januar til november í ár, hava 156.564 fólk ferðast um flogvøllin. Hetta er 2,3% fleiri enn sama tíðar- skeið í fjør, tá tilsamans 153.073 fóru og komu um flogvøllin. Høvuðsfarleiðin er enn sum áður, rutan ímillum Føroyar og Danmark. À Danmarkarrutuni er vøksturin í ferðafólkatalin- um higartil í ár 5,4%. Men á rutunum til Ís- lands og Stórabretland er harafturímóti talan um eina minking upp á ávikavist 1,3% og 27,8%. Í november í ár hava ver- ið tilsamans 376 komu og fráferðir og tað eru 5,1% færri enn í november í fjør. Men taka vit alt árið í ár, eru komin og farin higartil, 4.646 flogfør. Hetta er ein minking uppá 4,9% í afturímóti í fjør. Fyribilstølini fyri post og farm annars, vísa, at í nov- ember í ár vóru 23,8 tons av farmi flutt loftvegis móti 35,4 tonsum í november í fjør. Hetta er ein minking upp á 32,8%. Flogposturin hevur eisini verið fyri afturgongd svar- andi til 10,0%, frá 53,0 tonsum í november í fjør til 47,7 tons í november í ár. Ein frágreiðing til hetta kann vera, at orkuføri til post og farm hevur verið minni, nú bert eitt flogfelag røkir hesa tænastuna. Anker í Snar- skivuni og Ásla Rannvá í Smiðjuni Í næstum lata tvær lista- framsýningarupp í Havn "Vindurin blæsur, hvar sum hann vil" er heitið á framsýning, sum Anker Mortensen letur upp í forhøllini í Snarskivuni hósdagin 9. desember kl. 16. Framsýningin er opin til 1. februar í vanligu upplatingartíðini hjá Snarskivuni, mánadag til fríggjadag kl. 9-16, tó hósdag kl. 9-18. Í Smiðjuni í Lítluvík er eisini Listaframsýning. Har er tað Ásla Rannvá Svensson, sum sýnir fram. Men hendan framsýn- ingin er bara opin hetta vikuskiftið. Hendan framsýningin er opin fríggjadagin frá klokkan 16.00 - 19.00 leygardagin og sunnu- dagin er opið frá klokk- an 15.00 - 20.00. Fleiri ferðafólk um flogvøllin í Vágum