mikudagur 8. desember 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 235 - 8. desember 2004
Jólahugni á Barna-
bókasavninum
Barnabókasavnið skipar fyri jólahugna fríggjadagin
10. desember kl. 10.00-12.00.
Vit klippa, klistra, lurta eftir jólatónleiki og hugna
okkum saman.
Aldur: børn upp til 7 ár.
Sí heimasíðu www.byarbok.fo
Tlf. 302030
Býarbókasavnið
Frá Havnar
Arbeiðsmannafelag
Aðalfundur felagsins verður 5. februar 2005.
Møgulig uppskot ið ynskjast viðgjørd á hesum
fundi skulu skrivliga vera formanninum í hendi áðr-
enn 1. januar 2005.
Sambært grein 25 í viðtøkum felagsins skulu upp-
skot til formannsvalevni skrivliga vera nevndini í
hendi innan 1. januar 2005.
Saman við uppskotinum skal vera váttan frá við-
komandi at hann vil lata seg stilla upp, umframt
váttan frá 15 stillarum, sum skrivliga vátta, at teir
stiðja viðkomandi til formannsvalevni. Stillararnir
skulu uppfylla treytirnar í grein 12 fyri at hava at-
kvøðurætt.
Nevndin
Bioanalytikari
Fyri bioanalytikara í barnsburðarfarloyvi verður
søkt eftir avloysara til Rannsóknarstovuni á Lands-
sjúkrahúsinum í tíðarskeiðinum 17. januar 2005 til
og við 30. juni 2005.
Rannsóknarstovan umfatar m. a.
• kliniska biokemi
• kliniska immunulogi
• kliniska mikrobiologi
• kliniska fysiologi
• patologi
Blóðroyndir verða tiknar úti á bygd eina ferð um
vikuna.
Førleikakrøv:
• bioanalytitikaraútbúgving
• góð samstarvsevni
• fleksibilitetur
Setanar- og lønarviðurskifti smb. sáttmála mill-
um Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Ar-
beiðstíðin er 40 tímar um vikuna við tilkallivaktum.
Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband
við leiðandi bioanalytikara Ivy Hansen, tlf. 304500,
lokal 5601, e-post ivyh@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 14. januar 2005 kl. 12.00
Skrivlig umsókn í brævbjálva merktur »umsókn til
starv« við CV,autorisatión,avrit av prógvum og við-
mælum e.l. skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar-
og Starvsfólkadeildini,áðrenn freistin er úti.
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við
at klikka á leinkjuna »starvsfólk«
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Sjúkrarøktar-
frøðingur
Vegna ov fáar umsóknir endurlýsa vit
starvið.
Á hjartarehabiliteringini á Landssjúkrahúsinum
er hálvtíðar avloysarastarv leyst at søkja til setan 1.
januar 2005 ella eftir avtalu til og við 31. juli 2005.
Hjartarehabiliteringin byrjaði 1. mars 2003 og
hevur skrivstovu á B8.
Arbeiðsøkið umfatar í høvuðsheitum
• hjartarehabilitering,
primera og sekundera
fyribyrging móti hjartasjúkum
• arbeitt verður í tøttum samstarvi við aðrar
fakbólkar
• arbeiðið kemur at fevna um m.a.rehabilitering av
hjartasjúklingum og fyribyrgjan, framt lutvíst í
bólkum, lutvíst einsæris
Krøv til umsøkjaran
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• fakliga vitan innan cardiologi
• arbeiðsroyndir innan røkt og viðgerð av
hjartasjúklingum
• kunna arbeiða sjálvstøðugt og aktivt alla tíðina
og kunnu søkja sær nýggja vitan innan
arbeiðsøkið
• góð samstarvsevni
• teldukunnleiki
Vit kunnu bjóða
• eitt sera áhugavert arbeiðsumhvørvi
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samarbeiði
• góða innleiðslu
• møguleikar fyri fakliga menning
Setanartreytir
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felag-
ið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmála-
ráðið.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
Jórun Askham ella Eydnu Fosaa, sjúkrarøktarfrøð-
ingar lokal 6058 ella Ásu Poulsen, leiðandi sjúkra-
røktarfrøðing, lokal 6102, e-post asap@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 22. desember 2004 kl. 12.00.
Tað er umsøkjarans ábyrgd,at umsóknin er á Lønar-
og Starvsfólkadeildini, áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til starv« við avriti
av CV,prógvum og møguligum viðmælum e.l.skulu
sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við
at klikka á leinkjuna »starvsfólk«
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Jólahugni hjá
Heilafelagnum
Vit hava jólahugna í MBF-húsinum,Íslandsvegur 10,
fríggjadagin 10. desember kl. 18.00.
Vit fáa ein bita og okkurt verður til undirhald.
Heilafelagið
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
Skrivstovufólk
Vegna farloyvi verður søkt eftir skrivstovufólki til
fulltíðarstarv í tíðarskeiðnum 1. januar til 31. juli
2005.
Starvslýsing
Í høvuðsheitinum umfatar starvið skrivarauppgáv-
ur fyri leiðsluna. Starvið umfatar eisini sjúklinga-
skráseting, toll- og telefonavgreiðslu, skjalasavn og
hjálp í bókhaldinum.
Førleikakrøv:
Tað er fyrimunur, at tann,ið settur verður, hevur
skrivstovuútbúgving ella líknandi. Eisini skal við-
komandi hava kunnleika at arbeiða við teldu, verða
fyrikomandi, arbeiðssamur og kunna arbeiða sjálv-
støðugt.
Setanartreytir:
Løn og setanarviðurskifti, ið er treytað av starvs-
royndum og útbúgving, eru sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Suðuroyar Sjúkrahús, Arnhild Tausen tlf. 371133.
Umsóknir:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. verður
at senda til:
Umsjónarmannin
Suðuroyar Sjúkrahús
FO-800 Tvøroyri
í seinasta lagi 15. desember 2004.
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in