mikudagur 8. desember 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 235 - 8. desember 2004
Ferð eftir ferð verður sagt, at vit hava ongan politikk á hes-
um ella hasum økinum. Sjálvandi hava vit ein politikk, og
ein játtan verður latin á fíggjarlógini til hetta ella hitt enda-
málið. Men tað, okkum ofta vantar, er ein heildarpolitikkur
fyri ymisk málsøki. Og tá okkurt sansar at, spyrja vit, hvat
er endamálið við hesum ella hasum. Tá er niðurstøðan, at
vit hava ongan politik um henda ella handa samfelagstáttin.
Tí er tað at fegnast, at landsstýrismaðurin í almanna- og
heilsumálum í fleiri førum hevur sett sær fyri at orða ein
heildarpolitikk. Longu tíðliga í ár boðaði Hans Pauli Strøm
frá, at ætlanin er at orða ein heilsupolitikk, ein fólka-
heilsupolitikk. Endaligi politikkurin er ikki orðaður, men
fyri at staðfesta ætlanina var ein heilsurenning fyrr í heyst.
Harafturat eru fleiri ítøkilig ting sett í verk. T.d. er skotið
upp at hækka avgjaldið á sodavatni, so tað verður dýrari.
Tað er ein sannroynd, at børn og ung drekka alt ov nógv
av hesum sukurvatninum, sum ikki er stimbrandi fyri
heilsuna, um vit samanbera við mjólk. Men eftir øllum at
døma er nógvur peningur at vinna at selja tað litaða og
vælsmakkandi sukurvatnið, tí lýsingarnar eru nógvar bæði
á skýggja og á blaðsíðunum.
At føroysku bryggjarí ´ini harmast um, at tey kanska fara
at selja minni, er ein sjálvfylgja, men tey eiga eisini at vera
tilvitandi um fólkaheilsuna. Bara spell, at so nógv verður
innflutt av sodavatni. Hesin peningurin fer av landinum -
til donsk bryggjarí. Henda spurningin áttu fólk kanska at
verið tilvitandi um. Hóast tað er "in" at drekka sodavatn, er
einki at ivast í, at vatn-automatirnar við køldum vatni eru
eitt stórt framstig. Vætu skulu vit jú hava.
Umframt sodavatn er kosturin hjá nógvum børnum og ung-
um í dag kips og søtmeti. Spurningurin er, um sjokoláta-
vørur ikki eru í so bíligar, um vit samanbera við heilsu-
góðu fruktina. Í kjalarvørrinum frá ósunna leskimatinum,
og tí ósunna liviháttinum hjá mongum, fáa vit fyrst nøkur
ov feit børn og ung og seinri koma so allar vælferðarsjúk-
urnar, sum kosta tí einstaka og samfelagnum dýrt. Tí er
ætlanin við einum fruktátaki eit stórt stig rætta vegin.
Men hugsjónin hjá landsstýrismanninum røkkur viðari og
í síðstu viku varð boðað frá einum heildarpolitikki um við-
urskifti hjá teimum brekaðu. Serliga vit atliti til, hvussu tey
kunnu røra og flyta seg í førosyka samfelagnum.
Hóast tað er ein fjórðingsøld síðani vit høvdu "ár teirra
brekaðu" er enn langt á mál. Bara tað, at vit enn ikki hava
fingið í almennu byggisamtyktina, at øll - likamikið før-
leika - skulu hava atgongd til almennar bygningar og al-
menn verkløg, vísir eina skammiliga, samfelagsliga líka-
sælu. Ikki tí, málið er ofta umrøtt, og tað er meira enn 20
ár síðani, at Javnaðarflokkurin samtykti á landsfundi, at
slíkar ásetingar skuldu koma í almennu byggisamtyktina.
Men nú ætlar landsstýrismaðurin og umsiting hansara at
fremja orðini í verki, og tað skulu tey fáa eitt herðaklapp
fyri. Gott, at onkur enn hevur hugsjónir í hesi hugsjónar-
leysu tíð!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Minni sodavatn og
bomm og fleiri rampur
til brekað
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Hoyvíkar kirkja
Frits Johannesen
Nú hevur verið umrøtt í
miðlunum, at byggjast skal
nýggja kirkja í Hoyvík.
Fólk í Hoyvík og tey, sum
varða av hesi bygging, hava
óivað sagt sína hugsan um
hesa gongd.
Seinastu 20 árini eru
tríggjar nýggjar kirkjur
reistar í Føroyum - Fugla-
fjarðar kirkja, Gøtu kirkja
og Fríðríkskirkjan. Hesar
kirkjur eru hvør vakrari enn
onnur bæði uttan og innan.
Einki ilt um tað, men eitt
sindur merkiligt er tað, tá ið
hugsað verður um skap og
siðvenju. Uttan eru tær ikki
tráð við føroyskan kirkju-
ligan byggisið, men kemur
tú inn í kirkjunar, so eru tær
í ætt við ta gomlu siðvenj-
una, har skipið - kirkjuskip-
ið er bygt eftir tí elligamla
skapinum basilica, sum
merkir "kongalig høll".
Basilica - kirkjan
Tá ið Konstantin keisari í
árinum 323 eft. Kr. føðing
gjørdi
kristindómin
til
statsreligión, var ein av
trupulleikunum hjá honum,
hvussu
samkomuhúsini
(kirkjurnar) skuldu síggja
út. Meðan søkt varð at
teimum kristnu, bar ikki til
at reisa høllir til guðsdyrk-
anina. Tey hølini, sum nýtt
vórðu til guðstænastur, sóu
lítið út í manna eygum. Ei
heldur tey gomlu templini
kundu brúkast til hetta
endamál, tí al oftast var
bert eitt lítið rúm til ta
heidnu guðamyndina. (okk-
urt undantak er) Processi-
ónir og guðstænastur fóru
fram uttandura, tí vóru
kirkjunar ikki gjørdar eftir
teimum gomlu templunum,
men eftir basilicaskapinum.
Basilican varð brúkt sum
søluhøll og rættarsalur.
Dómarin ella tann, sum
leiddi rættargongdini, sat
við endan í hesum skála í tí
hálvrunda skapinum, sum
vit rópa fyri apsis. Hetta
bleiv altarið í kirkjuni, so
øll eygu kundu venda sær
tann vegin, og seinni bleiv
hesin parturin kallaður fyri
kórið. Í høvuðshøllini kom
fólkið saman og fekk hetta
navnið høvuðsskipið, með-
an tey minnu rúmini við
síðuna av høvuðsbygning-
inum fingu navnið síðu-
skipini. Hetta er í stuttum,
tann siðvenja, ið hevur
verið brúkt í fleiri hundrað
ár
til
kirkjubygningar.
Móðir Konstantin keisara
innrættaði
eina
slíka
basilicu til eina stórkirkju,
og frá hesi tí er orðið varð-
veitt um slíkar bygningar
víða um. Eingin av teimum
fyrstu basilikakirkjunum
eru varðveittar í sínum upp-
runa, men hóast broytingar
og endurbyggingar, kunnu
vit gera okkum eina ímynd
av, hvussu hesar kirkjur
hava sæð út.
Áheitan
Tað, sum liggur mær upp á
hjartað í samband við ta
nýggju kirkjuna í Hoyvík,
er at fáa eitt øðrvísi kirkju-
rúm, har orglið er sett
frammi í kór, og at her
verður gott pláss fyri kór -
og orkesturvirksemi. Í míni
hugaverð tykist tað eitt
sindur løgið, at arkitektar,
tá ið teir skulu tekna eina
kirkju, skulu halda fast við
eina siðvenju innan, sum er
uml. 1500 ára gomul og
hava fríari ræsir uttan.
Hetta undrar meg. Hví
kunnu vit ikki fáa eina
øðrvísi gongd, so tónleikur
og sálmasangur fær betri
kor innan kirkjugátt? Nú
havi eg verið kórleiðari í
eini 25 ár og verið fleiri
ferðir uttanlands á kórferð
og sungið í mongum kirkj-
um kring Norðanlond. Tá
ið vit høvdu ogulfylgisspæl
til okkurt kórlag og komið
varð í eina kirkju, har orgl-
ið stóð frammi í kór, var tað
eitt spæl, at fáa kór og
orglið at fylgjast, men tá ið
einir 10 til 15 metrar, og
kanska longri var millum
kór og orglið uppi á pulpit-
urinum, var tað torført at
fáa orglið og kórið at sam-
pakka. Hetta er eisini gald-
andi fyri kirkjur í Føroyum,
tá ið henda uppstilling
verður gjørd. Mín inniliga
áheitan á mynduleikarnar,
sum avgera hvussu kirkju-
rúmið skal verða: Gott í
tykkum,
setið
orglið
frammi í kór og gerið gott
pláss fyri musikalskum
virksemi í kórinum!
Tað finst so nógvur vakur
tónleikur fyri kór, orkestur
og orgul, solosangur og
soloinstrument við orgul-
fylgisspæli o. s. fr. Alt hetta
er kirkjuligur tónleikur. Hví
ikki veita hesum tær bestu
sømdir, ið hugsast kunnu,
so vit hava eina kirkju í
Føroyum, sum kann lúka
hesar treytir? Hetta hevði
verið okkum øllum til
mikla tign og æru, og tað
hevði vunnið sóma manna
millum.