Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juli 2019 · Nr. 81 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 U19-hondbóltur: HONDBÓLTS­ GENTURNAR MISTU AKKURÁT HÁLV­FINALUR­ NAR – SKULU ROYNA EFTIR FIMTA PLÁSSINUM Enn eitt spennandi ættarlið í føroyskum hondbólti roynir seg í stórari kapping. Genturnar undir 19 ár spæla EM-kapping fyri tey næstbestu í Litava í vikuni. Tveir framúr hálvleikir ímóti Kekkia og Turkalandi vóru ikki nóg mikið at røkka hálvfinalurnar – Men føroysku stjørnuskotini fingu kortini víst seg fram HONDBÓLTUR Sjúrður Hildarson Hoydal Nógv landsliðsvirksemi er í før­oyskum hondbólti aftur í summar. Um hetta mundi í fjør spældu U18 og U20-dreingir EM-kappingar í Georgia og Makedonia, og í ár eru tað U17 og U19-gentur, ið skulu royna seg. U19-genturnar løgdu fyri við ósigri ímóti einum rættiliga sterkum kekkiskum landsliðið mánadagin, og skuldi tað eydnast at røkka burtur úr bólkaspælinum skuldu Før­ oyar helst fáa úrslit ímóti Turka­landi týsdagin, men tað eydnaðist ikki. Nú snýr tað seg um at vinna sær fimta plássið og halda fram at fáa sær altjóða royndir. Kekkar vóru sterkast, men Turka­land hóskaði til okkum Kekkar hava víst seg at vera sterkasta liðið í bólkinum, hóast Føroyar góvu teimum skarp­an gang. Føroyar taptu kortini greitt ímóti Kekkia, men dysturin var javnur nakað inn í seinna hálv­ leik. Tá sást at Kekkia er sera væl fyri í hesum árganginum, og dysturin endaði 33-25, ið var heldur stórur munur í mun til avrikið. Týsdagin vann Kekkia heili 33-10 á Kosova, ið bert hevði tapt við fýra málum ímóti Turka­landi, so føroysku gent­ ur­nar ætlaðu sær sigrar. Ætlaðu sær hálvfinalurnar frá byrjan Føroyar komu á odda 3-0 eftir lítlari løtu, og besta álopsspælið frá degnum fyri var funnið fram aftur. Turkaland hótti við at minka um munin, men før­oysku genturnar tóktust at hava tamarhaldið á dystinum, og varðveittu munin á einum fýra og fimm málum inn í seinna hálvleik. Dysturin gjørdist tíverri spennandi Men tíðliga í seinna hálvleiki varð tamarhaldið slept. Turka­ land fór at verja langt frammi á vøllinum. Súna Krossteig Hansen fekk mansverju á seg, og føroyingarnir fóru at tveita í so nógvar bóltar burt­ur. Munurin var minkaður úr 17-12 til 18-17, og hóast tað eydn­aðist Aldu av Skarði sam­an við verjuni at forða fyri fimm álopum á rað, so gagn­ nýttu føroy­ing­arnir ikki møgu­ leikar­nar í álopinum. Turkiski málverjin fór at fáa fatur á flestu føroysku royndunum, og tá ið komið var inn í seinasta korterið av dystinum, var 20-19 til Turkaland. Nú gjørdist sanni­ liga spennandi. Birita Ryan kom inn í málið, og hon framdi eina dupultbjarging eftir brotskast og Føroyar fóru fram um aftur. Hepnið var við før­oy­ingunum eina løtu, og millum annað misti turkiski mál­verjin eitt skot inn á málið so at støðan gjørdist 24-22 til Føroya við níggju minuttum eftir. Gekk aftur galið ímóti endanum Men nú misti føroysku gentur­nar allan neyvleika. Fýra minuttir fyri leiklok var støðan 24-24 og søgan frá fyrra dystinum endurtók seg. Turkiski málverjin læsti fyri í málinum, og føroysku gent­ur­nar fingu ongantíð javnað. Ístaðin kundu turkisku genturnar fegnast um sigurin, ið tær ikki átti at fingið møgu­ leikan fyri, við úrslitinum 25-29. Sterkt ungdómslandslið Hetta U19-landsliðið hjá gent­ um tykist at vera eitt av teimum sterku. Fleiri av leikar­ un­um spæla fast á A-lands­ lið­num, og hava verið millum stóru profilarnar í føroyskum