mikudagur 8. desember 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 8. desember 2004
11
VIÐMERKINGAR
Munnligur fyrispurningur til løgmann....
....Um brot á stýris-
skipanarlógina tá
danskar lógir verða
lýstar í Føroyum utt-
an løgtingsviðgerð
ella løgtingssamtykt
Hergeir Nielsen
løgtingsmaður
Á løgtingi 29. november
2004
1.Hvat hevur løgmaður
gjørt - ella hvat ætlar
hann at gera - til tess at
støðga undirgravingi av
løgtingsins myndugleika
og brotunum á stýrisskip-
anarlógina, sum verða
framd, nú danskir mynd-
ugleikar lýsa eina røða av
lógum og kunngerðum at
galda í Føroyum, sum
hvørki hava fingið við-
gerð ella eru samtyktar á
løgtingi?
2.Hevur landsstýrið góð-
kent hesa framferð hjá
donskum myndugleikum
- og um so er, hvør hevur
ábyrgdina av hesum brot-
um á vunnu rættindinun-
um hjá Føroya Løgtingi?
3.Rindar landsstýrið fyri, at
hesar lógir, sum undir-
grava fólkaræði føroy-
inga verða kunngjørdar í
Kunngerðablaðnum?
4.Hevur sitandi landsstýrið
játtað at gjalda fyri at
kunngera tær hernaðar-
lógirnar, ið danskir mynd-
ugleikar lýstu í Føroyum,
hóast undanfarna lands-
stýri og eitt samt løgting
mótmælti og kravdi tær
afturtiknar?
Viðmerkingar
Í vikuni kom Kunngerða-
blaðið B við postinum. Har
vórðu lýstar fleiri danskar
lógir og kunngerðir at galda
í Føroyum. M.a.:
– Broytingar í Nato-sátt-
málanum
– Kunngerð um rentugjald
fyri skuld, ið er fallin til
gjaldingar
– Lóg um altjóða dóm-
stólin fyri krígsbrotsverk
Onki av hesum er samtykt á
Føroya Løgtingi.
Sostatt eru tey vunnu
rættindini hjá Føroya Løg-
tingi skúgvað til viks við
einum pennastroki. Løg-
tingið hevur í fleiri ættarlið
barst fyri at staðfesta sín
rætt sum evsta vald í Føroy-
um og fyri, at ongin kann
taka avgerðir um føroysk
mál uttan um Løgtingið
Nú verða lógir lýstar at
galda fyri Føroya fólk, sum
hava stóra ávirkan á rættar-
trygd hins einstaka og fyri
samfelagið alt, uttan at
Føroya fólk hevur allar-
minstu demokratisku ávirk-
an á hetta.
Hetta minnir mest av
øllum um, at einaveldið hjá
Kongi er sett í gildi aftur.
Hetta er samtundis greitt
brot á stýrisskipanarlógina,
har m.a. kann vísast til
hesar greinar:
"§ 15. Løgmanni, lands-
stýrismonnum og løgtings-
monnum eru heimilað at
seta fram uppskot til løg-
tingslógir, ríkislógartilmæli
og aðrar samtyktir.
Stk. 2. Uppskot til løg-
tingslóg ella ríkislógartil-
mæli kann ikki verða enda-
liga samtykt, uttan at tað
hevur fingið tríggjar við-
gerðir á løgtingi. (...)
§ 47. Áheitan á ríkis-
myndugleikarnar um at
seta í gildi fyri Føroyar rík-
islóg ella kongliga fyriskip-
an, sum setur í gildi ríkis-
lóg fyri Føroyar, kann bert
verða gjørd við ríkislógar-
tilmæli. (...)
§ 51. Landsstýrið umboð-
ar heimastýrið mótvegis
ríkismyndugleikunum.
Stk. 2. § 52, stk. 2 og 3,
galda á sama hátt í hesum
førum. (...)
§ 52. Landsstýrið hevur
málsræði í førum, sum
heimastýrinum er heimilað
at tingast við og gera avtal-
ur við onnur lond.
Stk. 2. Uttan samtykki
løgtingsins kann landsstýrið
tó ikki gera avtalur, sum
krevja luttøku løgtingsins
fyri at verða útintar, ella sum
annars eru týdningarmiklar.
Stk. 3. Samstundis sum
slík avtala verður løgd fyri
løgtingið til góðkenningar,
boðar landsstýrið frá, hvørj-
ar løgtingslógir og hvørji
ríkislógartilmæli,
neyðug
eru, til tess at millumlanda-
sáttmálin kann verða útintur.
Samanumtikið er sostatt
talan um eitt sera grovt og
álvarsligt brot á Løgtings-
ins heimildir.
Hetta ásannaði eitt samt
løgting eisini í málinum um
hernaðarlógirnar, ið vórðu
lýstar at galda í Føroyum í
2002.
Í løgtingsmáli nr. 119/2002
verður sagt í viðmerking-
unum:
"Í seinastu viku hendi eitt
álvarsligt skifti í stýrisskip-
anarviðurskiftum Føroya.
Danska stjórnin setti av
sínum eintingum eina røð
av lógum og kunngerðum í
gildi í Føroyum móti vilja
Løgtingsins.
Hetta er sera álvarsamt.
Fyri at forða fyri, at hetta
mál í 55 ára gomlu søgu
heimastýrisins skapar for-
dømi fyri, at hetta verður
vanlig mannagongd fram-
eftir, verður mælt til, at
hesar lógir kunngerðir etc.
verða tiknar av í stundini.
Hervið verður staðfest tað,
sum higartil hevur verið
galdandi siðvenja í Føroy-
um, at eingin ríkislóg fær
gildi, uttan at tingið sam-
tykkir tað."
Nú er henda manngongd
so víðkað til at galda fyri
eini røð av øðrum økjum
eisini, og tí verður roknað
við, at løgmaður longu hev-
ur tikið stig til at mótmæla
og støðga hesi gongd.
Sámal Matras
Kristiansen,
samfelagsfrøðingur
Í fimmaranum í seinastu
viku var áhugavert kjak um
møguleikan at leggja øll
sjey valdømini saman í eitt
valdømi. Grundgevingarnar
vóru nógvar, m.a. meiri
rættvíst býti av løgtings-
limum - bæði millum flokk-
ar og millum øki. Ein onnur
grundgevin var, at soleiðis
fáast fleiri kvinnur upp í
føroyskan landspolitikk.
Eg ringdi sjálvur inn til
fimmarin, og varð m.a.
eisini siteraður úr einum
lesarabrævi í Dimmalætting
í avgust, har m.a. stóð:
"Uttan valdømi fer tað
nevniliga
treytaleyst
at
henda tað óhepna, at enn
færri samfelagsbólkar verða
umboðaðir á tingi. Ein val-
skipan við einum valdømi fer
at merkja, at løgtings-
mannnastarvið verður eitt
elitert starv, har tey dugna-
ligastu sleppa framat."
Eftir kjakið kundi eg ikki
lata vera við at hugsa um
nógv nevnda dømið "Grøn-
land", har einans eitt val-
dømi er. Eg sett meg
frammanfyri telduna, fór
inn
á
heimasíðurnar:
www.statgreen.gl
og
www.nanoq.gl og framdi
eitt sindur av talknúsaríi, og
fann fram til m.a. hesi úrslit:
Her sæst soleiðis, at 21 av
31 tinglimum (67,7%) av
øllum landstingslimunum
koma úr Nuuk ella Nuus-
suaq (svarandi til t.d. Tórs-
havn og Hoyvík), ið liggja í
Nuuk kommunu. Hinvegin
hevur Sisimiut (svarandi til
t.d. Klaksvík) bert 2 av 31
tinglimum.
Tað, ið brestir í eyguni er
hvussu "bíligur" ein ting-
maður úr Nuuk er. 701 er
bert gott og væl ein trið-
ingur av landmiðal, ið er
1834. Hinvegin kostar ting-
maðurin í Sisimiut 2989
atkvøður, ella meiri enn 4
ferðir so nógv sum í Nuuk;
næstan tvær ferðir lands-
miðal. Umframt Sisimiut
og Nuuk eru tvey støð, ið
hava 2 ella fleiri landstings-
limir búgvandi, nevniliga
Narsaq og Maniitsoq. So-
statt eru 27 av 31 ting-
monnum (87,1%) umboð-
andi 26.369 íbúgvar; nakað
væl minni enn helminingin
av grønlendsku íbúgvun-
um. Hini 30.494 mugu
noyðast við lúsa 4 ting-
menn, ið sostatt kosta 7.624
atkvøður í part!!! Hetta
síðsta talið er so himma-
skríggjandi absurd, at eg
trúði ikki mínum egnu
eygum tá tað koma fram á
roknimaskinuni hjá mær.
Um man kann vænta, at
eitt felags valdømi í Føroy-
um fer at hava somu avleið-
ingar, so fer býtið av ting-
monnum væntandi at vera
hetta:
• Tórshavn og forstaðir: 21
tingmenn.
• Klaksvík, Runavík og
Tvøroyri: 2 tingmenn í
part.
• Restin
av
landinum
kanska 5 tingmenn, meiri
ella minni spjaddir um
landið.
Við øðrum orðum kunnu
vit - um úrslitini í Grøn-
landi kunnu yvirførast til
føroysk viðurskifti (og hví
kunnu tey í grundini ikki
tað?) - vænta okkum eitt
himmalrópandi demokrat-
iskt órættvísi, um valdøm-
ini verða løgd saman í eitt.
Rætt er, at Sandoyggin
eigur nakrar bíligar ting-
menn í dag. Men hyggur
man eftir Grønlandi, so eru
tingmenninir hjá Nuuk
uppaftur
bíligari
(14.715/21=701 í Nuuk og
1.461/2=731 í Sandoyar
valdømi) So, jú: Politikara-
starvið er vorðið eitt høv-
uðsstaðarstarv í Grønlandi.
Eingin ivi um tað. Og tað
sama fer óivað at henda í
Føroyum um eitt valdømi
verður veruleiki.
Eitt annað argument til
fyrimuns fyri samanlegging
av valdøminum er at so-
leiðis fáa vit fleiri kvinnur
valdar á ting. Hyggja vit
eftir Grønlendska dømin-
um, so er hetta ivaleyst ein
røtt eygleiðing. Í Grønlandi
eru 9 kvinnuligir tinglimir,
ella 29% av landstinginum.
Hetta er tríggjar ferðir so
nógv sum í Føroyum, so í
hesum máli hava forsprák-
ararnir fyri samanlegging av
valdømunum
rætt:
Tað
skapar ivaleyst betri for-
treytir fyri kvinnuligar ting-
limir. Men fyri hvørjar
kvinnur? Talknúsingin hjá
mær vísir, at 7 út av 9
kvinnuligum tinglimum eru
úr Nuuk kommunu. Sostatt
fór eg helst ikki skeivur, tá
eg í avgust mánaði skrivaði:
"Við einum valdømi verða
tað tey lærdu - tey, ið búgva
á størru plássunum - ið taka
valdið, tí tey snøgt duga
betri at orða seg gjøgnum
miðlarnar. Tá er væl hugs-
andi, at fleiri kvinnur koma
á ting… men neyvan tær
kvinnur, ið hoyra útjaðaran-
um ella lægru stættunum
til."
Men eg skal geva Georg
Petersen rætt tá hann í
fimmaranum
kritiseraði
meg fyri at geva ábendingar
um, at "elita" og "havnar-
fólk" eru tað sama. Hetta er
sjálvandi ikki heilt rætt, og
eg orsaki tað eg segði hes-
um viðvíkjandi. Men hóast
hetta er mín greiða niður-
støða eftir "surfingina" á
grønlensku heimasíðunum,
at Føroyar so sanniliga ikki
eiga at gerast eitt valdømi.
Heldur eiga vit at finna
fram til eina skipan, ið
megnar at umboða so nógv-
ar føroyingar sum gjørligt;
so nógvar bygdir sum gjør-
ligt; so nógvar sosialar
bólkar sum gjørligt. Tað er
demokrati í mínari verð.
Landstingslimir
Bústaður
Per Rosing-Petersen
Nuussuaq
Hans Enoksen
Nuuk
Per Berthelsen
Nuussuaq
Finn Karlsen
Narsaq
Jakob Sivertsen
Tasiilaq
Anthon Frederiksen
Ilullissat
Josef Motzfeldt
Nuuk
Augusta Salling
Nuuk
Aqqaluk Lynge Nuussuaq
Isak Davidsen
Maniitsoq
Otto Jeremiassen
Kangaatsiaq
Ellen Christoffersen Nuuk
Palle Christiansen Sisimiut
Per Skaaning
Nuuk
Agathe Fontain
Sisimiut
Ane Hansen
Aasiaat
Kuupik Kleist
Nuussuaq
Henriette Rasmussen Nuuk
Ole Dorph
Nuuk
Jørgen W. Johansen
Nuuk
Enos Lyberth
Maniitsoq
Ole Thorleifsen
Nuuk
Jonathan Motzfeldt
Nuuk
Kalistat Lund
Narsaq
Ruth Heilmann
Nuuk
Aqqalukasik Kanuthsen
Nuuk
Georg Olsen
Nuuk
Simon Olsen
Nuuk
Doris Jakobsen
Nuuk
Astrid Fleischer Rex
Nuussuaq
Marie Fleischer
Nuuk
Avleiðingar av samanlegging av valdømum - læran frá Grønlandi
A
B
C
D
E
F
Øki við
Ting-
Harav
Íbúgvar
Íbúgvar
Íbúgvar fyri
tingumboðan
limir
kvinnu-
fyri hvønn
hvønn
ligir
tinglim
vinnuligan
tinglimir(D/B)
tinglim (D/C)
Nuuk+Nuussuaq 21
7
14.715
701
2102
Narsaq
2
0
2.033
1017
-
Maniitsoq
2
0
3634
1817
-
Sisimiut
2
1
5.978
2989
2989
Onnur øki
4
1
30.494
7624
30.494
Samanlagt
31
9
56.854
1834
6317