hósdagur 18. juli 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Vanligi veiðieiturkoppurin Pisaura Mira
bilis er nú funnin í Føroyum. Fyri viku
síðani kom Judit Højgaard fram á stóra
eiturkoppin, og Jens-Kjeld Jensen umrøður
eiturkoppin á sínari heimasíðu.
Hesin er tann fyrsti av sínum slag, sum
er skrásettur í Føroyum, og kann gerast –
uttan at beinini er tikin við – upp í 15 mm.
Teir eru brúnir av liti, vit litfagrari strípu
eftir rygginum. Kroppurin er avlangur og
beinini somuleiðis
long.
Eiturkoppurin
skal ikki eitast at
vera áloypandi mót
vegis menniskjum.
19. JULI 2019
Tað er mikið hugnaligt hjá lands
stýrinum at halda til í søguliga ting
staðnum í Tinganesi.
Tað var tann tí, tá landstýrið og stór
ur partur av allari landsumsitingini
húsaðist í húsunum sum landsstýrið
eigur á Tinganesi – enntá búðu løgmaður
og onkur landsstýrismaður eisini har.
Men tíðir broytast, og umstingarliga
verð nógv størri krøv til pláss.
Seinastu árini hevur landsstýrið roynt
at savnað øll aðalráðini úti í Tinganesi –
í ymsum bygningum, tí húsini í gomlu
Havnini eru ikki nóg stór at hýsa øllum
aðalráðum lansstýrisins.
Nú frættiast í Kringvarpinum, at
Fiskimálaráðið ikki hevur hug at flyta út
í Tinganes, har Sethúsini eru gjørd klár
fyri fleiri mánaðum síðani at hýsa júst
Fiskimálaráðnum. Landsstýrismaðurin
heldur, at tað hevði verið óheppið at flutt,
tí Fiskimálaráðið hevði verið spjatt runt
í fleiri húsum í Tinganesi, og so hava tey
so nógv at gera í Fiskimálaráðanum, at
stundir eru ikki at flyta. Men er tað nú so
rætt at savna øll aðalráðini í Tinganesi?
Jú tað er hugnaligt – og søguliga sæð
áhugavert, at løgmaður hevur sæti á
sjálvum Tinganesi, har landnámsmenn
hildu ting. Men kundi gamli býlingurin
í Havn, sum framvegis hýsir nógvum
íbúgvum, ikki verið betur farin til onnur
íbúðarendamál enn skrivstovur, sum
hava nógv hægri krøv til hølisviðurskifti,
enn gomlu hugnaligu kroysurnae kunnu
hýsa?
Jú treygut so. Tað hevði sjálvandi
verið nógv gagnligari, at landið bygdi
ein bygning, sum kundi hýst øllum
aðalráðunum og allari almennu um
sitingini. Tann bygnignurin kundi sjálv
andi ikki ligið í Tinganesi og heldur
ikki í miðbýnum í Havn. Men ríkiligt at
møguleiku eru at hýsa slíkum bygning
um.
Gott nokk hevur tað almenna ikki so
hepnar verkætlanir at vísa á í so máta,
men tað hava onnur. Sjálvandi hevði
tað borið til at bygt ein nýggjan bygn
ing, sum var skraddaraseymaður til al
mennu umsitingina, øll aðalráðini og
fyri tað bæði landsstýrið og Løgtingið
við, um vilji var til tess. Tá kunnu nógvar
rationaliseringar verið gjørdar millum
aðalráðini, sum nýttu somu hentleikar
heldur enn at hava átta av hvørjum.
Er tað rætt at savna alt í Tinganesi?
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Les eisini blaðið
á telefonini
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Stórur eitur
koppur nú í
Føroyum
Sigurd Lamhauge er settur sum nýggjur
stjóri á Landsverki.
Tað vóru 19 umsøkjarar til starvið,
og Sigurd Lamhauge var ein av trimum
umsøkjarum, sum ein samd setan
arnevnd mælti landsstýrismanninum
til at seta.
Sigurd Lamhauge er verkfrøðingur,
umframt at hann hevur útbúgving í
leiðslu. Hann hevur áður arbeitt á Lands
verki eitt skifti, og hevur annars drúgvar
starvsroyndir sum verkætlanarleiðari
á ymsum verkætlanum, bæði í stórum
føroyskum og útlendskum fyritøkum.
Nýggi stjórin hevur tann bundna
setning, at hann fyrsta árið skal stjórna
stovninum, samstundis sum hann ger
neyðugar tillagingar og broyta stovnin
til nútíðar tørv. Somuleiðis skal tryggja
og styrkja álitið á stovnin, bæði innan
hýsis, ímillum manna og fyri politisku
skipanini.
Við 150 starvsfólkum og fjøltáttaðum
virksemi, sum røkkur út í hvønn krók
í landinum, telist Landsverk millum
størstu og týdningarmestu stovnar
landsins.
– Sigurd Lamhauge er valdur, tí at
hann umframt at lúka formligu før
leikakrøvini, hugsar strategiskt á einum
praktiskum støði. Hann hevur víst, at
hann hevur dirvi at skera ígjøgnum og
taka tær avgerðir og fremja atgerðir, ið
eru neyðugar, sigur Heðin Mortensen,
landsstýrismaður.
LANDSVERK:
Sigurd Lamhauge
stjóri á Landsverki
Strandferðslan
hevur tikið djarva
avgerð
Tíðindi síða 8-9
Talið á pendlarum
fer at økjast
munandi
Tíðindi síða 5
Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, Sigurd L. Lamhauge,
nýggjur stjóri á Landsverki, og Árant Andriasson, virkandi stjóri á stovninum