mikudagur 8. desember 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 235 - 8. desember 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Tað vóru sorgarboð, at fáa mánamorg-
unin, at Birgir Nónsgjógv var farin.
Ein av okkar allar størstu persónlig-
heitum er ikki ímillum okkum meira, og
henda sorg fer at merkja okkum í langa
tíð frameftir.
Tað, at Birgir er farin, er ein stórur
missur fyri alt landið.
Tey seinastu nógvu árini hevur Birgir
mest sum einsamallur lyft ta tungu
byrðu at menna føroyska saltfiskafram-
leiðslu, og hetta hevur ført við sær eina
munandi betur góðsku á føroyskum
saltfiski, enn tann hjá kappingarneyt-
unum.
Birgir var ein óvanliga kreativur
persónur, við sonnum listargávum innan
fleiri øki. Sum maskinsmiðjur var hann
ein sannur úrmælingur, og sum dømi
kann nevnast at eitt tað fyrsta hann
gjørdi, tá ein nýggj maskina kom á virk-
ið var, at broyta hana til tað betra.
Fyri at menna sína saltfiskafram-
leiðslu, brúkti hann mest sum alla sína
tíð at gera royndir, bæði tøkniliga og við
síni vitan.
Úrslitið er, at arbeiðsfólkið á United
Seafood á Toftum, klára at framleiða
eina vøru til tann spanska marknaðin,
sum er nógv tann besta á hesum salt-
fiska marknaði, yvirhøvur.
Vit, sum hava verið hansara føroysku
kappingarneytar, hava roynt sum fræg-
ast at fylgt honum og hansara hugskot-
um, og hóast vit hava verið ljósár aftan-
fyri Birgir, so hevur hann drigið okkum,
og Føroyar, fram um aðrar tjóðir, sum
t.d. Ísland og Noreg.
Føroyingar hava sostatt notið gott av
hansara vitan og treiskni, tá talan er um
saltfisk. Hansara lívsverk, hevur givið
føroyingum eina serstøðu á saltfiska-
marknaðunum í Europa. Tað er hesum
lívsverki at takka, at føroyski flotin í
langa tíð hevur fingið hægsta toskaprís.
Eisini hevur hetta lívsverki lakt lunnar
undir tey nógvu arbeiðsplássini á
United Seafood á Toftum.
Tá ið vit, kappingarneytar, ringdu til
Birgir, at spyrja um eitthvørt, fekst altíð
eitt erligt svar.
Hann kundi akkurát tað sama givið
ein slutur fyri ein slatur, men soleiðis
var Birgir ikki. Hann vildi øllum tað
besta, og virðismettið øll líka. Hann sá
ikki niður á nakran, tí fyri hann vóru øll
menniskju eins.
Persónliga kendust vit væl, og tí
sneiddi prátið okkara millum seg ofta
um familjurnar. Og hann duldi ongantíð
fyri, hvussu nógv Elisabeth, og tey 7
børnini høvdu at týða fyri seg. Birgir
var familjumaður burturav.
Ómetaliga nógv fólk varð komi sam-
an í Sjóvar kirkju at siga Birgiri farvæl
eina seinastu ferð. Flestu okkara á van-
liga stilla háttin, ímeðan onnur meira
virkin, við vøkrum kórsangi, og vinun-
um Jónsveini og Arna á gittarum, og við
songi. Prestur segði nøkur ógvuliga góð
og hjartanemandi orð, sum lýstu Birgir
sera beinrakið. Hetta, saman við at
sonur hansara, Jógvan Páll, bert 18 ára
gamal, so megnarliga tók orðið, og beyð
pápa sínum eitt seinasta farvæl, fyri
síðani at lovað, at teir einaferð skuldu
síggjast aftur, á øðrum stað. Alt hetta
setti myndina í perspektiv.
Tað oysti niður allan dagin, men tá
fyrsta urguljóðið ljóðaði í kirkjuni, sleit
í, og himmalin gjørdist klárur og bláur
yvir Sjóvar kirkju – og bert yvir Sjóvar
kirkju. Hugdi tú upp í loft, var tað kol-
grátt allan sjónarringin uttan júst yvir
kirkjuni, og hetta helt sær líka til sein-
asta sálm við grøvina. Hann dróg á luft-
ina, og so fór aftur at regna.
Hetta er júst myndin eg siti eftir við
av Birgiri sum menniskja, sum fram-
leiðari, sum fosturlandsmanni, og sum
føroyskari hetju.
Eg vóni at tú Elisabeth og børn, fam-
ilja, vinir og arbeiðsfelagar, hóast sorg
og sakn, finna ta styrki sum skal til, fyri
aftur at hóma tað ljós, sum Birgir
Nónsgjógv setti at lýsa.
Heilsan
Rói Egholm
Minningarorð
Mikudagin 8. desember
fyllir Birgir Enghamar, bil-
førari og formaður í HB, 50
ár.
Birgir
er
føddur
í
Klaksvík
8.
desember
1954. Í 1956 flutti hann
saman við foreldrunum,
Jastrid og Jørgen Enghamar
(1928-74), sum tá høvdu
búð í Klaksvík í tvey ár, til
Havnar at búgva.
Birgir var sjómaður og
sigldi í mong ár. Frá 1978-
80 búði hann í Vági.
Seinnu mongu árini hev-
ur hann koyrt sum hýru-
vognsførari í Havn, fyrst á
bilstøðini Bil og síðan 1988
í Auto. Hann var formaður í
Aksturvinnufelagnum
Samfylking í nøkur ár.
Í desember 1999 kom
Birgir í nevndina hjá fót-
bóltsfelagnum HB, og síð-
an 2001 hevur hann verið
formaður í felagnum.
Hann er sera nærlagdur í
sínum arbeiði, og í sínum
arbeiði í HB hevur hann
brúkt nógva tíð seinnu
árini,
og
væl
hevur
hildnast. Av fýra árum sum
formaður, hevur besta liðið
hjá felagnum verið FM-
vinnari tey trý.
Birgir
er
framvegis
virkin sum fótbóltsleikari,
og hevur seinastu árini
spælt við 5. deild hjá HB.
Her er tað eisini blivið til
nøkur heiðursmerki, og
okkurt av teimum er úr
gulli.
Hann spælir eisini innan-
dura fótbólt, minst 2-3
ferðir um vikuna, saman
við vinmonnunum, og um
summarið er hann fastur
fúsur í »Lunch United«. So
hóast aldurin, so manglar
viljin ikki.
Birgir er sera hugnaligur
at vera saman við, altíð við
tí skemtiliga, men skal tað
vera álvarsamt, so liggur
hansara partur ikki eftir.
Í enskum fótbólti er hann
íðin Manchester United
viðhaldsmaður.
Børnini eru: Virgar, 26
ár, Jørgen, 24 ár, Leila, 20
ár, og Allan, 18 ár.
Opið hús verður í HB-
húsinum mikudagin frá Kl.
10-14.
Birgir Enghamar 50 ár
Eftir 1. januar 2005
verður eingin av
Restorff familjuni á
Hotel Hafnia, men
hotellið verður rikið í
sama anda sum
higartil, og
starvsfólkini vera tey
somu, sigur Martin
Restorff, stjóri á
hotellinum
HOTELSØLA
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Partaeigararnir á Hotel
Hafnia, Johan M. Restorff,
MC Restorff og Martin
Restorff, stjórin, siga allir,
at teir kenna seg heilt
tryggar við nýggju eigar-
arnar av hotellinum.
Hotellið verður koyrt í
sama anda sum higartil, og
kundarnir koma ikki at
merkja nakran mun.
Teir siga, at tað var eitt
ynski frá nýggju eigarun-
um, at starvsfólkið skuldi
halda áfram.
Einasti munur verður, at
ongin av Restorff familjuni
verður har eftir 1. januar
2005. Johan hevur verið í
føstum starvi á hotellinum
síðan 1960, MC síðan 1972
og Martin síðan 2002.
Hotel Hafnia:
Tryggir við nýggju eigararnar
Tøkk
Eina stóra tøkk senda vit øllum tykkum,
ið sýndu samkenslu, tá ið pápi okkara
Dávur Isfeldt
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri troystandi orð, blómur, kransar,
heilsanir og gávur.
Somuleiðis takka vit tykkum øllum,
sum hjálptu til við jarðarferðini.
Mortan og Maria