Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 8. desember 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Mánadagurin 6. desember var ein søguligur dagur á Hotel Hafnia. Hendan dagin fylti ein av stjórunum, Johan Restorff, 65 ár, og sama dag bleiv hotellið selt til nýggjar eigarar MÓTTØKA Myndir: Jens Kristian Vang Móttøkan var fyrrapart á degi, og vóru yvir 300 fólk í øllum aldri, sum góvu sær stundir at heilsa upp á Johan og familjuna. Har vóru vinir og kenningar, familja, og fleiri av skúla- kammeratunum frá real- skúlanum 1956. Fleiri talur vóru hildnar, og sangur og tónleikur var á skránni. Millum tey sum tóku orðið vóru systrarnar hjá Johan, Birgit og Kirstin, Jógvan við Keldu, Jógvan Gerðalíð, Knút Háberg, Arnstein Niclasen, og Heri Niclasen. Eisini sungu MC Restorff og Jógvan Norð- búð og Ólavur á Váli. Johan varð føddur og búði tey fyrstu árini við Áarvegin, har Hotel Hafnia er bygt, og har hevur hann havt sítt lívsstarv. Liðugur við realskúlan byrjaði hann longu sum 16 ára gamal at arbeiða á hotellinum, og fór síðan til Danmarkar at fáa sær hotelútbúgving á Hotel Baltic í Nykøbing Falster. Afturkomin í 1960 fór hann at hjálpa pápanum við hotellvirkseminum, og síð- an hevur Hotel Hafnia verið hansara virkisøki og arbeiðspláss. Út- og um- byggingar eru farnar farm øll árini. Tá hann byrjaði, hevði hotellið 18 kømur, og í dag eru 58 kømur við øllum hentleikum, og mat- stovan og hølini eru millum tey mest kendu í landinum. Tey, sum hava sína dag- ligu gongd eftir Áarvegn- um, munnu fara at sakna Johan, sum altíð er blíður og fyrikomandi og gevur sær tíð til eitt prát. Í arbeiði sínum sum hotellstjóri hevur Jóhan, saman við starvsfeløgun- um, duga sera væl at vísa gestunum blíðskap, so teir hava kent seg væl. Vit kunnu leggja afturat at elsti sonur Esther og Johan, Jan Restorff, sum býr í Danmark, eisini fylti 6. desember, hesaferð fylti hann 37 ár. Johan Restorff 65 ár: Vaktarskifti á Áarvegnum Dagurin 8. desember. Gitnaðardagur Mariu. Mariumessa, hildin til minnis um tá ið hon varð gitin í míðurlívi. Esther og Johan Restorff Yvir 300 fólk vóru til móttøkuna mánadagin MC Restorff sang og undirhelt við tónleiki Ólavur á Váli heilsar upp á Johan Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, heldur talu