Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juli 2019síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 22. juli 2019 · Nr. 83 TÍÐINDI Politiið hevði nógv at gera Tað var nógv fólk í býnum í Havn leyg­ar­kvøldið og sunnu­náttina, helst í sam­bandi við stóra tón­leika­tiltakið Tórs­fest, sum var á Vagli­num. Løgreglan sigur, at tað hevur verið rætti­liga friðarligt, og fyribils hava tey ikki fingið nakra frá­boðan um harð­ skap. Tað merkir kort­ ini ikki, at løg­regl­an hevur verið arbeiðs­ leys, verri enn so, tí tey hava havt nakað av arbeiðið av at hjálpa avdotnum fólki á føtur. Nakrar verður mátti boð sendast eftir sjúkra­bili til fólk, sum vóru dottin og høvdu meitt seg - og onkur skuldi fáast nið­ur av einum taki, tey vóru farin upp á, um­framt annað av slík­um slagi, ið kann stinga seg upp í stórum veitslum. Annars fingu eini tvey fólk bót tí at tey vildu ikki siga løgregluni hvørji tey vóru. Navn, bú­stað­ ur og føð­ing­ar­dagur og føðingarár, eru annars einastu upp­ lýsingar, fólk hava skyldu at geva løg­ regluni. Og harafturat fekk eitt fólk bót fyri at vísa løg­reglu­ fólki longu­tong. Løgreglan hevði eitt vælmannað lið í býnum í nátt og tað gera tey, tí tey eru av teirri sannføring, at tað fær fólk, sum hava lyndi til at vera ólátað, til at sissa seg, og tey hava mang­an sagt, at tað hava tey góðar roynd­ir av. Eyðun Klakstein Byggingin av nýggjum Hús­ar­haldsskúla er komin eitt stig víðari. Menta­mála­ráð­ið hevur latið Húsar­halds­skúla­ num tilsagnarskriv, sum heimilar, at tey, við ávís­ um treytum, kunnu byrja projekteringina eftir skipan­aruppskoti, sum var gjørt í november. Fyrr í mánaðinum var landsstýriskvinnan Hanna Jensen saman við fólki úr Menta­mála­ráð­ num í Klaksvík á fundi við fólk frá Húsarhaldsskúla Føroya og Klaksvíkar Kom­munu um verk­ ætlan­ina at byggja nýggj­ an Húsarhaldsskúla í býnum. Fundast varð um fyriliggjandi skipan­ ar­upp­skotið, og tær for­ treytir, sum skulu vera í lagi, fyri at uppskotið kann góðkennast, um­ framt um alla tilgongdina fram ímóti byggingini. Landsstýriskvinnan bar í vár tinginum upp­ skot til løgtingslóg um studningslán til at byggja nýggjan húsarhaldsskúla, áljóðandi 21 mió. Lógin varð samtykt í løg­tingi­ num, hin 3.mai. Síðani er málið fyrireikað nærri. Klaksvíkar kommuna fíggjar ein part av skúla­ byggingini saman við landinum, og Bústaðir fíggj­ar búeindina. – Skipanaruppskotið frá nov. 2018 er ein snøgg loysn, sum er staðsett í mið­býnum í Klaksvík, og sum fer at geva Húsar­ halds­skúla Føroya mun­ andi betri, størri og tíðar­hóskandi hølir, sum verða bygd júst til kjarnu­ virk­semi skúlans, skrivar Menta­málaráðið. Rúm verður fyri 35 næm­ingum í mun til 21, sum í dag rúmast á húsar­ halds­skeiðnum, sum er 26 vikur og liggur frá august til februar. Umframt hevur skúlin ein hóp av øðrum styttri og longri skeiðum innan matvørureinføri, seym­ ing, brodering til før­ oyska búnan, matgerð fyri foreldur og børn og annað. Hesin parturin av virksemi skúlans fær eisini munandi betri rása­ rúm við nýggja bygn­ingi­ num og kann verða víðk­ að­ur. - Fundurin var sera góður. Vit komu greitt ígjøgnum allar tættirnar, og niðurstøðan var, at nú kundi Mentamálaráðið fyri­reika góðkenning grundaða á skipanar­upp­ skotið og síðani biðja um tær upplýsingar, sum skulu fyriliggja, fyri at farast kann í gongd við at projektera, sigur Hanna Jensen, lands­stýriskvinna í út­búgv­ingar- og gransk­ ingar­mál­um. Húsarhaldsskúli Før­ oya fyllir 45 ár í ár, og er ein sjálvsognarstovnur, sum eldsálir og fram­ skygd fólk í Klaksvík settu á stovn í 1974, tí ov lítið av skúla - og skeið­stil­ boð­um vóru í Føroyum, og mangar leitaðu sær uttan­lands til millum annað húsarhaldsskúla. - Tað er ein heiður fyri meg at kunna seta skúlabyggingina á breddan í hesum fagnað­ ar­ári skúlans, har vit eisini hava sett okkum fyri at hyggja nærri at øðr­um viðurskiftum hjá skúla­num, so vit tryggja hon­um javngóð kor millum skúlar í Føroyum. Rót­festa innihaldið er er enn sera viðkomandi fyri før­oyskan ungdóm, eins og styttru skeiðini eru eitt kveikjandi og kreativt íkast fyri luttakararnar, sigur Hanna Jensen, lands­stýriskvinna. HÚSARHALDSSKÚLIN HEVUR FINGIÐ TILSØGN Byggingin av nýggjum Húsar­halds­ skúla er komin eitt stig víðari Hanna Jensen, landsstýriskvinna, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúla Føroya Um vikuskiftið hava 25.000 limir í trúar­felags­ skapinum Jehovas Vitni verið á stevnu í Danmark. Tey mongu fólkini savn­aðust leygardagin á fót­bólts­leikvøllinum hjá Brøndby í høvuðs­staðar­ økinum. Á skránni var felags­sangur, fyrilestrar og dópur.  TV2 skrivar, at umleið 7000 fólk úr útlandinum vóru við á stevnuni. Saman­lagt hava Jehovas Vitni umleið 8 milliónir lim­ir kring heimin. Ein lítil bólkur av mót­mælis­ fólk­um gjørdi eisini vart við seg. Fólk, sum eru farin úr Jehova, mótmæltu, at Jehovas Vitni er viður­ kendur sum trúar­felags­ skap­ur. Tey halda, at Jehovas Vitni venda sær í móti fólki, sum fara úr trúar­rørsluni, og at tey ikki virða trúarfrælsi. Je­ hova Vitni eru eisini virk­ in í Føroyum.  25000 Jehova Vitni savnaðust