mikudagur 8. desember 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ungu føroysku tón-
leikararnir himprast
ikki við at leggja
leiðina út í heim fyri
at royna seg og tón-
listaverk síni. Hettta
er rættiliga nýggj
gongd innan før-
oyskan tónleik. Høgni
Lisberg er ein av
teimum, ið hevur
verið á tónleikaferð
úti í heimi. Vit hava
spurt hann, hví rákið
er soleiðis í dag, og
um føroyska lítillátni
er burtur
UNGT MÓT
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Høgni Lisberg kom fram
sum trummuleikari í bólk-
inum Clickhaze. Hann hev-
ur spælt trummur og guitar,
síðani hann var heilt ungur,
men tað undraði kanska
onkran, tá trummuleikarin
gav út fløgu við tónleiki,
rótfestum í guitarleiki, og
guitaran leikti hann sjálvur.
– Eg síggi meg tó enn
sum ein trummuleikara,
sum ger nakað annað, sigur
Høgni Lisberg.
Um orsøkina til, at fløgan
kom út, sigur hann, at hann
hevði løg liggjandi. Hann
fekk sær harðdiskupptakara
og saman við Jens L.
Thomsen, ið spældi bass í
Clickhaze, fór hann at taka
upp og gera løgini liðug.
Gekk væl í Sveis
Høgni fór á tónleikaferð í
Sveis, tá fløgan var útkom-
in. Hetta kom í, tí ein úr
Sveis, nevndur Felix, vitj-
aði í Føroyum og fekk
áhuga fyri tónleikinum her.
Hann fekk sambond við
Tutl. Høgni hevði samband
við Tutl og síðani við Felix.
Soliðis kom samstarv við
Roger, ið hevur fløguhand-
ilin Tonart í Sveis. Og
sambondini vóru góð, og
endin var, at Høgni Lisberg
fór á tónleikaferð í Sveis.
Tonart selur nú fleiri før-
oyskar fløgur.
– Ferðin gekk væl. Hetta
var ein goodwill ætlan.
Nógvir pengar vóru ikki í
myndini, og í Sveis er tað
so, at ein fær onki fyri ong-
ar pengar. Men við hjálp frá
Felix fekk Høgni nógva og
góða
miðlaumrøðu,
og
Felix ger arbeiðið av áhuga.
Stórt arbeiði varð gjørt fyri
at koma í bløð og loftmiðl-
ar, og tað telur líka nógv,
ella meira, enn keypt lýs-
ingapláss, so hetta er eisini
ein spurningur um at hava
eydnuna við sær, metir
Høgni.
- Fólk dámdu tónleikin
væl. Eini 600-700 fólk
hoyrdu konsertirnar, men
næstu ferð verður betri lagt
tilrættis og vit arbeiða
eisini við at fáa booking-
feløg inn í myndina, sigur
Høgni, sum eisini fekk selt
heilt væl av fløgu síni á
ferðini í Sveis.
Knút Eysturstein Háberg,
ið júst hevur givið fløgu út,
roynir seg nú eisini hjá
Tonart í Sveis. Tonart ar-
beiðir við at fáa føroysku
fløgurnar út til aðrar handl-
ar eisini.
Mennirnir í Sveis, Roger
og Felix, hava annars send-
ing í útvarpi í Sveis, har teir
spæla norðurlendskan tón-
leik. Øll ætlanin er ein sam-
skiftisætlan, so væntandi
er, at í næstum koma tón-
listavitjandi
úr
Sveis
hendaveg at spæla.
Hví út í heim?
Men hvusu ber tað til, at
rákið er so í dag, at før-
oyskir tónleikarar at kalla
ósmædnir leita út í heim. Er
føroyska lítillátni burtur?
– Ja, kanska. Men tá ein
sær, at tað ber til, so gevur
hetta íblástur, sigur Høgni,
og nevnir t.d. Teit Lassen.
– Men hetta fær eisini
tónleikarar at gera vøruna
betri, tí tað krevst nógv. Í
dag eru eisini góðir stuð-
ulsmøguleikar til upptøku
og ferðing. Men globaliser-
ingin hevur heilt víst nakað
at siga. Heimurin er minni
og ein fær fatur á nøvnum
og bústøðum hjá øllum,
bert við at trýsta seg fram á
alnetinum, sigur Høgni Lis-
berg um rákið, har fólk ikki
smæast burtur í alheims
høpi.
– Tað er kanska eisini
soleiðis í dag, at fólk tíma
ikki at spæla coverløg. Og
Føroyar eru lítlar. Ein hittir
skjótt fólk aftur, um ein
ferðast einaferð ella tvær
ferðir kring landið, og tá
krevst
eisini
stór
endurnýgging av tilfarin-
um, sigur Høgni Lisberg.
Hvat skal til?
Men hvat skal til, um ein
skal gera vart við seg úti í
heimi?
– Tol, hepni, góð rávøra
og hjálp frá góðum fólki,
sigur Høgni stutt og greitt.
Men hann minnir á, at
áhugi er enn fyri bólkinum
Clickhaze og sambondini
har eru enn heil, og tey
nýtti Høgni eisini, tá hann
skuldi leggja sína tónleika-
ferð tilrættis.
– Tí tað snýr seg um at
hava nógv og góð sambond,
staðfestir Høgni Lisberg.
Fløgan eldist skjót
Høgni, sum nú býr í Dan-
mark, er aftur farin í gongd
við fløgu. Í januar fer hann
í Lundgaard upptøkuhølini
og aftur hevur hann við sær
vinmannin Jens L. Thom-
sen. Men um talan verður
um júst sama stíl, sum á
fyrru fløguni, veit hann
ikki, men kanska um sama
anda. Fløgan kemur út í
vár.
– Eg havi lært nógv, mill-
um annað, at ein fløga er
gomul dagin eftir hon er
komin út. Tað hevði eg ikki
hugsað um áður, sigur
Høgni.
Høgni hevur fingið sær
managara. Petur Hansen er
við í felag, sum m.a. ger
heimasíður, so umframt at
vera managari, ger hann
eisini
heimasíðuna
hjá
Høgna, ið nevnist
www.hogni.com
Føroyskir tónleikarar taka
kjansin í nýggja heiminum
– Globaliseringin hevur heilt víst nakað at siga. Heimurin er minni, og ein fær fatur á nøvnum
og bústøðum hjá øllum, bert við at trýsta seg fram á alnetinum, sigur Høgni Lisberg um rákið,
har fólk ikki smæast burtur í alheims høpi
Nr. 235 • mikudagur • 8. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo