Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. desember 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 235 - 8. desember 2004 Stórur vági við íløgum í tónleik – Tað skal næstan altíð bera ella bresta við føroysk- um íløgum í tón- leik, og vandin er sera stórur fyri, at tað brestur, sigur stjórin hjá Kaup- thing ÍLØGUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað undrar ikki stjóran hjá Kaupthing í Føroyum, at føroyingar ikki gera stórar íløgur í tónleik. – Tað er spell, at tað skal verða soleiðis, men eg skilji tað væl. Vit hugsa ofta við hjartanum, tá ið tað snýr seg um tónleik, men frá einum íløgusjón- armiði er tað ikki løgið, at føroyingar ikki gera stórar íløgur í tónleik, sigur Peter Holm. Hann heldur, at vági er ov stórur til at gera íløgur í føroyskan tónleik. – Tað skal næstan altíð bera ella bresta við før- oyskum íløgum í tónleik, og vandin er sera stórur fyri, at tað brestur, heldur Peter Holm. – Tá ið fólk ella feløg gera íløgur, so skulu tey finna eina javnvág millum tað, sum tey vilja vága, og tað, sum tey kunnu vinna, og tá vit tosa um tónleik, so er vágin sera stórur. Stjórin heldur, at ein møguleiki hevði verið at gjørt íløgur í eitt stórt plátufelag, sum hevði nógvar tónleikarar undir sínum skjóli. – At satsa nógvar peng- ar upp á ein ella tveir tón- leikarar er ein so stórur kjansur, at tað er neyvan nakar, sum vil taka hann, heldur Peter Holm. Hann vísir á, at stóru plátufeløgini uttanlands kunnu satsa upp á nøkur ókend og nýggj nøvn, tí tey hava eisini nógvar artistar, sum vinna felag- num nógvar pengar. – Tað er sum við ein fótbóltsliði. Tað eru nakrir berandi spælarar, og so kanst tú taka nakrar nýggjar inn og satsa upp á teir. Tað fáa vit ikki gjørt í Føroyum, sigur hann. Ein sangur, sum hev- ur verið hitt í einum lítlum landi, kann eisini gerast hitt í nógvum stórum londum. Tað er greiða niðurstøðan hjá bretska umboðs- manninum Richard Ogden, sum sjálvur royndi at vinna peng- ar fyri plátufelagið SONY við hesari útgangsstøðu TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tá ið ein tónleikari er væl umtóktur í einum landi ella einum øki – hvussu lítið tað so enn er – so hevur hann møguleikan at gera tað saman í einum størri landi. Tað heldur Richard Og- den, sum í fleiri enn 30 ár hevur starvast í tónleika- ídnaðinum – bæði sum um- boðsmaður og sum plátu- felagsmaður. – At fólki dámar ein sangara ella ein bólk í ein- um lítlum landi merkir ikki, at tey dáma bólkin, tí hann er úr tí landinum. Teimum dámar bólkin, tí hann hevur nakað gott at bjóða. Tí kunnu slíkir sangarar og bólkarar eisini vinna fram í øðrum londum, sigur Ric- hard Ogden. Hann hevur verið stjóri hjá Polydor UK, hann hevði leiðandi starv hjá Sony Europe í nógv ár, og hann var í sjey ár umboðsmaður hjá Paul McCartney. Nú hevur hann sítt egna felag, har hann millum annað arbeiðir fyri at fáa føroysku Lenu Anderssen fram utt- anlands. – Eg havi fleiri ferðir roynt at gera ein sang úr einum minni landi til eitt hitt í einum størri landi, og tað hevur eydnaðst, sigur hann og sipar millum annað til tíðina, tá ið hann ar- beiddi fyri SONY Europe. Bomfunk megnaðu tað Richard Ogden var mað- urin, sum tók finska bólkin Bomfunk MC's út um land- oddarnar og gjørdi teir kendar um tað mesta av Europa – Bomfunk MC's hevði eitt hitt í Finlandi við sang- inum Freestyler, og hví skal ein sangur, sum er nummar 1 í Finnlandi, ikki eisini kunna verða nummar 1 í Týsklandi. Tað ber væl til, og tað eydnaðist eisini hjá Bomfunk MC's, sigur Ric- hard Ogden. Hann heldur tí, at einki er í vegin fyri, at ein væl- umtóktur bólkur í Føroyum eisini kann røkka út um landoddarnar. – Ein bólkur í Føroyum er ikki væl umtóktur, tí hann er føroyskur, men tí hann hevur nakað at bjóða sínum áhoyrarum. Tí kann hann eisini koma fram uttanlands, sigur Richard Ogden. Men tað kunnu eisini koma trupulleikar av, at ein sangari ella ein bólkur hevur havt eydnuna við sær í heimlandinum. – Tað er gott, at bólkar hava staðið seg væl, men tað kann eisini hava við sær trupulleikar. Tey hava ofta teirra egnu hugskot, egnar kontaktir, og fólk vilja gera tingini á sín hátt, og í nøkrum førum skal eg tí fáa fortíðina av vegnum, áðr- enn tað ber til at koma nakran veg, sigur Richard Ogden. Vinnan er trupul Hann roynir nú at føra Lenu Anderssen fram uttanlands, og hann hevur í fyrstu syftu savna orkuna um Noreg og Danmark. – Lena er longu komin nógv longri, enn teir flestu tónleikararnir koma. Hon hevur longu givið tvær fløgur út í Føroyum, hon hevur verið uttanlands og spælt, og hon og Niclas hava nógvar góðar sangir at taka av, sigur Richard Ogden. Hann heldur, at plátu- vinnan er truplari, enn hon nakrantíð áður hevur verið. – Tá ið eitt plátufelag umhugsar at taka ein tón- leikara til sín, so spyr tað fyrst, hvussu nógv tað fer at kosta teimum. Teir spyrja ikki, hvussu nógvar pengar, teir kunnu vinna av hesum tónleikara. Og tá er tað trupult at sleppa fram at, sigur Richard Ogden. – 99 prosent av tónleikar- unum fáa einki altjóða gjøgnumbrot ella eitt hitt í einum landi, og tí skal nógv til fyri at vinna fram. Hvussu nógv hevur hepni at siga í hesum? – Um nú til dømis Lena kemur fram í Danmark ella Noreg orsaka av mínum arbeiði, so kanst tú siga, at tað var heppið, at eg fekk eina fløgu frá teimum, tað var heppið, at mær dámdi hana, at eg vildi samstarva við tey og so víðari. Tað eru sum Elton John segði: Harðari eg arbeiði, meira heppin verði eg. Kontant avrokning Tað er ymiskt, hvussu nógv plátufeløg vilja leggja fyri við nýggjum nøvnum. Við hvørt er talan um varislig átøk, meðan í øðrum førum royna plátufeløg av øllum avli at fáa eitt navn fram. Hetta hevur eisini við sær, at plátufeløg avrokna rættiliga kontant eftir eina tíð, og tað hevur Richard Ogden eisini upplivað – til dømis við Nerina Pallot, sum hann umboðaði og fekk ein sáttamála við Poly- dor. – Polydor gav henni sekkin eftir fyrstu útgáv- una. Teir brúktu nógvar pengar upp á hana, og hon var raðfest høgt hjá felag- num. Men tá ið sølan av út- gávuni ikki kláraði at fylgja við íløguni, gjørdist rað- festingin hjá plátufelagnum ístaðin at fáa hana burtur. Teir vildu ikki samstarva við hana meira. – Í øðrum førum eru plátufeløgini meira tolin, og tað er serliga, tá ið tey kunnu geva eina fløgu út við avmarkaðum útreiðsl- um, og sølan er hampulig. Tá vil plátufelagið gjarna halda fram, sigur Richard Ogden. Føroyingar kunnu eisini – Tá ið eitt plátufelag umhugsar at taka ein tónleikara til sín, so spyr tað fyrst, hvussu nógv tað fer at kosta teimum. Teir spyrja ikki, hvussu nógvar pengar, teir kunnu vinna av hesum tónleikara. Og tá er tað trupult at sleppa fram at, sigur Richard Ogden, sum er tónleikaumboðsmaður