Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juli 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 22. juli 2019 · Nr. 83 KJAK Katrin Dahl Jakobsen, Valevni Javnaðarfloksins Børnini eru tað dýra­ bær­asta vit eiga. Sum blóm­ur í haganum eru tey fjøltáttað, litføgur og sterk undir røttu um­ støðunum. Og tá tey blóma, er tað framtíð okkara sum blómar. Vit vita øll, hvussu um­ráð­andi fyrstu árini eru hjá einum barni. At tey kenna seg trygg, at stabilitetur og kontinuitetur er í tí dagliga virkseminum, at tey ikki í heilum møta nýggj­um andlitum, sum skulu vera um tey, at teirra nátúrliga forvitni, gransk­ingarhugur, mál­ menn­ing og alt annað, sum mennir einstaka barn­ið, verður røkt til fulnar. Men nú tað frættist, hvus­su illa stendur til á dagstovnaøkinum, ótt­ ist eg fyri, at hesar haga­ blómu­r av berari neyð enda sum malagrót í brimi, tí faklig orka ikki er til at taka sær av teimum og teirra ymiskleika. Vóru hjálpar­fólkini og arbeiðið teirra ikki, kundu vit eins væl snarað lyklarnar um á stovnunum í morgin. Hetta hvørki vil ella kann Javnaðarflokkurin standa model til! Pedagogar vilja annað enn at ansa børnum Sum rímiligt er verð­ ur ofta spurt, hvørj­ ar yvirskipaðu æt­ lan­i­r­nar eru við sjúkra­hús­verkinum, við sam­ferðslu­ni, við um­ hvørvi­num o.s.fr. Men hvør er yvisskipaða ætlan­in við børnum okk­ ara? Dagstovnaøkið er lagt út til kommunurnar, og sostatt er veg­ur­in longri hjá lands­myndug­ leikanum at blanda seg í, hvussu kommunurnar skipa økið. Men landið kann ongantíð skulka sær undan at áseta yvirskipað krøv. Fimmhundrað peda­ gog­ar vanta, frætta vit. At fáa loyst tað, er ikki gjørt í eini handavending. Men tað fyrsta er so at fáa fleiri pedagoglesandi. Tað næsta er at áseta mini­mumsnormeringar fyri, hvussu nógv børn kunnu vera til hvønn peda­gogin. Og ikki minst er neyðugt at dagføra dag­stovna­lógina, so­lei­ ð­is at umstøðurnar og ar­beiðsumhvørvið á dag­ stovnum okkara verða mun­andi betri. Tað skylda vit okkara peda­gogum. Og tað skylda vit børnum okk­ ara. Um dagarnar havi eg tosað við bæði foreldur og starvsfólk. Eg fái at vita, at sjálvt í somu kom­munu eru tilboðini sera ymisk, bæði hvat ið foreldur skulu hava við á stovnin og, at onkur stovn­ur mátti lata aftur longu klokkan trý, tí starvs­fólk ikki vóru tøk. Harafturat gramdi ein familja seg um at skula ígjøgn­um alla morgun­ ferðsluna í Havn í tríggjar stovnar at lata teirra 3 børn, og so møta til arbeiðis kl. 8. Hetta má kunna gerast smidligari. Manglandi virðing Innast inni hugsi eg, at tann stóri og veru­ligi trupulleikin við hes­ um, sum við so nógv­um øðrum um­sorganar­ar­ beiði, neyvt hongur sam­ an við, at tað mest eru kvinnur, sum røkja tey. Og onkursvegna er ov lítil virðing um hesi størvini. Her treingir virðis­ kumpas­sin virkuliga at verða rættað. Tí at ansa, læra og menna børn hjá øðrum er ein av týdningarmestu sam­ felags­upp­gávunum yvir­ høvur. Heini í Havn Magnussen Eg eri neppa einsamallur um at halda, at sjarman við Ólavsøkuni bara mink­ar, ár undan ári – og tað mugu vit gera nakað við! Tað er sjón fyri søgn, at Ólav­søkan bara er blivin minni og minni tiltalandi fyri fólk, og ongantíð hava verið so nógv tosa opið um sína misnøgd um Ólav­søkuna. Hetta er eina og alleina staðsetingini at takka fyri. Hvør ið hevur skyldina av, at Ólavsøkan er kroyst oman á Skálatrøð, har eitt frí­merkið við stálhegni uttan­um og endaleysari kø, skal verða karmur um òlasøkuna skal eg ikki gita nakað um – men hetta er bara ikki gott. Hvat trygdini viðvíkur, er øk­ið heldur ikki optimalt. Fleiri 1000 fólk, ung og gomul, børn og vaksin verða stappað saman inn í eitt økið, har karrusellir, tom­bola, pylsur, ølbúðir hvørt um annað eru inn­ hegn­að, og har er sum sild í tunnu. Prísirnir eru eisini óhoyrt høgir. Ein van­lig barnafamilja við 3 børn­um, hevur ikki ráð til hatta ! hví ikki bara droppa hasi svínadýru arm­bondini, og gera sum fyrr, har ein seðil kostar 5 kr og 5 seðlar kosta 20 kr. hoppi­borg kundi kosta 10 kr ella okkurt tílíkt – so er tað upp til ein sjálvan hvussu nógv ein vil brúka. Um rættindahavarin til Ólavsøkutiltøkini, sum er Tórshavnar Ítróttar­ ráð, ikki hevur kapasitet til tað, so skulu rættindini gevast øðrum eisini. Tað er fínt at hava hoppi­borg, popcorn sølu og líkn­andi, til tey allar minstu á Skálatrøð– men tað skal ikki alt verða har ! Òlavsøkan skal strekkja heilt frá Skála­ trøð, og HEILT niðan til KFUM, og á vegnum skulu verða básar við 21 spæl, tombola, vattísa­ søla (candyfloss) og líkn­ andi. Uttanfyri gamla Før­oy­abanka (nú kom­ mu­nalur bygn­ing­ur) eiga básar at standa. Eisi­ni á parker­ings­øki­num við Vertshúsið ! Í farnu viku fingu vit so tey syrgiligu týðindini, at KFUM heldur uppat við basarinum – og so flýtur bikarið yvir! Vit mugu og skulu hava sjarmuna íaftur Òlavsøkuna, og tað ongan­tíð ov skjótt. Man kann gott góð­ taka at Ólavsøkan ikki longur er í kom­munu­ skúla­garði­num (nú Finsen) av trygdarávum er søga – men sum patriot­ur í Havn, kann man ikki góðtaka at ALT skal verða søga. Tað er komið hartil, at børn og ung ikki tíma Ólavsøkuna meir, orsaka av endaleysari kø, høgum prísum, og kaos á Skálatrøð. Tí má okkurt gerast nú, og eitt sum kundi verið gjørt, er at Tórshavnar kommuna lýsir við básum til leigu á Ólavsøkum frammyvir. Tað eru góðir møgileikar fyri inntøku av tí, so har høvdu nógv verið um boðið, og so vóru ”happen­ings” allastaðni. Hetta má og skal koma í rættlag aftur, og vónandi verður Ólav­ søkan 2020 eins og Ólav­ søkan var, áðrenn her­ verk bleiv gjørt inná hana, og alt bleiv flutt oman á Skálatrøð. Nevnast skal, at Ólav­ søkan enn er Tjóðarhátíð okkara, og at vit eru góð við hana enn. Tey eru nógv sum eisini skulu hava rós fyri sítt íkast til at Ólavsøkan enn er ein deilig hátíð, og tey eru millum annað Frelsunar her­urin, Hornorkestri, róðr­ar­feløgini, tey ið marchera, tey sjálvbodnu sum taka eina hond í, allir fyrireikarir og kom­mu­ nu­mennirnir. Tit eru øll gullverd, og til endans skal eg ynskja øllum før­oy­ingum eina góða Ólav­søku - við vón um at kommunan broytir stað­ setingina frammyvir. Ólavsøkuna niðanaftur í býin! Virðiskumpassin má rættast eblaðið sos.fo