Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 2 Ólavsøkan 2019 Ólavsøkublaðið 2019 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov • eirikur@sosialurin.fo Ólavsøkan er nakað serligt, ikki bara fyri okkum havnarfólk, men eisini fyri allar gestir, sum leita sær av bygd og úr útlondum til Havnar at hátíðarhada tjóðarhátíð alra før­ oy­inga. Hóast mangt og hvat verður gjørt fyri at tjóvstartað ólavsøkuna eitt sind­ur fyrr við ymsum tiltøkum, so byrjar ólavsøkan ikki rættiliga, fyrr enn hon verður sett á Vaglinum ólav­ søkuaftan, og tú ert búgvin – kanska í búna – at fara til kappróður, tí kapp­ róðurin er eitt sereyðkenni fyri ólav­ søkuna. Fyri flestu okkara er ólavsøkan nakað heilt serligt. Hóast ólavsøkan er vorðin eitt við Havnina, so er ólav­ søkan kortini stevnan yvir øllum stevnum, og stevnan hjá øllum før­ oy­ingum. Ólavsøkan er eisini søga – upp­runin er jú at minnast Ólav kong, sum fall á Stiklastøðum fyri skjótt túsund árum síðani. Tí nertir ólav­søkan við okkara uppruna og okkara samleika – og okkara kristna kjøl­festi. Á ólavsøku verður tingið sett. Ein tann størsta hátíðarløtan á ólav­søku­ ni er uttan iva, tá okkara politiska skip­an fer í skrúðgongu úr tinginum í Havnar Kirkju til gudstænastu ólav­søkumorgun – og niðan aftur í løgtingið, har klárt er at byrja nýggja tingárið. Ein sera vakur siður, sum styrkir samanhaldið millum før­ oy­ingar. Og tað er ein aldargamal siður, at prestar og politikarar ganga í skrúðgongu á ólavsøku. Fyrsta kirkjan, sum vit við vissu vita um í Havn, var kirkjan úti á Reyni, sum varð bygd í 1609. Søgukøn fólk vilja vera við, at kirkja má hava verið í Havn fyri ta tíð, tí skrúðgongan skal vera eldri enn tað og ein katólskur siður, sum stavar frá einaferð fyri trúbótina. Hesaferð verður tingfundurin ólav­søku­dag eisini øðrvísi á tann hátt, at løgmaður helst fer at skriva út løgtingsvalið, sum verður leygar­dag­ in 31. august, og sum tí skal skrivast út í seinasta lagi leygardagin 3. august. Hugsandi er tó, at løgmaður velur at skriva valið út á ólavsøku. Tí er ein feril av valfepuri hesaferð eisi­ ni knýttur at ólavsøkuni í ár, sum so verður startskotið til valstríðið, sum tá rættiliga fer at harðna. Veðrið hevur sjálvandi alt at siga á ólavsøku. Er gott veður, ja so leita øll sær oman í býin, men regnar – og regnar illa, so kann tað gerast rætti­ liga fólkatómt – og tá er gott at sita fjálgt við búgvið borð hjá frægum fólki, sum eisini er ein partur av ólav­ søkuni. Vit í Miðlahúsinum ynskja øllum eina góða ólavsøku! Eirikur Lindenskov blaðstjóri Sosialurin HESAFERÐ EIN MEIRA POLITISK ÓLAVSØKA