Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 4 Ólavsøkan 2019 Tað er altíð ein fragd sum borgarstjóri í høvuðsstaðnum at fáa høvi at bjóða tykkum øllum vælkomnum á ólavsøku. Hesir dagar eru millum bestu løtur á árinum. Vit hitta vit familju, vinir og kenningar, og hesar há­sum­ mar­dagarnar er vegurin stuttur til bros­ið. Hesa ljósu ársins tíð er lyndið lætt og lagið kátt. Eitt nýtt ár, ein nýggj ólavsøka. Ólav­søkan snýr seg bæði um at endurtaka gamlar siðir og um at endur­nýggja hana við tí innihaldi, vit sjálv geva henni. Hon snýr seg um góða felagsskapin, um ætt og vin­ir, stuttleika og undirhald, álvara og gaman. Ja, hon snýr seg um, at vit hugsa um hvønn annan og geva okku­m stundir til bara at vera til.  Ólavsøkan er høgtíð og tjóðar­ dagur okkara, men á mangan hátt øðrvísi og innihaldsríkari enn tjóðar­ dagar í øðrum londum. Vit eru tí fegin um taka ta ábyrgd, tað er at fyriskipa og halda veitsluhátíð før­ oyinga í høvuðsstaðnum. Botnurin undir tjóðarhátíð okkara er minnið um Ólav Halga, sum fall á Stiklastøðum tann 29. juli í árinum 1030. Ólavur Haraldsson, sum hann æt, var víkingur og krígsmaður, og tað broytt­ist ikki stórvegis eftir, at hann hevði tikið við kristnari trúgv. Hans Jacob Debes, sáli, segði í út­ varps­fyrilestri fyri fýrati árum síðani, at hesin norski kongur fekk størri týdn­ing og størri vald í ríki sínum í deyða­num enn í lívinum. Har Ólavur fall, kom lekjandi kelda upp, blóð hansara hevði grøð­ andi megi, haltandi fóru at ganga og blind fingu sjónina aftur. Og eisini gekk hann í dreymi fyri fólki við áminn­ingum og ávaringum. Somuleiðis máttu hár og neglir á deyða likami hansara skerast á hvørjum ári, og tí bleiv hann halgi­ menni hjá kirkjuni – og eisini her á landi minnast vit hann enn. Høvuðsstaðurin mennist skjótt. Býurin fjølgast og víðkast støðugt. Virksemið veksur, og tí herð­ast krøvini eisini. Vit kunnu av sonn­um siga, at tað gongur væl í høvuðs­stað­ num. Hetta krevur støðugt nýggjan hug­burð av okkum, sum eru vald at tæna býi og bygd, so Havnin er væl búgv­in at lofta avbjóðingunum fyri framman.   At ólavsøkan eisini er størsta ítróttar­stevnan hevur serligan týdn­ ing í hesum døgum, nú vit bjóða høvuðs­staðin fram til fleirtjóða kapp­ingar. Okkara ítróttalív mennist við rúkandi ferð, og stór framstig eru og verða gjørd, sum lyfta okkum upp og gera okkum sjálvsøgd sum vertir fyri altjóða kappingum. Ólavsøkan er ein verulig fólks­lig veitsla og ein hátíð fyri alla familju­ na. Tað er ein hjartatáttur at hitta familju, vinir og kenningar her. Men nú leggja vit gerandisdagin frá okkum eina løtu og njóta alt tað, sum knýtir okkum saman. Tøkk fái tit mongu, sum sjálvboðin veita tykk­ ara týðandi íkast á ólavsøku. Sjálv­ bodna arbeiðið styrkir saman­haldið og hugnar so væl um býin hátíðar­ dagar­nar. Nú leggja vit gerandisdagin frá okk­um eina løtu. Nú er tjóðarhátíð. Eg fari at enda at ynskja tykkum góða samveru og takki fyri, at eg kundi bera tykkum eina heilsu úr høvuðs­staðnum umframt fáa høvið til vegna Tórshavnar kommunu at ynskja tykkum øllum eina góða ólav­søku. Annika Olsen borgarstjóri HJARTALIGA VÆLKOMIN Á ÓLAVSØKU!