Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 6 Ólavsøkan 2019 Brandur Mortensen Nolsøe – Vit hava lyndi til at halda vakið eyga við ítróttarligu úrslitunum, men hetta er eitt høvi at varpa ljós á sjálvbodnað arbeiðið, sum liggur aftan­fyri úrslitini. Tað sigur Petur Mittún, sum Tórs­ havnar Ítróttarráð í ár hevur heitt á at seta ólavsøkuna. Petur Mittún hevur leingi verið við til at mynda føroyskan ítrótt. Eftir at hann hevði roynt seg í eitt nú badminton, svimjing, fimleiki, flog­bólti og fótbólti, fall valið á hond­bólt. Hann hevur verið bæði hond­bóltsleikari- og venjari. Aftrat ítróttarligum felagsskapum, hevur Petur Mittún eisini verið skóti. Síðani 2017 hevur hann verið aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya. Sum siður er, fer Petur Mittún at halda røðu á Vaglinum ólavsøkudag. – Tað er ein stórur heiður at verða bið­in um at seta ólavsøkuna, sigur hann. Í røðuni ætlar hann sær ikki at rætta fremstafingur eftir nøkrum, men hinvegin vil hann nýta høvið til at styðja uppundir, at fólk taka lut í sosialum virksemi. Røðan fer at taka støði í evnunum felagsskapur og sjálv­boðið arbeiði. – Sama, um talan er um ítrótta­ feløg ella felagsskapir av øðrum slag, er felagsnevnarin hin sami. Tað eru nevni­liga tey, sum dagliga leiða virk­ semið hjá felagsskapunum, sum eiga stóran lut í góðu úrslitunum. Petur Mittún greiðir frá, at talan er um eldsálir, sum geva ung­dómi­ num íblástur og eggjan til at luttaka í felags­skapum, og hevur hetta varandi týdning, sum fevnir breitt. – Ítróttur og mentan eru límið í samfelagnum, sigur hann. Sjálvbodna arbeiðið er undir trýsti Í dag er rákið í útheiminum, at sjálv­ boðið arbeiði er undir trýsti. Fólk hava í dag nógv um hendi, og hetta ger, at sjálvboðið arbeiði verð­ur raðfest lægri. Hetta sæst ikki í Før­oy­um enn, men Petur Mittún metir, at hendan gongdin møguliga eisini verður at síggja her heima í fra­m­tíðini. Uttan at rætta fremstafingur eftir nøkr­um, skaðar ikki at eggja fólki til at luttaka, sigur hann. – Tað er ymiskt, hvussu nógva orku, ein vil leggja í felagsskapin. Með­an summi brúka alla frítíðina til sjálv­boðið arbeiði, ganga onnur minni upp í tað. Men øll íkøst til felags­skapin eru týdningarmikil. Sjálvur luttekur Petur Mittún í yms­um sosialum virksemi, tí børnini eru limir í felagsskapum. Hetta hevur stórt virði fyri tey smáu, sigur hann. – Tað er týdningarmikið at skapa karm­ar fyri børn og ungdómin, millum annað, tí hetta gevur tilveruni innihald. Sum aðalskrivari í Ítrótta­sam­ bandi­num fylgir Petur Mittún væl við før­oyskum ítrótti. Hann sigur tað vera huga­ligt at síggja, at støðið verður lyft av miðvísum ungdómsarbeiði. Eitt nú á Oyggjaleikunum í Gibraltar sást, at menningarvirksemi hevur bor­ið frugt, sigur hann. ÍTRÓTTUR OG MENTAN ERU LÍMIÐ Í SAMFELAGNUM Tey, sum sjálvboðin leiða virksemið hjá sosialum felagsskapum, eiga stóran lut í góðu úrslitunum Petur Mittún, aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya, setur ólavsøkuna í ár Mynd: Jens Kristian Vang