týsdagur 23. juli 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
8
Ólavsøkan 2019
Áki Bertholdsen
– Á ólavsøku drekka vit øl og snaps.
Tað er siga tey í Rúsuni, har tey í
hesum døgum eru í fullari ferð við at
fyrireika seg til ólavsøkuna.
Theis Herdalur, handilsleiðari í
Rúsuni í Havn, sigur, at tað er týði
ligt, at á ólavsøku halda vit okkum
til tað gamla.
Havnarfólk gera nógv burtur úr
at vera blíð á ólavsøku og tá hevur
maturin eisini nógv at siga.
Tað sum verður sett á borðið, er
ofta tað, vit plaga at kalla føroyskur
matur, grind, skerpikjøt, rullupylsa,
og annar føroyskur viðskeri.
Og aftur við tí skeinkja vit øl og
snaps.
Fólk halda kanska eisini, at tað
riggar best at fáa sær akvavitt í
lummaglasið, tá ið farið verður í
býin.
– Tað eru nøkur, sum eisini seta
vín á borðið á ólavsøku, men tey eru
ikki so nógv, sigur handilsleiðarin í
Rúsuni.
Drekka føroyskt
Men hinvegin hava tey í Rúsuni eisini
lagt til merkis, at hvat snapsinum
viðvíkur, er hend ein broyting.
Tað skerst ikki burtur, at í manna
minni hevur tað verið tað reyða
Taffel Akvavitti, sum føroyingar
hava drukkið mest av.
Skulu vit hugsa um rúsdrekka,
hevur tað verið mest sum tjóðar
drykkur okkara.
Men Theis Herdalur sigur, at
soleiðis er tað ikki longur.
Bæði Føroya Bjór og Dism hava
lagt seg eftir at gera dygdargott akva
vitt og tær báðar føroysku fyritøkur
nar hava av álvara fingið fatur á før
oyinginum.
Og nú er tað eingin ivi um, at tað
føroyska akvavittið hevur skúgvað
tað reyða akvavittið úr Aalborg av
trúnuni, sum tjóðarsnapsur okkara.
Tað er heldur ikki frítt, at føroy
ingar eru ernir av, at vit kunnu fram
leiða so dygdargott akvavitt, sum vit
gera, og vit himprast ikki við at bjóða
tað fram.
– Tað vísir seg, at tað føroyska
akvavittið frá Føroya Bjór og Dism
rættiliga hevur rakt tann føroyska
smakkin, og hevur trokað tað út
lendska akvavittið av rókini, sigur
handilsleiðarin.
Hann sigur, at eisini eisini nógvir
útlendingar, sum koma til Føroya,
keypa sær føroyskt akvavitt at royna.
– Og tað vísir seg, at fólki dámar
tað føroyska akvavitti, tí tey keypa
ikki bara ta einu fløskuna. Tvørtur
keypa tey aftur og aftur.
Og tá ið ølið fer um diskin, er tað
eisini tað føroyska ølið, sum gongur
nógv mest av.
Handilsleiðarin sigur, at á ólav
søku verður eisini nógv drukkið av
cidara, men tað er eisini føroyskur
cidari, sum nógv mest verður keypt
av.
So niðurstøðan kann ikki vera
onnur enn, at á ólavsøku drekka før
oyingar føroyskt- og sum heild halda
vit okkum til tað gamla, snapsin og
ølina.
Theis Herdalur sigur kortini,
at tað eru mest tey tilkomnu, sum
keypa øl og snaps. Tey yngru velja
sær veikari sløg, helst tey sløgini,
sum eru blandað frammanundan.
Vænta strævnar dagar
Í ár fellur ólavsøkan á sunnudag og
mánadag og føroyingar eru kanska
nokk so kendir fyri at vera í síðstu
løtu.
Handilsleiðarin sigur, at verður
tað sum tað plagar, verða tað fríggja
dagurin, og helst leygardagurin, sum
vera teir stóru søludagarnar.
Fríggjadagin hevur Rúsan opið,
sum vant, men leygardagin verður
opið til klokkan 16, har hon annars
plagar at lata aftur klokkan 14 leygar
dagin.
– Vit vænta, at tað stóra trýstið
verður, tá ið fólk hava fingið frí um
vikuskiftini
Men tey fyrireika seg eisini væl
við fólki, tí tey verða betur mannað
við fólki hesar dagarnar, enn tey van
liga eru.
– Ikki tíð, fólk hava ikki so nógv
brúk fyri vegleiðing á ólavsøku, tí tey
vita akkurát, hvat tey skulu hava, sig
ur Theis Herdalur.
FØROYINGAR
DREKKA FØROYSKT
Á ÓLAVSØKU
Í mannaminni hevur tað vælkenda reyða Taffel akvavittið hevur verið tjóðarsnapsur Føroya - men tað er tað ikki longur
– Á ólavsøku halda vit okkum til tað gamla, sigur Theis Herdalur, handilsleiðari í Rúsuni í Havn