Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 10 Ólavsøkan 2019 Hví fert tú / fert tú ikki á ólavsøku? So vítt eg minnist, havi eg verið á hvørjari tí einastu ólavsøku, síðan eg var eini trý-fýra ára gamal. Onkuntíð bara eina løtu, men altíð til okkurt. Í ár fari eg ikki. Nøkur vinfólk spurdu, um vit skuldu fara til Svínoyar, og vit tóku av. Tá er mann nokk byrj­ aður at blíva klaksvíkingur :) Hvussu heldur tú ólavsøkuna? Í ár halda vit ólavsøku úti í Svín­ oy, og eg veit ikki, hvussu tað verður, tí tað havi eg ikki roynt fyrr. Vanliga brúka vit ólav­ søkuna til at heilsa upp á fólk, vitja familju og vinfólk, fara til kapp­róður og á Doktaragrund. Setan­in av løgtinginum hevur av­gjørt sína sjarmu eisini. Hvat eigur ein at fara til á ólavsøku? Á ólavsøku eigur man at fara til kabarett, í KFUM, til kapp­róður, setan, midnáttarsang, Doktara­ grund og á háskúlan, um stundir eru til tað. Hvat kundi verið øðrvísi á ólavsøku? Tað fer í ár at mangla eitt stað við einum ordiligum fiski­brun­ ni, so har er ein marknaður at fara eftir. Annars haldi eg bæði ólav­søkusetanin, mid­náttar­ sang­urin og tiltakið hjá Miðla­ húsi­num hava tørvi á onkrari endur­nýggjan. Hví fert tú / fert tú ikki á ólavsøku? Tann seremonielli parturin av ólav­ søku­ni er nakað heilt serligt, sum eg haldi ikki er at finna aðrastaðni. Eitt nú er Havnarmarsjurin hjá horn­orkestrinum til at blíva heilt sentimentalur av, tá man býr uttanlands. Men alt frá fólka­ fundinum á Doktaragrund til Mid­ náttar­sangin, tað er nakað ein gleðir seg til hvørja ferð. Og so er Ólavsøkan er eitt deiligt høvi at møta góðum fólki, og øðrum flytifuglum, sum eisini hava leitað sær heimaftur. Hvussu heldur tú ólavsøkuna? Saman við familju, fyrst og fremst. So út til vinfólk, og síðani oman í býin at vála fyri rest. Hvat eigur ein at fara til á ólavsøku? Eg haldi, at ein sjálvandi eigur at fara til so nógv sum til ber, tí fólk og stovnar gera ofta sera nógv burturúr teirra tiltøkum. So haldi eg eisini, at ein eigur at gera sær sjálvum tann beina at vitja Ólavsøkuframsýningina á Listasavninum, umframt at síggja Ólavsøkukabarettina. Hvat kundi verið øðrvísi á ólavsøku? Eg haldi, at vit kundu skipa gongugøtuna eitt sindur øðrvísi, so at hon varð líka nógv brúkt sum tá Kommunuskúlagarðurin var ein fastur høvuðsknarvi í býnum á ólavsøku. - Umframt tað, áttu vit kanska eisini at mutra veðurguðarnar eitt sindur upp undir hvørja ólavsøku. Hví fert tú / fert tú ikki á ólavsøku? Havi eg verið heima staddur havi eg verið á ólavsvøku. Á mangan hátt kenn­ist tjóðarhátíðin sum ein nýggj árlig byrjan. Fólkaræði endurskipar seg við nýggjari tingsetu og køkingin ímill­um kirkjuna og politiska valdið verður siglað. Annars fari eg fyri at hitta fólk – kend og ókend. Hvussu heldur tú ólavsøkuna? Fylgi fyrst og fremst megin­buli­ num, sum er setanin, skrúð­gong­ an ólav­søku­dag, kappróðurin, fundurin á Doktara­grund og fót­ bólti­num, um okkurt lið spælir, sum onkursvegna stendur mær nærri enn onnur. Før­oyski dans­ ur­in ólavsvøkukvøld er eisini eitt must. Hvat eigur ein at fara til á ólavsøku? Lutirnar eg havi nevnt omanfyri. Hvat kundi verið øðrvísi á ólavsøku? Hon endurspeglar sum oftast sam­tíð­ina, samstundis sum hild­ ið verður fast um klassisku ýtini. Tað tilkemur ikki mær at broyta hana, hon er OK. Hví fert tú / fert tú ikki á ólavsøku? Ólavsøkan hevur stóran týdning fyri meg, og sum útiseti geri eg summar­ frí­tíðarætlanir eftir ólav­søkuni – eg eri altíð heima tá. Ólavsøka er eitt fantastiskt høvi at heilsa upp á vinir, familju og kenningar, sum ein ikki hevur sæð leingi. Hvussu heldur tú ólavsøkuna? Av føstum traditiónum er setan­ in, kappróður, kappríðing og mid­ náttar­sangur, umframt nátturðar hjá familju og vinfólki. Í ár ætli eg mær eisini til skrúðgonguna ólavsøkudag – tað hevur gingið heldur striltið at kom­ið upp til tað undanfarin ár :) Hvat eigur ein at fara til á ólavsøku? Midnáttarsangin. Hvat kundi verið øðrvísi á ólavsøku? ”At ganga oman og niðan” er ikki tað sama nú sum fyrr, nú alt er flutt om­ an í Vágsbotn og Skálatrøð. TÓRBJØRN JACOBSEN EIRIKUR Í JÁKUPSSTOVU JÓANNES B. LAMHAUGE FÝRA SKJÓTIR UM ÓLAVSØKUNA KARINA POULSDÓTTIR DEBES