týsdagur 23. juli 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
16
Ólavsøkan 2019
Miðlahúsið ger nógv burtur úr stóra
ólavsøkutiltakinum, sum verður hild
ið í Vágsbotni ólavsøkudag.
Tiltakið er vorðið fastur táttur á
ólavsøku, og sera nógv fólk plaga at
møta til løtuna við livandi tónleiki
og undirhaldi.
– Vit vilja fegin vera við at halda
tjóðarhátíðina saman við øllum
føroyingum, og okkara staðseting mitt
í Havnini – mitt í ólavsøkuhaldinum –
leggur upp til, at vit skipa fyri einum
tiltaki til stóru fjøldina, sigur Jonhard
Hammer, stjóri í Miðlahúsinum.
– Í ár ætla vit at gera meira burtur
úr enn nakrantíð, og vit gleða okkum
til at fáa eina stóra fjøld í Vágsbotn
at hugna sær saman við okkum
ólavsøkudag, sigur hann.
Skemt
Gjøgnum árini hava ymiskir
skemtarar undirhildið á pallinum,
sum er á aðru hædd í Miðlahúsinum
og vendir út ímóti Nólsoyar Páls
torginum. Hesaferð verða tað tveir
stuttligir menn av Skálafjørðinum,
ið fara at standa fyri undirhaldinum.
Hilmar Jan Hansen og Bill
Justinussen fara í felag at skemta og
undirhalda, og teir kunnu finna upp á
mangt og hvat. Báðir eru framúr her
marar, og teir duga at venda aktuell
um hendingum, so tær kunnu gerast
bæði skemtiligar og komiskar.
Hilmar Jan Hansen hevur undir
hildið og skemtað í fleiri áratíggju.
Seinnu árini hevur Bill Justinussen
alt oftari verið at hoyrt í veitslum
og til tiltøk, og nú fara teir báðirat
undirhalda saman á stóra tiltakinum
í Vágsbotni.
Tónleikur
Kendur og væl umtóktur popptón
leikur verða at hoyra, tá ið vágbing
urin Ingi Poulsen og klaksvíkingurin
Niclas Heri Jákupsson fara at fram
føra sínar landaplágur saman við væl
spælandi bólki.
Ingi Poulsen hevur seinnu árini
verið nógv at hoyrt við sangum sum
»Tann fittasta« og »Tá ið eg síggi
teg«. Nú er hann eisini aktuellur við
sanginum »Kostbar«. Ingi hevur
vunnið fram við fangandi løgum og
eini eyðkendari suðuroyarrødd.
Niclas Heri er sangari og sang
skrivari í bólkinum Dynamit, sum
hevur havt eina langa røð av hittum
– eitt nú við sangum sum »Grøv
nummar 13«, »Pápi tín býr ei í Tórs
havn« og »Til allar kvinnur« bara
fyri at nevna nakrar.
Niclas Heri, sum nú hevur bólkin
Dynamit Perlur, fer at spæla nakrar
av bestu Dynamit-sangunum.
Miðlahúsið heitir á fólk um at
koma í góðari tí, tí fjøldin er vanliga
sera stór í Vágsbotni.
Stóra ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum savnar sera nógv fólk í Vágsbotni til livandi tónleik og undirhald
MIÐLAHÚSIÐ VIÐ
STÓRUM BRAKI
Miðlahúsið spílar seg út við undirhaldi, skemti og tónleiki á stórum tiltaki í Vágsbotni ólavsøkudag kl. 22.00