Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 18 Ólavsøkan 2019 Eyðun Klakstein Á ólavsøku verður seinasta ólav­ søku­skrúð­gongan hjá politikarum, embætis­fólki og prestum, áðrenn løg­ tings­val aftur verður. Onkrir politik­ar­ ar hava boðað frá, at teir nú gevast í politikki, og teir ganga tí skrúð­gongu fyri seinastu ferð. Verður tað, sum tað plagar, missa eisini onn­ur kjansin, hóast tey bjóða seg fram aftur á løgtingsvalinum síðst í august. Í stýrisskipanarlógini er ásett, at løgtingið á ólavsøku fer undir nýtt tingár. Tað verður gjørt við, at ting­ fólk, landsstýrisfólk, embætisfólk og prest­ar ólavsøkudag ganga skrúð­ gon­gu í Dómkirkjuna, har guds­tæn­ asta er, og síðani verður løgtingið sett kl 13:00, og løgmaður heldur ólavsøkurøðu. Broyttu skrúðgonguna Fram til miðskeiðis í 1990’unum, tá ið nýggj stýrisskipanarlóg varð sam­tykt, gingu løgmaður og ríkis­um­boðsmaðurin fremst í skrúð­gonguni  –  eftir teir gingu løgtingsformaður og biskupur og síðani hini fólkini. Nýggja stýris­ skipan­ar­lógin ásetti, at løg­tings­for­ mað­urin hevur hægstu tign, og tí skuldi hann flytast fram í fremstu røð, og tá mátti Ríkisumboðsmaðurin víkja fyri løgmanni. Eftir ósemjur og fleiri broytingar í skrúðgonguni næstu árini, loysti Finnbogi Ísakson í 1998 gord­iska knútin. Hann var nýggjur løg­tings­ for­maður, og hann gjørdi av, at skrúð­gongan skuldi skipast í trimum røðum. Løgtingsformaðurin skuldi ganga í miðjuni við tingfólki eftir seg. Høgru megin skuldi løgmaður ganga við landsstýrisfólki og embætisfólki aftaná. Og vinstru megin skuldi biskupur ganga við dómpróvsti og prest­um í hølunum. Tað var eisini Finn­bogi Ísakson, sum heitti á politikarar um at ganga skrúðgongu í føroyskum búna. Finnbogi Ísakson segði í 1998 við Sosialin, at soleiðis skuldi skrúð­ gongan verða, so leingi hann var løg­ tingsformaður. Skrúðgongan er nú 21 ár seinni skipað á júst sama hátt. Endin Tá ið Páll á Reynatúgvu ólavsøku hevur sett løgtingið og sett hol á nýtt tingár, fær Aksel V. Johannesen, løg­ maður, orðið. Hann heldur tá lógar­ á­settu løgmansrøðuna, og hann skal halda seg til uppgávuna, sum er sett hon­um í stjórnarskipanarlógini. Løgmaður skal greiða frá støðu landsins og tí, sum landsstýrið ætlar sær at fremja. Avmarkað er, hvat løg­maður hesaferð kann siga um fram­tíðarætlanir, tí hann fer nú at skriva út val at vera í seinasta lagi 31. august. Hetta er fjórða ólavsøkurøðan hjá Aksel V. Johannesen, og tað kann verða seinasta ólavsøkurøðan á hes­um sinni. Nú skulu løgtingsval og politisk telving um nýggja samgongu av­gera, um Aksel V. Johannesen fær kjan­sin at halda ólavsøkurøðu aftur næsta ár. Samgongan millum Tjóðveldi, Javn­að­ar­flokkin og Framsókn hevur framt fleiri stór ella umstrídd mál, sum tey settu sær fyri, men onkur stór­mál liggja eisini eftir at gjøgnum­ føra – millum annað tí, at undirtøka ikki hevur verið fyri teimum. Nú skal landsstýrið til próvtøku hjá veljaranum, og so fæst at síggja, hvussu undirtøkan er fyri sam­gongu­ flokkunum – og um flokkarnir vinna meirilutan aftur. Talan er um hátíðarløtu, tá ið politikarar, embætisfólk og prestar ganga skrúðgongu á ólavsøku SEINASTA SKRÚÐGONGAN FYRI LØGTINGSVALIÐ Tá ið løgtingsfólk og landsstýrisfólk hava gingið skrúðgongu ólavsøkudag, verður løgtingsval útskrivað. Roknast kann við stórari útskifting í skrúðgonguni til næstu ólavsøku