Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 22 Ólavsøkan 2019 Steinar Patursson Tey, ið manna ólavsøkukabarettina í ár, eru farin til verka, og venjingarnar koyra fyri fullari skrúvu uppi í Sjón­ leikarahúsinum. Vant hevur nú verið í tríggjar vikur, og Andrias Høgenni, leik­stjóri, er vísur í, at klárt verður við einum braki av einari kabarett um nakrar dagar. Í mun til undanfarin ár er mann­ ingin hesaferð eitt sindur eldri, og millum teirra teljast fleiri royndir sjón­leikarar. Nøkur hava eisini verið partur av ólavsøkukabarettini fyrr. Nógv verður gjørt burturúr í ár. Sum vant er klárt við dansi og sangi, men harumframt verður eisini ljósshow og livandi tónleikur aftur­ við til framførslurnar, ið byrja 27. juli. Ólavsøkukabarettirnar eru kendar fyri at vera grovar - summar grovari enn aðrar - og onkuntíð hevur verið funn­ist at, at lítið er av sakligheit aftan fyri grovheitirnar. Soleiðis verður ikki hesaferð, og tey hava lagt seg eftir at gera eina kabarett við tyngd í. - Vit eru ikki grov bara fyri at vera grov, sigur Sóley Danielsen, ið er mill­um royndastu sjónleikararnar í hópi­num, og hon leggur aftrat, at har skal vera endamál við at vera grovur. - Men sjálvandi hevur hevur kabarett­in tonn. Tað er sakligt, men har er bit í. Væntandi verður val útskrivað á ólavsøku, og hetta setir krøv til til­farið hjá teimum, eftirsum at kabarettin er um somu tíð, heldur Andrias Høgenni. - Satira er eitt ótrúliga sterkt amboð, sum kann ávirka nógv. Vit hava roynt at leggja okkara egnu politisku barlast við dyrnar, og annars vilja vit halda okkum til ta meginreglu, at satiran skal sláa upp­ eftir og ikki niðureftir, sigur Andrias. Nógv er annars at tríva í, halda tey, og herfyri sótu tey og róptu um samfelagsviðurskifti í ein tíma, áðr­ enn tey kundu fara undir at venja. Tað hevur merkt tilgongdina hjá kabarettini, at øll hava verið partur av at skriva og gera tilfarið. Tað er held­ur óvanligt, at so nógv taka lut í skriv­ingini, men hesaferð hevur tað rigg­að, og tilfarið er vorðið betri av tí sama. Tað er ikki bara politikkur, ið verður satiriseraður, men eisini onn­ ur samfelagsviðurskifti standa fyri skot­um, og tí skal kabarettin røkka einari breidri fjøld enn bert teimum, ið hava áhuga fyri politikki. TAÐ ER BIT Í KABARETTINI Ólavsøkukabarettin skal ikki vera grov bara fyri at vera grov, men har er bit í, siga tey, sum skipa fyri árligu ólavsøkukabarettini