týsdagur 23. juli 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
24
Ólavsøkan 2019
Árni Gregersen
Tað er altíð ein serstakur dámur yvir,
tá ið tingsetur byrja ólavsøkudag.
Tingfólk, embætisfólk og prestar
hava saman verið til gudstænastu í
dómkirkjuni, og tey hava gingið í
skrúðgongu bæði í kirkju og úr aftur
kirkjuni.
Beint undan tingsetanini er ein
sangløta á tinghúsvøllinum, sum
eisini hevur ein serstakan hátíðar
dám. Nógvir føroyingar møta upp í
okkara tjóðbúna ella í stívasta puss.
Hesaferð verður tingið sett fyri
seinastu ferð í hesum valskeiðnum.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur
boðað frá, at hann fer at skriva út val
til Løgtingið at vera leygardagin 31.
august. Alt bendir tí á, at hann fer
at nýta høvi at gera hetta, tá ið hann
hevur orðið í tinginum ólavsøkudag
og heldur sína ólavsøkurøðu.
Í ólavsøkurøðuni greiðir løgmaður
frá støðu landsins, og hann greiðir
eisini frá, hvørjar ætlanir landsstýrið
hevur, sum ætlanin er at fremja.
Av tí at hetta er seinasta røðan í
hesum valskeiðnum, er tað sjálvandi
avmarkað, hvat løgmaður kann siga
um tær ætlanir, sum liggja í kort
unum hjá landsstýrinum.
Hetta fyrst og fremst, tí val verður
31. august, og eftir tað veit ongin,
hvør situr á krakkunum í Tinganesi.
Í stýrisskipanarlógini stendur eisi
ni, at tingið skal viðgera ólavsøku
røðuna í seinasta lagi seks dagar, eftir
at hon er hildin. Tað vil helst í hesum
føri siga, at tingið beint eftir óalvsøku
fer undir at umrøða røðu løgmans á
ólavsøku.
Av tí at tað stendur í stýris
skipanarlógini, at hetta skal gerast,
so verður tað gjørt.
Royndirnar vísa, at ein slík um
røða í stóran mun verður brúkt av
øllum flokkum til at markera seg til
komandi valið.
Soleiðis verður tað eisini í ár.
FJÓRÐA ÓLAVSØKURØÐAN
– LØGTINGSVAL FYRI DURUM
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur sitið fýra ár fyri borðendanum og fer nú at halda sína fjóðru ólavsøkurøðu
BALDRUT FÝRA ÁRA SKEIÐ
HJÁ UNGA LØGMANNINUM
Samgongan helt saman í øll fýra árini, men brotasjógvarnir vóru ógvusligir hesi árini
Árni Gregersen
Blekkið var ikki turt á samgongu
skjalinum millum Javnaðarflokkin,
Tjóðveldi og Framsókn, fyrr enn
fyrsti brotasjógvurin rakti sam
gonguskútuna.
Nývalda tingkvinnan og at
kvøðuslúkurin hjá Javnaðar
flokkinum, Sonja Jógvansdóttir,
boðaði frá, at hon tók seg út
Javnaðarflokkinum. Kortini segði
hon samstundis, at hon framvegis
stuðlaði nýgjørdu samgonguni.
Hetta kom sjálvandi óvæntað á
samgonguna, tí tað gjørdi, at hon
formliga misti meirlutan í tingi
num. Eitt plástur var tað kort
ini, at tingkvinnan lovaði, at hon
framhaldandi fór at stuðla sam
gonguni.
Men í veruleikanum byrjaði sam
gonguskeiðið – ella valskeiðið, sum
nú endar við eini samgongu, sum
í veruleikanum var ein minniluta
samgonga, tó við parlamentariskum
stuðli frá Sonju Jógvansdóttir.
Fiskivinnan
Men hetta var bert ein partur av
teimum trupulleikum, sum Aksel
V. Johannesen, løgmaður, gjøgnum
valskeiðið, hevur verið noyddur at
fyrihalda seg til.
Eitt av høvuðsmálunum hjá sam
gonguni var at skipa eina nýggja
lóggávu rundan um føroysku
høvuðsvinnuna, fiskivinnuna.
Øll loyvir vóru uppsøgd í 2007
við 10 ára freist, so hendan freistin
gekk út og ein nýggj ló mátti gerast.
Onkur hevur kanska hildið, at
hetta var ein uppgáva, sum var løtt
at loysa, men so er ikki.
Samgongan, sum sat framman
undan, royndi at fara undir arbeiðið,
men har var ósemjan so stór millum
Sanbandsflokkin og Fólkaflokkin,
at tann samgongan kom ongan veg.
Upprunaliga sá út til, at tað
kanska fór at glíða heldur lættari
ígjøgnum við hesi samgonguni,
men tað vísti seg skjótt, at hóast fólk
umboðaðu somu flokkar á tingi, so
var næstan ómøguligt at finna eina
felags loysn á fiskivinnuni.
Løgmaður hevði trupulleikar í
egnum flokki, har serliga suður
oyartingmennirnir royndu at fáa
sersjónarmið ígjøgnum, men til
endans bleiv lógin um fyrisiting av
sjófeingi samtykt.
Hon er partvís farin at virka,
men tað tykist vera torført at fáa
alt at virka og ónøgdin er stóru í
ávísum pørtum av vinnuni.
Hesar seinastu dagarnar eru
tað bátarnir í bólki 5b, sum ongar
fiskidagar hava eftir og herfyri var
ónøgdin við útlutingina av menn
ingskvotunum illa móttikin. Serliga
tí at tað tók so langa tíð hjá fiski
málaráðnum at fáa tað gjørt.
Sjálvur hevur løgmaður ikki um
sitið fiskivinnumál og heldur ikki
hansara flokkur, men tað hevur
Tjóðveldi og Høgni Hoydal, lands
stýrismaður.
Framvegis er nógv eftir at fáa
uppá pláss og uppboðssølurnar
virka ikki, sum tær eiga, heldur
í hvussu so er stórur partur av
vinnuni.