týsdagur 23. juli 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
26
Ólavsøkan 2019
Árni Gregersen
Tað hava ongantíð áður búð so nógv
fólk í Føroyum sum nú.
Í løtuni eru vit 3000 fleiri íbúgvar
í landinum, enn vit vóru hálvan
september 2015, tá ið hendan sam
gongan tók við.
– Ja, vit settu okkum fyri at gera
tað meira liviligt hjá fólki at búgva í
Føroyum, og tað hevur eydnast, sigur
Aksel V. Johannesen, løgmaður og
samgonguleiðari.
– Eg veit væl, at ein partur av
orsøkini er, at tað gongur væl í Før
oyum. Tað dregur fólk hendan vegin,
men eisini fleiri av átøkunum, vit
hava gjørt, gera, at fleiri ung fólk
eru verandi í landinum, sigur hann.
Í løtuni er møguligt at taka 18
førleikagevandi útbúgvingar í Før
oyum.
Men eisini onnur lóggáva og
aðrar broytingar, metir løgmaður
hevur gjørt, at fólk vilja búseta seg
í Føroyum.
– Sjálvur haldi eg, at hjúnabands
lógin er ein partur. Ikki tí at so nógv
samkynd flyta hendan vegin, men
meira at ungfólk sum heild halda, at
Føroyar eru vorðnar meira fevnandi,
enn tær vóru, og at her er pláss fyri
øllum, sigur løgmaður.
Avbjóðingar
At vit eru so nógv fleiri í samfelag
num gevur okkum eisini nakrar stór
ar avbjóðingar.
– Bústaðarneyðin er stór. Tað er
torført og dýrt hjá ungum at finna sær
eina íbúð ella eini hús – annaðhvørt
tað er at leiga ella eiga. Tað er ein
spurningur, vit hava arbeitt við, men
tað gongur ov seint og meira ferð má
setast á tað arbeiðið, sigur hann.
Hann vísir eisini á, hvussu torført
tað er at byggja hús uttanfyri mið
staðarøkið. Peningastovnarnir eru
ikki serliga sinnaðir at veita lán til
slíkar byggiætlanir, tí tað ofta vísr
seg, at húsini gerast so dýra, at tey
kosta meira at byggja enn ein kann
selja tey fyri.
– Í veruleikanum hevur hetta ofta
við sær, at ungfólk gerast tekniskt
insolvent, í somu løtu tey flyta inn í
teirra dreymahús. Tað kann ikki vera
rætt, sigur løgmaður.
Byggja ymiskt
Løgmaður heldur, at tað er um
ráðandi, at vit í framtíðini duga at
byggja meira fjølbroytt. At fólk vilja
búgva í miðstaðrøkinum er ikki so
nógv at gera við, men vit mugu ansa
eftir, at tað ikki verður soleiðis, at øll
tey við teimum hægru inntøkunum
búgva í Havn og restin úti um landið.
– Tað gevur eina keðiliga sundur
býting, sum ikki gagnar samfelag
num. Tí er neyðugt, at vit hjálpa til
at skapa møguleikar hjá fólki at seta
seg niður aðrastaðni enn í Havn,
sigur hann.
Haldførur búskapur
Samgongan setti sær eisini fyri, at
gera føroyska búskapin meira hald
føran uppá longri sikt.
Tað var soleiðis, at reyðar lampur
blinkaðu úti í framtíðini fyri føroyska
búskapinum, var onki gjørt við lang
tíðar haldføri.
– Men millum annað nýggja pen
sjónsskipanin hevur tryggað at hald
føri á búskapinum er batnað mun
andi. Eisini tað, at landskassin fær
meira enn 300 milljónir krónur inn
frá fiski- og alivinnuni, hjálpir væl
til, sigur løgmaður.
Eitt annað mál, sum samgongan
setti sær fyri, var at býta ríkidømi í
landinum meira javnt. Spurdur um
hetta er framt, sigur løgmaður:
– Avgjørt. Fyrst og fremst hava
vit veitt ein skattalætta til tær lágu
og miðalinntøkurnar, so tær í dag
gjalda 15 heldur enn 20 prosent í
skatti. Tøl, sum vísa, hvssu javnt
virðini eru býtt, ganga rætta vegin
og munurin millum tann fimtingin,
sum tjena mest, og tann fimtingin
sum tjenar minst minkar. Tað er gott
tekin, sigur løgmaður.
Hendan samgongan hevði ætlanir
um at fáa eina margfeldislóg sam
tykta. Tað vil siga eina nýggja um
hvørvislóg. Í henni eru fleiri broyt
ingar í mun til tað, sum er galdandi
í dag, men tað eydnaðist ikki at fáa
lógina ígjøgnum áðrenn tingið fór í
summarfrí.
Tað sama hendi við nýggju sosial
lógini. Hon var eisini løgd fyri tingið,
men dettur burtur, nú tingsetan end
ar.
– Hetta er eitt veruligt nýbrot, tí
okkara sosiallóg er ein gomul lóg,
sum vit hava pjøssað uppá, men
ongantíð gjørt frá grundini. Tí er ein
partur av henni á donskum og restin
á føroyskum, sigur løgmaður.
Heldur ikki lógin um at geva Bú
støðum heimild at læna 250 milljónir
afturat kom ígjøgnum á hesum sin
ni.
Løgmaður siur tó, at tá ið talan
um uttanríkismál, so eru vit komin
langt ávegis við nýggjum handils
sáttmálum.
– Tað fer kanska ikki at eydnast
at fáa nakran undirskrivaðan undan
valinum, men tað hendir rættuliga
skjótt eftir valið, sigur løgmaður.
SAMGONGAN HEVUR ROKKIÐ
MÁL HON VILDI RØKKA Í
VALSKEIÐNUM
Hóast sumt hevur verið torført at loysa, og summi mál duttu burtur, tá ið tingið
fór í summarfrí, er samgongan komin á mál á nøkrum økjum