Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 28 Ólavsøkan 2019 Árni Gregersen Hóast trupulleikar av ymiskum slag, so hevur hendan samgongan megn­að at halda saman, síðan Sonja Jógvansdóttir meldaði seg úr Javnaðarflokkinum Alt bendir á, at fær sitandi sam­ gonga meirlutan eftir valið, heldur hon fram, men ongi endalig lyfti um fram­hald eru tó givin. – Tað liggur í kortunum, at ber tað til við tí úrsliti, valið gevur, so seta Tjóðveldi, Framsókn og Javn­að­ ar­flokkurin seg saman eftir valið og vita, um vit ikki kunnu halda fram at stjórna landinum. Soleiðis sigur samgonguleiðarin, Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú valið nærkst í hvørjum. Hann heldur, at samstarvið millum teir tríggjar flokkarnar hevur verið so mikið gott, at tað saktans kann halda fram. – Men sjálvandi kann alt henda í politikki. Valúrslitið kann gera, at flokkarnir ikki fáa meirluta. So broytist støðan sjálvandi, leggur hann afturat. Aðrir møguleikar 33 tingfólk skulu veljast, og tað er bert veljarin, sum avger hvør av teim­u­m uppstillaðu verður valdur. Hetta ger sjálvandi, at vit ikki fyrr enn upptalt er valkvøldið, vita hvussu parlamentariska støðan er. Hvørjir flokkar kunnu fara saman reint matematiskt, og hvørjir flokkar kunnu fara saman politiskt. Veljarakanningarnar hava havt nøkur boð, sum siga, at annað­ hvørt Fólkaflokkurin ella Javn­aðar­ flokkurin verður størsti flokkurin. Ein trumfur fall til Javn­að­ar­flokkin, nú Sonja Jógvansdóttir boð­aði frá, at hon ikki stillar upp. Hon hevði annars meldað seg inn í Eysturoyar Tjóðveldisfelag og fór vænt­andi at stilla upp har, men tað ger hon ikki nú. Hetta ger helst, at Javn­aðar­ flokkurin ikki missir atkvøður av heseri orsøk, men varðveitir javn­ aðar­atkvøðurnar í Eysturoynni. Sum kortini liggja nú og sum for­maðurin í Javnaðarflokkinum hevur úttalað seg, so sær flokkurin eisini ein møguleika at fara saman við Sambandsflokkinum í einum kom­andi valskeiði. Helst skal ein av teim­um smærru flokkunum ti til eina slíka samgongu. Møguleikin fyri, at tað verður Fólka­fllokkurin, sum skipar sam­ gongu er eisini til staðar. Fremst at bjóða við er Sambandsflokkurin, men tað nyttar onki at bjóða Javn­ aðar­flokkinum við. – Vit hava sagt, at vit fara ikki í sam­gongu við Fólkaflokkinum, men vit vilja fegin samstarva um politikk, sigur Aksel V. Johannesen. Um Tjóðveldi tekur av einum til­ boði frá Fólkaflokkinum er ógvuliga iva­samt, tá ið hugsað verður um, hvus­su ósamdir teir báðir flokkarnir eru um fiskivinnunýskipanina. Fólkaflokkurin og Sam­bands­ flokk­urin eru sjálvandi eisini ein møguleiki, serliga eftir at Fólka­ flokkurin meira ella minni hevur slept ætlanum um at gera Føroyar sjálv­støðugar. Alt hetta eru bert gitingar, tí flokkarnir hava ilt við at finna saman og gera longri semjur Stjórnarskipanin Besta dømið um, hvussu ósamdir flokk­arnir eru, og hvussu torført teir hava at laga seg hvør eftir øðrum, er upp­skotið um eina stjórnarskipan fyri Føroyar. Hon hevur verið undir stokkinum, men tá ið avgerandi løtan hevur verið har, so hevur onkur flokkur sett seg ímóti onkrari orðing, so enn er ikki komið á mál. – Eg eri ógvuliga harmur um, at tað ikki eydnaðist okkum at gera eina stjórnar­skipan. Tað eigur at vera ein slík fyri okkum føroyingar, men veru­leikin er tann, at viljin at fáa hetta gjørt er ikki nóg stórur sigur løg­maður. Hann hevur tí valt ikki at gera meira við málið í hesari tingsetuni, tá ið hinir flokkarnir ikki hava sama enda­mál: at fáa stjórnarskipanina sam­tykta. – Nei, tí havi eg valt at lata upp­ skotið liggja, tað sum eftir er av val­ skeiðnum, men eg haldi, at vit sjálv­ andi eiga at gera hetta arbeiðið liðugt í komandi valskeiðið, sigur Aksel V. Johanne­sen, løgmaður Árni Gregersen Nýggi miðnámsskúlin í Marknagili í Havn er endaður sum Føroya størsta byggigøla. Skúlbygningurin kostar nógv meir enn ætlað og í fyrisitingini hev­ur hann fingið stórar av­leið­ ingar. Landsverkfrøðingur var sendur til hús, og tað var landsstýriskvinnan við mentamálum eisini. Lands­stýris­ maðurin við samferðslumálum legði frá sær, áðrenn gølan av álvara gjørd­ist almenn. Eisini eru fleiri høgtstandandi per­sónar á landsverksstovninum sendir til hús. Hvør hevur ábyrgdina av gøluni er tó ikki sligið fast enn, men grein­ ingar og kanningar koyra í ymsum løg­um í skipanini. Tíbetur virkar skúlin, og næm­ ingar verða undirvístir har. Í sama tíðarskeiðið verður undir­sjóvartunnil gjørdur millum Streym­oynna og Eysturoynna. Tað sær út til at koyra eftir løgdu ætlan­ini, og nú verður farið undir at bora millum Sandoynna og Streym­ oynna. Landssjúkrahúsið verður eisini bygt – sokallaði H-bygningurin. Tað sær eisini út til at ganga eftir ætlan, hó­ast okkurt hevur verið frammi um eykarokningar, men í nógva ferð­ir minni stíli enn í sambandi við Glasir. So á almennu íløgusíðuni er fram­vegis ferð á, og brúk er fram­ vegis fyri nógvum hondum. Millum annað tí, koma fleiri og fleiri útlendskir handverkarar til Føroyar – í løtuni eru teir helst umleið 1000 í tali. GLASIR, TUNLAR OG LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Byggigølan á Glasi hevur fylt nógv, men fleiri aðrar stórar verkætlanir koyra SAMGONGUMØGULEIKARNIR EFTIR LØGTINGSVALIÐ Løgmaður er sinnaður at halda fram við somu samgongu