Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-23, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2019síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 36 Ólavsøkan 2019 Høgni Mohr Tað hendi fyri tíggju árum síðan. Eg sat uttan fyri barrina í Bøgøtu og stardi eftir einum stór­um steypi av ísakøldum øli. Hetta var fríggjakvøldið áðrenn norð­ oyastevnu.  Vónin var at kveyla bróðurpartin av hjómutu bjórini í meg, men knapp­liga kílaði ein maður seg inn ímillum meg og mínar ø-vitaminir. Petur í Gong var navnið. Tíbetur var tað ikki gamli Petur í Gong. Tann mannin ørminnist eg sum edrúan prædikumann í brúdleypinum hjá Arnfríð og Albert Hentze. Tað var tann 19. apríl 1986 á Bakka­ num í Vági. Vit yngru sótu hálv­ fullir við brúdleypsborðið á ein­ stjørnaða hotellinum, meðan kommunupolitikarin úr Havn royndi at oyðileggja stemningin uppaftur meira: "Latið ikki fløskuna ráða í heimi­num," dundi hann oman yvir hjúnini. Maðurin, sum 23 ár seinni kom millum meg og mína elskaðu øl sjálvan norðoyastevnuaftan, var mín góði vinur og altso eisini abbasonur ta gomlu festbremsuna at sama navni. Mótvilligur setti eg glasið frá mær. Petur var ikki ørindaleysur, men eirindaleysur: "Tú kemur at rógva við Knørri á norðoyastevnu í morg­in!" Froðin av tølandi ølinum hekk í munnklovunum, tá ið eg nikk­ aði fyri frið skyld. So elgdi eg alla ølina í meg. Petur fór, og eg fór eftir eini aðrari. Dagin eftir mynstraðu vit í Klaks­vík. Á dett syndarliga lið. Meg minnist ikki allar, men eg var eftir øllum at døma har. Við timbur­ monnum. Stigtakarin í Gong var eisini til staðar. Rúni Joensen, ævigur aðal­stjóri, somuleiðis. Og so Marner Jacobsen, ikki so ævigur bankastjóri. Hetta var tó áðrenn, at Eikbanki misti sítt egna støðufestið. Allir vóru hálvgamlir til tað, og onkur enntá aldrandi. Eg var 40 og millum teir yngstu. Vit hugsaðu eftir øllum at døma: Aldur eingin forðing, hvørki okkara egni ella tær í sjónum. Gaman í, vit taptu so dyggiliga, og Marner hjá Karlot mundi doyð. Men í mun til í ár, so róði Knørrur ta norð­oyastevnuna. Hann kom enntá á mál og alt. Mong minnast miseydnaða skí­ leyparan, Michael Edwards, frá olymp­isku vetrarleikunum í Kanada í 1988. Fá vita, hvør streyk avstað við gullinum, men Eddie the Eagle úr Onglandi verður seint gloymdur. Eg áni heldur einki um, hvør vann áttmannafarsróðurin í Klaksvík í 2009, men knarrarmenn aftastir vóru ALDUR EINGIN FORÐING Høvundin Høgni Mohr hugleiðir um kappróður framhald á síðu 38