týsdagur 23. juli 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
38
Ólavsøkan 2019
glaðir og vildu halda fram.
Tað gjørdu vit so. Stuttligt var,
at Marner fór av, men Eik kom við.
Hendan eikin var ongin banki, men
dóttir Óla Jákup, sinniliga toftu
mannin frá Gjógv. Gentan við tí for
bankaða navninum stýrdi eitt skifti,
og hon stýrdi og bestemmaði væl.
Onkursvegna byrjaðu vit aftast
eins og Kaj Leo Holm Johannesen,
sum av onkrari løgnari orsøk var
blivin løgmaður árið fyri. Ikki ein
kjaftur trúði upp á hann. Neyvan
heldur hann sjálvur. Men so fór
Kaj frá kai, og hann vann seg fram,
møguliga tí eingin trúði upp á hann.
Knørrur otaði seg eisini uppeftir.
Tað gekk bara betur og betur, sum
kappróðrarárið leið. Vit drupu Ørv í
Sandavági og fingu bronsu um hálsin
afturfyri. Ørvsgarparnir, ið máttu
lúta á vestanstevnu, vóru meiri enn
20 ár yngri enn vit í miðal. At enda
á ólavsøku lá Knørrur mitt í riðlinum
av sjey áttamannaførum.
Ein týskari, sum æt Steffen Tann
häuser, róði við okkum. Steffen var
ein stak gemütligur maður. Eitt
summarkvøld kom hann marsjerandi
oman í mølina og spurdi, um vit
manglaðu ein mann. Vit søgdu Ja
uttan at nevna kríggið, og Herr
Tannhäuser hekk við til tann bitra
enda. So góðir vinir gjørdust vit, at
á ólavsøku smurdu knarrarmenninir
bundesrepubliska flaggið í andlitið
til heiðurs fyri honum. Vit fóru dam
landi út á málið, málaðir svartir,
reyðir og gulir í fjesinum. Úti undir
argjalandinum á tjóðarhátíð før
oyinga lærdi mann so, at tað fanin
heldur ikki er lætt at vera týskari.
Undir startinum reistu devlarnir á
Nevinum Reyða seg nevniliga upp og
gjørdu nasi-salutt. "Schweinhunde,"
hugsaði eg. Tíbetur vunnu vit á
nasadjørvu nevsleikarununum. Kraft
durch Freude.
Summarið fór at halla, og knarrar
menn hildu fram at venja í báti. Eg
bleiv góður við hinar sum menn við
øllum tí, sum lívið hevur at bjóða
slíkum. Marner, sum legði árarnar
inn bæði beinleiðis og í flottari
merking, hevði óivað sína útlánskvøl
longu tá, eins og eg bar upp á mín
dulda ótta fyri panikkangist, sum eg
garderaði meg við við altíð at hava
eina pisu av brennivíni við mær til
venjing. Hvat hinir drógust við, veit
eg ikki.
Um heystið fóru summir av, og
aðrir komu við. Eg haldi, at teir
høvdu hoyrt, hvussu væl vit trivust.
Men móti vetri varnaðist eg, at
summir av hesum nýggju møttu
upp við pulsmátara. So líðandi bleiv
áttamannafarið brúkt til einmans
róður. Tigandi og tungan einmans
róður. Menn høvdu seg sjálvar sum
projekt. Tá ið hasar týpurnar fingu
fasta hýru, bleiv eg skeptiskur; mann
er bæði borið og gjørt grenj, so tað
var ikki so løgið í sjálvum sær. Eg gav
teimum kortini ein kjans.
Tað gekk móti ljósari tíðum, men
tíverri blivu androidarnir við at vasa
um sín spildurnýggja pulsmátara og
metlága hvílipuls. Tá ið teir eisini
begintu at útbasunera, hvussu nógv
teir nú einaferð høvdu runnið áðrenn
venjing, harnaði svanasongurin al
samt fyri oyrum mínum. At enda
gavst eg og fór av.
Viva les Bleus. Tað er lekkurt at
vinna. Til lukku. Ormurin er langur,
men málið er stytt. Alt fyri at varð
veita kappróður. Men tey, sum hava
úttonkt hetta og hatta, sum skilmarkar
diskursin í tjóðarítróttini, eru bara
kappróðrarfólk. Umstartur: Tey eru
kappingarfólk. Sum í so mongum
viðurskiftum eru eingir filosofiskir
tankar aftanfyri. Kappróður, møgu
liga vakrasta ítrótt í verðini við
ektaðum vígvølli, gandakendum
listahandverki og allari søgu landsins
sum barlast, líður undir somu lagnu
sum bygging í Havn anno 2019 og
ætlanin at talgelda Føroyar, nevniliga
ansloysinum hjá teimum, sum bara
vilja vinna á tí stutta teininum.
At nýsmíðaðir bátar standa
óbrúktir, og bara trý tíggjumannafør
rógva, er orsakað av hesum vinnara
mentalitetinum. Alt skal ganga skjótt.
Kappróðurin sigrar seg í hel. Hava vit
brúk fyri vinnarum í fáum bátum ella
romantikarum í øllum førum? Møgu
liga er tað líkamikið. Kanska skulu
vit bara gevast at rógva. At gera
bendlar til sátu er eisini mest sum
avlagt. Tað yvirliva vit eisini.
Tað, sum eg royni at siga við tykk
um, ið ongar filosofiskar tankar hava,
men bestemma alt allíkavæl, er hetta:
Tað er pláss fyri vinnaramentaliteti
uttan at vera nummar eitt. Knarrar
menn hava ongantíð havt tað so
stuttligt og gott, sum tá ið teir
byrjaðu kappingarárið ótrenaðir
við timburmonnum – í Klaksvík av
øllum støðum.
So fekk ein sagt tað.
At spara seg er deyðssynd. Tað
kann tó eisini vera stuttligt, at onkur
ikki tímir at tiva. Fyri mongum árum
síðan róði Herlo Boyggi á jóansøku í
Vági. Tá ið menn komu útlúgvaðir á
mál, læt í úthvílda Herlo: "Skulu vit
taka ein spurt yvir í neystið?"
Á ólavsøku verður seinasti FM kapp
róðurin í ár, og tá falla seinastu av
gerðirnar. Í trimum róðrum er stórur
spenningur um, hvør fer at vinna FM
heitið, meðan avgerðirnar eru falnar
ella mest sum falnar í hinum róðr
unum. Bátarnir vilja tó fegnir vinna
ólavsøkuróðurin, og tí verður nógv
lagt fyri, hóast kappingin um FM er
liðug í fleiri róðrum.
Í barnaróðrinum hjá dreingjum
hevur Fípan Fagra longu vunnið FM
heitið – teir eru 11 stig framman fyri
næsta bátin.
Hjá 5-mannaførum hjá gentum
liggur Blikur til at vinna FM-heitið
– tær eru sjey stig framman fyri
Drekan.
Erla Kongsdóttir hevur tryggjað
sær FM heitið hjá 5-mannaførum við
kvinnum – tær eru 10 stig fremstar
fyri seinasta róðurin.
Sølmundur liggur til at vinna
FM hjá 6-mannaførum við kvinnum
– tær eru sjey stig framman fyri
Fortuna.
Hjá 5-mannaførum við dreingjum
hevur Hvessingur verið suverenur í
ár, og manningin hevur tryggjað sær
FM heitið.
Ormurin Langi hevur verið nógv
sterkastur í 10-mannafarsróðrinum,
og teir skulu nú bara seta seinasta
punktumið í ólavsøkuróðrinum.
Í trimum kappingum er stórur
spenningur til ólavsøku – tað er
í barnaróðrinum hjá gentum, hjá
5-mannaførum við dreingjum og hjá
8-mannaførum.
Í barnaróðrinum hjá gentum liggja
Hulda og Ingibjørg á odda. Hulda er
eitt stig framman fyri, og tí verður
tað vinnarin av ólavsøkuróðrinum,
sum fer við FM heitinum.
Í 5-mannaførum hjá dreingjum
liggja Heykur og Royndin Fríða
stavn um stavn – báðir bátarnir
hava fingið 35 stig higatil, og har
vera seinastu tøkini avgerandi
fyri, hvør skal lata seg krúna sum
føroyameistari.
Stórur spenningur hevur alt ár
verið hjá 8-mannaførum. Kappingin
millum Argjabátin og Nevið Reyða
hevur verið sera tøtt, og í fleiri róðrum
hevur lítil og eingin munur verið á
bátunum. Nú fara 8-mannaførini at
rógva finalu á ólavsøku.
Ólavsøkuróðurin verður seinna
partin ólavsøkuaftan.
STÓRUR SPENNINGUR
Í TRIMUM RÓÐRUM
Fleiri bátar hava tryggjað sær FM , men í trimum kappingum er stórur spenningur til ólavsøkuróðurin
Nevið Reyða skal rógva finalu í móti Argjabátinum í róðrinum hjá 8-mannaførum
Høgni Mohr, rithøvundur. Mynd: Vice Media