Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-23, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2019síða 40

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 40 Ólavsøkan 2019 Kaj Leo Holm Johannesen Tað er bara nakað serligt hetta við Ólav­søkuni. Tað er einki sum at síggja vakran, treystan og spentan ung­dóm, bíða til leikir byrja. Tann harða venjingin, vin­skap­ urin, sum er knýttur, spenningurin um, hvussu fer at roynast. Eru hinir betri á degnum, ella fáa vit løn fyri stríð­ið. Ólavsøkan er so nógv ymiskt, við so nógvum upplivingum, at tað er ringt at taka nakað úr rúgvuni, tað há­tíðar­liga ella tað meira formella, tá vaks­in fólk, kvinnur og menn, vald av fólki­num, ganga skrúðgongu. Leiðin úr Havnar kirkju niðan á Ting­húsvøllin, at hoyra kórið syngja, kenslan og gásaholdið, tá tjóð­sang­ urin verður sungin, stoltleikin av at verða føroyingur, og at hoyra til. Vit øll somul hava tikið førningin víðari frá okkara forfedrum, sum høvdu tað hart og strævið, og hvar morgun­in ikki kundi siga, hvat kvøld­ið bar, missurin av synum og døtr­um, á sjógvi, so væl sum við sjúkra­song. Nógvar upplivingar Tað eru okkara forfedrar og okkara sam­tíðar lagnir, sum binda okkum saman, frá ættarliði til ættarlið. Eg havi havt teir framíhjárættir sum føroyingur at hava gingið skrúð­gongu við Kyndil og við HB. Onkun­tíð fingið heiðurin at ganga fremst við flagginum umboðandi øll ítróttarfeløgini á Ólavsøku. Spælt mangan Ólavsøkudystin fyri HB, róð kapp við Argjabátinum fyri nógvum árum síðani, minnist enn pínuna frá teim svíðandi bekksárunum, tá farast skuldi undir brúsu, og vatnið rann niður eftir rygginum - tað skal upp­livast, og so árabløðrurnar á fingrunum, og alskins ráð at fáa tær burt­ur aftur. Men eftir nakrar vikur var húðin vorðin sum gott leður, og muskulatur­ururin var komin, har sum hann skuldi hjá einum sterkum rógvara. Seinni á lívsleiðini havi eg eisini í øðrum politiskum vási havt heiðurin at gingið á odda sum løgmaður í nógv ár. Tann kenslan, eg fáa í kirkjuni á Ólav­søku av eyðmýkd fyri okkara søgu og okkara kristna siðaarvi, eru ógloym­andi løtur, og tá tann altíð gev­andi Gudstænastan er at enda kom­in, og vit tríva í tjóðsangin, tá er ikki neyðugt við orðum. Styrk­in av nógvum songrøddum, kenslan av samanhaldi, kenslan av styrki, kenslan av sorg av mistum lands­ monn­um, hetta kann ikki sigast, hetta eigur at upplivast. Lærið av mistøkum Góði ungdómur! líkamikið um tit vinna, ella tit tapa, so hava tit sama virði og somu dygdir sum menniskju, tann keðiliga kenslan ikki at hava sligið til akkurát hendan dagin, skuldar­kenslan at hava svikið tíni vinfólk, tí tú gjørdi feilir, ella tú misti fokus, ikki dvølja við tað, hetta er al­ neyðugt fyri, at tú skalt mennast sum ítróttarfólk og gerast betur. Enn tann dag í dag, tá tosað verður um kajtúr, so smílast fólk. Hetta er eitt orðatak ella eitt frímerki eg fekk á mín­ar herðar sum fótbóltsmálmaður, tá eg í 80’unum ofta spældi for offensivt sum málmaður og onkuntíð gjørdi okkurt dropp í málinum. Men eg gjørdi eina bindandi avtalu við meg sjálvan um, at persónlig mistøk koma ongantíð at steðga mær her í lívi­num, og onnur koma so at meta um av­rikini. Boðskapurin til okkara ungdóm frá mær í dag er ikki “ tab og vind med samme sind,” boðskapurin hjá mær er tap og lær, tað ger tykkum sterk og til betri menniskju. MISTØK KUNNU GERA OKKUM STERKARI – Líkamikið um tit vinna, ella tit tapa, so hava tit sama virði og somu dygdir sum menniskju, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen í heilsan til ítróttarfólk