týsdagur 23. juli 2019síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
42
Ólavsøkan 2019
Lagt til rættis: Dagfinn Olsen
Eitt, ið kann fáa sinnini hjá føroy
ingum í kók, er kjak um føroysk
klæði, og um tað er í lagi við broyt
ingum og at gera tey nýmótans.
Manna millum verður kjakast, og
á facebook bólkum, eitt nú fyri bindi
áhugað, verður kjakast um hetta, og
tað er langt frá, at fólk eru samd.
Vit hava vent okkum til Lailu av
Reyni, sniðgeva, og Mirjam Carlsen,
ið fæst við at gera føroysk klæði, og
spurt um teirra meting, nú tað er
vanligt, at fólk seta føroysku klæðini
saman á ymsan hátt, nýta nýggjar
litir og kanska seta persónligan dám
á.
Ikki fara ov langt av leið
Laila av Reyni sigur seg ikki vera so
øgiliga við upp á broytingarnar.
- Ein eigur at halda seg til sið
bundnu føroysku klæðini, men við
broytingum sum tæna passforminum
og tí praktiska, sigur Laila av Reyni.
Mirjam Carlsen vil heldur ikki ov
langt frá tí siðbundna.
- Eg havi als ikki lagt til merkis,
at føroysku klæðini hava verið brúkt
í mongum sniðum, men at fólk fáa
íblástur av føroysku klæðunum. Tað
er stuttligt at síggja, at kvinnur nýta
skúrtið ella troyggjuna hvør sær til
serlig høvi og veitslulag. Tað sama er
við monnunum, sum eg serliga síggi
nýta vestin stakan - innanfyri klædn
ing, ella bara vestin ella knappa
troyggjuna til serlig høvi.
-Tað er ein fragd at vera við til at
hjálpa fólkum, og vegleiða teg at nýta
síni egnu klæðir í litum og saman
setingum, uttan at fara ov langt frá
tí siðbundna, sigur Mirjam Carlsen.
Bæði Laila av Reyni og Mirjam
Carlsen halda, at ein eigur ikki at
fara ov langt frá siðbundnu føroysku
klæðunum.
Afturparturin skal
koma til sín rætt
At farast ikki skal um mark, eru tær
báðar samdar um.
- Tað er fínt, at fólk eru eym um
síni føroysku klæðir. Tey eru ein part
ur av tjóðskapinum í okkum, og eg
haldi, at øll kenna ein ávísan stolt
leika, tá tey lata seg í tjóðbúnan. Men
tað kann verða til fyrimun at broyta
tey eitt lítið sindur, uttan at broyta
úttrykkið á teimum. Tað, at klæðini
sita væl, hevur alt at siga. Eg brúki
eitt nú stívarar í klæðunum, fyri at
tey skulu sita betri og eitt lítið “twist”
her og har er heilt okey. Harafturat
dámar mær best at brúka 10 mallur
til kvinnutroyggjuna, ístaðin fyri 8
mallur, sum annars er siðvenja. Tað
gevur nakað eyka. Onkrar praktiskar
loysnir høvdu ikki bilað, eitt nú tá eg
hugsi um mannfólkabúnan. Haldi, at
onkur betri loysn kundi verið fyri at
fingið hosurnar at sitið, og kanska
eina permanenta splittu í buksurnar,
so tað ikki skal verða ein fyritøka, tá
man skal á wc. Eisini nokkso spell,
tá man sær ein mannfólkaafturpart,
sum ikki kemur til sín rætt, tí buks
urnar sita illa. Alt í alt; smáar broyt
ingar við skili,sigur Laila av Reyni.
- At fá a íblástur av føroyskum
klæðum er ikki at fara útum mark,
men at menn skuldu farið í kilt
til føroysk klæðir á ólavsøku, ella
dansa strip-tease í føroyskum
klæðum, ella sum eg fyrr plagdi
at síggja fullar menn, sum lógu
og bóltaðu í føroyskum klæðum,
er at fara út um mark. Eg spyrji:
Hvørji eru siðbundnu klæðini? Tað
ímyndi eg mær er ólavsøkukórið,
sum stendur á Tinghúsvøllinum og
syngur ólavsøkumorgun, ella míni
fyrstu føroysku klæðir, sum eg fekk
sum 17-ára gomul, har vermóðir,
Katrina Carlsen, bant mær troyggju
og mamma, Jutta, seymaði skjúrtið.
Fyrriklæðið og russiska turriklæðið
keypti eg frá Liffu og silvurið, Vík
ingur, keypti eg frá Niels L.Arge. Hesi
siðbundnu klæðini fara ongantíð at
doyggja, men vit síggja eitt íslett í
kvinnubúnanum í dag frá uppaftur
eldri tíðin, har íblásturkemur frá
fornminnisavninum. Og tað er stutt
ligt at síggja, at handilin Marjun
Heimá hevur tikið henda táttin upp,
sigur Mirjam Carlsen.
Bæði Mirjam Carlsen og Laila
av Reyni hava ávísar royndir, tá tað
kemur til broytingar.
- Havi altíð verið fasinerað av
føroysku klæðunum, hvussu tey sita
uppi á fólki, hvussu litir og tilfarið
sum heild sær út. Havi mangan
ímyndað mær, hvussu mann kundi
gjørt tey sum eina heild í litspæli og
nýta nýggjar litir. Í dag situr konan
ikki og bíðar til maðurin kemur heim
úr Onglandi við einum toystykki,
men vit hava møguleika til at skaffa
alt tg að tilfar, vit hava hug til. Sjálv
læt eg elstu dóttrina fáa míni sið
bundnu klæðir, við næstu dóttur
valdu vit báðar at gera ein samlaðan
grønan búna, sum vit hildu vera sera
vakran, men tað skelkaði summar
eldri damur í Havn, at eg skuldi váða
mær at broyta nakað við klæðunum
og evarð skeldað út. Síðani gjørdi eg
triðu dóttrini eitt lilla litað sett, sum
hon ynskti sær, har Poulina Jóanesar
dóttir fekk vindiprøva av litsaman
setingini, og eg keypti ljóst lilla garn
frá henni til einslitaða troyggju, so
skjúrtið og troyggjan hingu saman í
litum. Svart fyrriklæði og turriklæði,
sum vóru broderað í somu litum,
sum sjúrtið. Heildin var sera vøkur,
men ábreiðslurnar vóru ikki so fáar.
Onkuntíð søgdu tær, at tær tordu
næstan ikki út við klæðunum. Síðani
fór eg at bjóða pørum, sum bíløgdu
sær klæðir, at eg kundi gera heildina,
so hon hekk saman, at litirnir gingu
aftur hjá báðum, og at broderingin,
sum var í fyrriklæðnum, kundi eisini
vera í vestinum. Hetta hava fólk
sanniliga tikið til sín og eru sera glað
um tað. Eg og systir mín Rutt, hildu
at tað hevði verið stuttligt at byrja
nýggjar litir í vestum, og minnist
eg ein myrkt lilla vest, sum hon
broderaði, har eg gjørdi ein gráan,
broderaðan við svørtum, fyri síðani
at gera ein gulan vest til sonin, sum
hann ynskti sær. Menninir hava so
hjartaliga tikið hetta til sín, serliga
teir ungu og má eg siga, at eg eri
errin av at hava verið við til at
broyta nøkur ting, sum ger, at frá
at klæðini bara vóru brúkt eina ferð
um árið á ólavsøku, nú verða brúkt
til allar próvhandanir, til allarflestu
veitsluløg og brúdleyp, og kappast
verður um at eiga tey vakrastu ella
sjáldsamastu klæðini, tá talan er um
litsamansetingar og mynstur. Fólk
eru tjáðskaparsinnað og errin av at
vera føroyingar. Siðbundið? Báta
húgva, knappatroyggja, vestur, knæ
buksur, hosur, hosubond og skógvar
verða tilvirkað á sama hátt - eing
in broyting. Hjá kvinnum skjúrt,
troyggja, møttil tilvirkað á sama hátt
- eingin broyting. Fyriklæðini, sum
vit keyptu frá Liffu fáast ikki meir.
Tey russisku turriklæðini eru komin
aftur - ístaðin eru vit farin at veva
fyrriklæði og turriklæði, ella brodera
hesi. Mín niðurstøða er, at føroysku
klæðini eru blivin ein fólkaogn, frá
teimum smæstu til tey elstu eru farin
at kappast um at ogna sær klæðir og
gleðast um at seta sítt egna eyðmerki
á, sigur Mirjam Carlsen.
Aftur í kýsa
- Í mong ár hava flestu menn ynskt
sær einlitaða, tøvda troyggju, og er
rákið nú, at menn eru aftur farnir
at fáa sær mynstrutar troyggjur.
Somuleiðis hjá kvinnum, hevur
eitt rák verið, at fáa sær einlitaða,
svarta troyggju, men tað rákið er
eisini við at venda til at flestu fáa
sær mynstrutar troyggjur - trýkvart
erma ella langa ermu er framvegis
toppskorari, og tað er allarhelst tí tað
er so kalt í Føroyum. Eg vildi ynskt
at fleiri kvinnur lótu seg í kýsan,
tí hann er veruliga vakur. Fyrr var
hann seymaður í brokade-toyi, sum
ikki so lætt fæst longur, Men ein
roynir at finna loysnir við tí eisini,
sigur Mirjam Carlsen.
- Eg havi gjørt onkran kjóla við
íblástri frá FO- klæðunum, men tá
havi eg ikki kallað tey føroysk klæðir,
sigur Laila av Reyni.
Ólavsøka er í hondum, og óivað
verða føroysk klæði at síggja í ymsum
sniðum og litum, og kjakið um tað
siðbundna mótvegis nútímangerð
steðgar neyvan fyribils.
FØROYSKU KLÆÐINI:
- SMÆRRI BROYTINGAR
ERU OKEY
Tað halda Laila av Reyni og Mirjam Carlsen, sum báðar so ella so fáast við klædnaframleiðslu,
hvørt talan so er um føroysk klæði ella at íblásturin kemur frá føroysku klæðunum