týsdagur 23. juli 2019síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
44
Ólavsøkan 2019
Dagfinn Olsen
Havnakvinnan Oda W. Andreasen
hevur gjørt dreym til veruleika. Hon
fór frá føstum starvi, til at reka ferða
vinnuvirksemi í Mykinesi.
Hetta hevur við sær, at Oda ikki
heldur ólavsøku í Havn. Hinvegin
verður ólavsøkan hildin í Mykinesi,
men hetta leggur Oda onki í.
Hon hevur úr at gera, og nú vit
práta við hana einar 14 dagar fyri
ólavsøku, situr hon og leggur ætlan
fyri páskirnar komandi ár.
Í føroysk klæði í Mykinesi
- Eg tók føroysku klæðini við mær til
Mykinesar, nú eg fór út, eftir ein túr
inni á fastlandinum. Eg gleði meg at
vita, hvussu ólavsøkan verður hildin
í Mykinesi, og eg ætli mær í føroysku
klæðini, sigur Oda W. Andreasen.
Á ólavsku fær hon tvey svensk
ferðandi, tvær kvinnur, og hóast Oda
hevur greitt teimum frá um ólavsøku,
so vildu tær heldur vitja í Mykinesi,
heldur enn at vera millum so nógv
fólk.
- Eg havi í mesta lagi 4 ferðandi
í senn. Hetta ger, at hjá teimum er
tað sum at vitja familju ella vinfólk.
Tey búgva og eta hjá mær, og eg eri
saman við teimum alla tíðina. So
ganga vit kvøldartúr niðan til portrið
og fram við allari vestaru eggini út
á Nev, meðan vit síggja sólina seta.
At enda sessast vit og njóta løtuna
og stillið, við heitum kaka við útsýni
yvir súlurøkurnar og lundar, meðan
veðrarnir ganga framvið úti á Nevi,
sum er uppi yvir økinum, har man
kemur oman av Rógvuni. Av og á
siggja vit eisini kópar á flesjunum og
hoyra hesar. Eg gangi ikki út í Hólm,
leggur Oda afturat.
- Teimum dámar eisini væl matin,
ið tey fáa frá mær. Tey fáa til dømis
heimabakaða køku, fiskasuppu,
langtíðarstoktan bógv og ovnbakað
an laks og til morgunmat heimabak
aðar bollar og egg úr Mykinesi, her
hønurnar ganga í túninum, sigur Oda
W. Andreasen.
- Ein má baka, tí hetta er sum í
gomlum døgum, tí vøra má bíleggjast
og kemur einans einaferð um vikuna,
sigur Oda W. Andreasen.
Gloyma klokkuna
Men tað er ikki bert summarið, ið
dregur í Mykinesi.
- Mær dámar eisini ómetaliga væl
í Mykinesi um veturin, sigur Oda. So
hugna vit okkum, og ein vitjar inn á
gólvið hjá onkrum, har fólk savnast
til kaffi og prát. Tað er hugnaligt, sig
ur Oda, sum leggur afturat, í vetur
vóru tey eini 10 fólk í Mykinesi.
- Tá ein er í Mykinesi, so gongur
ikki long tíð, so gloymir ein alt um
klokkutíð, og brátt missir ein næstan
dagaskil, sigur Oda W. Andreasen.
Havnarkvinnan í Mykinesi gleðir
seg til eina øðrvísi ólavsøku, sum ikki
verður hildin í Havn.
- Eg fari at hyggja eftir kappróðri
í KVF, fari í føroysk klæðir, og gleði
meg at uppliva, hvussu ólavsøkan
verður hildin í Mykinesi, og eg vóni,
at til dømis verður farið upp á gólv í
dansistovuni, sigur havnarkvinnan í
Mykinesi, sum hevur gjørt dreymin
til veruleika, og stórtrívst, nú hon
rekur ferðavinnuvirksemi vestast í
Føroyum.
HAVNARKVINNA
HELDUR ÓLAVSØKU
Í MYKINESI
Oda W. Andreasen úr Havn hevur gjørt dreym til veruleika, og rekur ferðavinnuvirksemi í Mykinesi. Tað hevur m.a.
við sær, at hon ikki er í Havn á ólavsøku, men hon ætlar sær at halda ólavsøku í Mykinesi í føroyskum klæðum