týsdagur 23. juli 2019síða 48
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
48
Ólavsøkan 2019
Eirikur Lindenskov
Fara vit langt aftur í tíðina, so varð
gamla Havnin býtt sundur í tveir
býarpartar, »heima í Havn« og »úti
í Havn«.
Býarparturin »heima í Havn«
hevði sín miðdepul í Gongini. Hann
røkk frá Doktaragrund niðan á Húsa
brúgv – millum Reynið og Havnará.
Býarparturin »úti í Havn« var
býarparturin úti á Tinganesi, har
handilin, kirkjan, prestaskúlin og
Látínskúlin var.
Leita vit aftur í 17. øld, so var
Havnin ein ógvuliga lítl býur, sum
lá fyri tað mesta í millum – ella uttan
fyri tær báðar áirnar, Havnará, sum
í dag rennur undir Áarvegnum, og
Mylná, sum rennur undir Mylnugøtu
frá Vaglinum og oman í Vágsbotn.
»Gongin« var tann smala gøtan,
sum gekk av Reyni og niðan til
Bringsnagøtu. Gøtan var sermerkt
við, at hon var so long og so smøl, og
vóru sera nógv hús fram við gøtuni.
Serliga eyðkend vóru tey átta húsini,
sum stóðu áføst har, sum Sjóvinnu
bankin bygdi í 1932.
Í dag er tað bara tann norðrasti
parturin av Gongini, sum er varð
veittur soleiðis, sum hann at kalla
altíð hevur verið. Ovast ímóti
Bringsnagøtu standa vestan fyri
Gongina framvegis Dandastovurnar,
Baianstova og Kamarið, Nýggjastova
og Nólsoyarstova. Eystarumegin
stóð Áarstova, sum varð tikin niður
í tríatiárunum, síðani Knútsstova
og Vertshúsið, sum í dag hýsa mat
stovuni Áarstovu og so Fútastova.
Her um leiðir var mesta virksemið
í Havn, og tí var Gongin høvuðsgøtan
í Havn. Havnin var ikki ein stórur
býur, her búðu um 300 fólk um
aldaskiftið 1700. Nógv av teimum
hava verið embætisfólk og fólk við
tilknýti til Skansan.
Havnin gjørdist kirkjuligur
høvuðsstaður eftir trúbótina í 1540,
hóast kirkjuovastin, próstur, vanliga
búði inni á Nesi í Eysturoy. Í 1609 var
landsins størsta kirkja bygd í Havn.
Hóast vit ikki vita um kirkju fyri ta
tíð, so er nógv, sum bendir á, at kirkja
hevur verið í Havn eisini fyri 1609.
Eitt nú er skúðgongan við prestum og
løgtingsmonnum ikki ein lutherskur
siður, men ein katólskur siður, og tað
bendir á, at kirkja hevur verið í Havn
fyri trúbótina.
Áðrenn pokurnar herjaðu í 1709
var fólkatalið í Havn komið upp á
333. Hendan sóttin kravdi so nógv
mannalív í Havn, at tá hon hæsaði av
vóru bert 83 fólk eftir í býnum. Eyð
sæð hevur verið ringur standur, men
úr skriftum sæst, at fólkatalið skjótt
vaks uppaftur á tað, sum tað hevði
verið. Ein orsøk var, at manning
skuldi fáast til Skansan. Raben stift
amtmaður, sum var í Havn í 1720,
skrivar, at 100 suðuroyingar máttu
flyta norður um fjørð av hungurs
neyð – og ivaleyst eru flestu teirra
fluttir til Havnar, har tóm hús hava
staðið teimum í boði.
Sambært tekning frá Rasmuns
Juhl frá 1710 vóru 53 hús í Havn, sum
høvdu hýst áðurnevndu 333 fólkum.
Hyggja vit á tekningina, so síggja vit,
at norðrastu húsini í Havn eisini tá
eru húsini »heima í Havn«, Danda
stova, Áarstova, Baianstova (fyrr
Guttastova), Knútsstova, Vertshúsið
og Nýggjastova. Sambært taksatións
protokollini frá 1784 eru tá 134
íbúðarhús í Havn. Sambært fyrsta
manntalinum, sum er frá 1769, búgva
tá 565 fólk í Havn. So fólkatalið er
vaksið fleirifalt tey 60 árini, síðani
pokurnar herjaðu.
Mata skald okkara, William
Heinesen, sum á áttatiára degnum
í 1980 var gjørdu til heiðursborgara
í Havn, hevur nógvan íblástur úr
gomlu Havnini í sínum skaldskapi.
Hann skrivaði bókina »Tann deiliga
Havn« – heitið, sum gjørdist slag
orðið, sum býurin tók til sín. Har
hugleiðir hann m. a. um gamla býar
partin, har hann varð føddur og vaks
upp:
»Bringsnargøta var sum áður sagt
ein av høvuðsgøtunum í býnum, men
í so máta kundi hon tó ikki metast
javnt við Gongina. Mangan droymi
eg enn, at eg fjakki har, og at henda
tronga og langa gøtan aftur er mær
ógreið og gátuført óendalig, soleiðis
sum hon tóktist mær at vera, fyrsta
eg minnist. Eg gangi meg móðan og
missi meg sjálvan burtur í hesum
villingarsama krønglinum. Her er
líkt sum í Singapore ella Hongkong
ella onkum øðrum fjarløgdum og
royktámutum, gomlum, hálvvillum
stórbýi. Gjøgnum gluggar og opnar
dyr sært tú inn í roykstovur og
náttljósar krambúðir. Vertshúsið, ella
Hotel Djurhuus, sum var hitt fínara
heitið, dagar høgt upp móti dimmari
luft, stórt og margháttliga samanbygt
sum eitt asiatiskt kleystur. Á báðar
hendur eru skýmligar tvørgøtur við
brúgvum ella trappum. Upp móti
himni hevjar seg Nólsoyarstova sum
ein veneziansk glæstriborg…«
TÁ 83 FÓLK BÚÐU Í HAVN
Tá pokurnar høvdu herjað í Havn í 1709 minkaði fólkatalið úr 333 niður í 83