Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-23, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2019síða 52

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 52 Ólavsøkan 2019 Høgni Sigrunarson Reistrup Dagarnir upp undir ólavsøku eru øðrvísi enn aðrir. Tað merkist, at ein aftur­vendandi og ein serlig hending er fyri framman. Alt verður riggað til úti og inni hesa einu ferð um árið.  Havi altíð roynt at verið heima á ólav­søku, og tað hevur eisini eydnast sein­astu mongu árini. Tjóðhátíð okkara hevur so nógv at bjóða, at hana mást tú uppliva á hvørjum ári.  Tað er fram um alt heildin, sum ger ólav­søkuna so góða. Sjálvur hjarta­slátt­urin á ólavsøku er hetta at hitta fólk. At práta við tey, tú hittir á vegnum, og at fara inn á gátt her og har. Plagi altíð at tendra útvarpið, hoyra góðan horntónleik, bíða eftir Gentu­kæti og bíða eftir Elini og Kára syngja Á, tann deiliga Havn. Miðnáttarsangur Og so eru tað løturnar, sum eg altíð á hava við. Miðnáttarsangurin ber av øllum. Standi sama stað mið­skeiðis millum Rasmus Effersøe og flagg­ stongina undir tinghúsinum. Har plagi eg eisini at síggja somu andlit aftur og aftur. Tey munnu vera nógv, sum ár um ár kanna sær sama blett at standa á. Flestu sangirnir eru við á hvørjum ári. Og tað er ein styrki, at tað nógva verður sungið ferð eftir ferð. Í ár gleði eg meg tó nógv til, at vit fara at syngja Eitt sunnukvøld í plantasjuni. Sang­urin er við á fyrsta sinni, og lítið er at ivast í, at hann fer at ganga sera væl. Henda tíman á Vaglinum savnast fólk, tí tey vilja syngja saman við øðrum.  Samstundis er hetta tann løtan á árinum, har flest føroyingar eru savnaðir saman uttan at so mikið sum at ein króna er í umferð. Her er eingin vinningur til nakran. Men her er sangur og ein sterk kensla, sum sigur okkum, at vit hava nógv í felag. Boðar tú til allar tjóðir er millum sein­astu sangirnar, sum sungin verður. Hetta er eisini tann sangurin, sum skarar framúr og tekur so væl samanum tað, sum vit føroyingar hava í felag - málið, mentanina og virðingina hvør fyri øðrum.    Kappróður Rógva vit eitt sindur afturá til ólav­ søku­aftan, so er ólavsøkuróðurin aftur­vendandi. Kappróðurin á ólav­ søku hevur ikki nógv meira enn hundrað ár á baki. Løgið at hugsa sær, at menn og kvinnur bara hava róð á ólavsøku í eina øld ella so. Nú er róðurin ein sjálvsagdur partur á tjóð­hátíð okkara. Sjálvur standi eg altíð á Tinganesi til kappróðurin. Og eisini hesa løtuna eru nógv andlit at síggja, sum fylgja róðri­num á hesi somu søguligu hellu á hvørjum ári. Kappróðurin er spenningur og mentan alt í einum. Tað góða er eisini hent, at nú ber at fylgja bátsmanningunum á stór­ skíggja á bryggjuni. Soleiðis førkar ólav­søkan seg stútt og støðugt – á sama hátt sum sjálvt hetta at rógva kapp á tjóðhátíðini var nýtt fyri fáum ættar­liðum síðani. Men soleiðis er tað uttan iva við tí nógva á ólavsøku. Sumt tekur seg fram, og sumt fánar burtur. Tingið verður sett Vit nærkast við jøvnum tøkum 1000 ára haldinum fyri bardagan á Stikla­ støðum, tá ið Ólavur Haraldsson fall, eftir at hann hevði fingið eina øks í beinið, síðani eitt svørð í búkin og at enda eitt svørðsslag á hálsin, sum var hon­um at bana. Hvussu leingi, vit hava hildið ólav­søku, veit eg ikki. Men langt aftur í tíð eru fólk úr øllum landinum kom­in til Havnar hesa ársins tíð. Ting­ið verður sett, og lagt verður til brots við nýggjum tingári. Tað er altíð hátíðarligt at fylgja skrúð­gonguni úr Havnar Kirkju, eftir Bryggju­bakka, niðan Mylnugøtu og síðani stuttu leiðina av Vaglinum, eftir Tinghúsvegnum og í Løgtingið. Sama hvørt tú ert politiskt samdur ella ósamdur við løgmanni, er tað ein há­tíðarlig løta at hoyra ólavsøkurøðu løg­mans. Á, tann deiliga Havn Gott lag, góður matur, samvera, sið­ venja. Á ólavsøku leggja vit gerandis­ dagin frá okkum og njóta alt tað, sum ger tjóðhátíð okkara so serstaka. Ólavsøkan hevur prógvað sítt virði – eisini í talgildu øldini, har vit ferð­ast meira enn nakrantíð og boð og myndir verða sendar út allastaðni, alla tíðina. Enn halda vit ólavsøku, og enn tuska fólk til Havnar hesar dag­ar. Á ólavsøku eru vit saman um nógv av tí dýrabærasta, vit eiga: mál­ið, matin, løgtingið, mentanina, ítrótt­in, familju og vinir, kenningar. Ólav­søkan er eisini ein sterk kensla, sum ber boð um, at vit hava so ómeta­liga nógv virðismikið í felag sum fólk og tjóð. Og eg hugsi við mær sjálvum: Á, tann deiliga Havn. Á tann deiliga ólav­søka. Á, TANN DEILIGA ÓLAVSØKA – Sjálvur hjartaslátturin á ólavsøku er hetta at hitta fólk. At práta við tey, tú hittir á vegnum, og at fara inn á gátt her og har, skrivar Høgni Sigrunarsson Reistrup í hesari hugleiðing um ólavsøku