týsdagur 23. juli 2019síða 54
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
54
Ólavsøkan 2019
SANGBEATIN:
SO SYNGJANDI INN Í
TJÓÐSKAPARKENDU
FELAGSKENSLUNA
Gómin á seyðarhøvdi verður nevndur sangbiti. Gamalt var, at tey, sum vóru røsk at eta syngjuna,
fingu gott mál. Kanska hava føroyingar í gomlum døgum ikki leivt, og er tað tí á ein hátt íborið,
at vit føroyingar kunnu savnast árliga og saman skapa eitt av heimsins størstu kórum
Hugleiðing: Dagfinn Olsen
Stóra sangløtan. Soleiðis nevna nøk
ur midnáttarsangin á Vaglinum á
Ólavsøku.
Og hetta er fyri mong ein stór løta.
Hjá summum besta ólavsøkuløtan,
og í øllum førum ein hóskandi endi
á ólavsøkuni.
Hóast siðvenjan við midnáttar
sanginum ikki hevur so nógv ár á baki
sum skipað tiltak, so er hetta vorðið
eitt stórt tiltak, sum hjá mongum er
ímyndin av sjálvari ólavsøkuni. Fólk
í túsundtali savnast um sangin.
Og spyr ein fremmandafólk, ið
uppliva, at føroyingar koma saman
í veitslulag, so leggja tey aloftast
til merkis, at føroyingar syngja, og
duga at syngja og duga sangirnar.
Júst hetta, at felagssangurin er eitt
eyðkenni, og at fólk veruliga duga
at syngja og veruliga duga sangirnar,
er sermerkt. Ein syngjandi tjóð, má
sigast.
Helst er tað so, at føroyingar á
Vaglinum á ólavsøku koma syngjandi
inn í tjóðskaparkenda felagskenslu,
har felagssangurin er hornasteinurin.
Síðuvinningurin er sjálvsagt, at
ein hesa løtuna á Vaglinum hittir
fólk. Kanska stendur ein knappliga
undir liðini á gomlum floksfelaga,
ella fólki, ið ein hevur havt samband
við, men ikki hevur hitt í mong ár, og
so er lagaliga løtan til prát, har alt
aftur er sum fyrsta dagin.
Sangbeatin
Júst hví føroyingar hava henda
eginleikan at duga væl at syngja, og
duga tekstirnar, er ikki lætt at gita.
Siðvenjan við sangi í skúlum, sam
komum og aðrastaðni hevur óivað
havt ávirkan á, at fólk duga løg og
tekstir. Men hví so nógvar góðar
sangrøddir eru, er kanska verri at
siga orsøkina til.
Yvirhøvur verður sagt, eittnú av
vitjandi útlendingum, at føroyingar
eru eitt tónagávað fólk, og lutfallsliga
eru eisini mong her á landi, ið leika
á ljóðføri.
Men aftur til sangin.
Leitar ein eittnú í orðabókum, so
sæst, at gómin á seyðarhøvdi verður
nevndur sangbiti. Gamalt var, at tey,
sum vóru røsk at eta syngjuna, fingu
gott mál. Kanska hava føroyingar í
gomlum døgum ikki leivt, og er tað
tí á ein hátt íborið, at vit føroyingar
kunnu savnast árliga og saman skapa
eitt av heimsins størstu kórum. Hvør
veit?
Hvussu er og ikki, so eiga vit øll
sjarmerandi løtuna á Vaglinum. Í
botn og grund er eitt vagl jú eitt træ
ella biti, sum høsn sita á. Og her kom
so bitin aftur.
Vagl er ein biti og kanska er sang
bitin orøk til góðu føroysku røddirnar.
Og tá vit eru eitt syngjandi fólk, ið
eisini duga at spæla ljóðføri og gera
tónleik, so er stóri felagsnevnarin
kanska eitt nýtt orð, sum kundið
verið; sangbeatin!!
Um vit sleppa tí meira skemtiliga,
so kann staðfestast, at stóra sang
løtan, sum kórleiðarin og musikk
skúlastigtakarin Ólavur Hátún á
sinni tók stig til, er vorðin savnandi
parturin av ólavsøkuni. Stóra sang
løtan, ið snýr seg um sang, felags
kenslu og samanhald.