týsdagur 23. juli 2019síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
56
Ólavsøkan 2019
Dagfinn Olsen
Sum vanligt syngur stóra ólavsøku
kórið eftir ólavsøkuguðstænastuna,
og áðrenn ólavsøkan verður sett. So
leiðis verður eisini í ár.
Tað er kórsamband Føroya, ið
skipar fyri, og í ár er Símun Hammer
boðin at stjórna kórinum. Símun
Hammer er urguleikari og hann
hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór.
- Venjingarnar eru í hæddini og
eini 200 sangarar eru í ólavsøku
kórinum, sigur Kári Bæk, formaður
í Kórsambandi Føroya.
Okkurt nýtt
Sum heild er alt nøkulunda sum tað
plagar at vera, men tó er okkurt nýtt
á skránni.
- Vanliga verður byrjað við einum
sálmi, fyri líkasum at binda saman
løturnar í kirkjuni og so sjálva setan
ina. Hesaferð er sálmurin So Eiggilig
Er Gleðin. Talan er um gamalt før
oyskt sálmalag, sum Waagstein upp
teknaði, sigur Kári Bæk.
Annars eru løg eftir eittnú Paula í
Sandagerði og Knút Olsen, og eisini
hevur Martin Restorff Jacobsen sett
nýtt lag til Vælkomin Summartíðin.
- Eitt nýtt lag eftir Sunleif Ras
mussen er eisini á skránni. Gunnar
Hoydal hevur umsett Sig Månen
Langsomt Hæver. Á føroyskum
eitur hann Upp Mánin Gyltur Rísur,
og Sunnleif Rasmussen hevur so sett
lag til, sigur Kári Bæk.
- Sum vanligt verður enda við
Tórshavn hjá Poul F. Joensen og
Tjóðsanginum, sigur Kári Bæk,
formaður í Kórsambandi Føroya.
EINI 200
SANGARAR Í
ÓLAVSØKUKÓRINUM
Í ár stjórnar Símun Hammer kórinum, og eini tvey nýggj løg eru á skránni.
Mynd: Jens Kristian Vang