Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-23, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juli 2019síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 58 Ólavsøkan 2019 Mortan Østerø Síðani 1992 hevur Jørmund Olsen øll árini skipað fyri uppruddingini á ólavsøku, men hann megnar altíð at hugna sær, um enn við minni av svøvni enn annars. Á hvørjari ólavsøku er stúgvandi fult av veitslufólki í Havnini, sum taka sær av løttum. Tey ferðast gjøgnum gøturnar, heilsa hvør øðrum og kanska ein snapsur glíður niðurum. Við so nógvum fólkum á einum stað, er eisini neyðugt við einari rúgvu av praktiskari fyriskipan, soleiðis at karm­ar­nir um ólavsøkuna verða teir bestu. Básar skulu setast upp, trygdin skal vera í lagi, matur skal berast út og býurin skal prýðast. Ein, sum trúfast seinastu nógvu árini hevur sett sína egnu ólavsøku partvíst til síðis, soleiðis, at Havnin ikki liggur undir í matrestum, einnýtisíløtum og fløskum, tá ið fólk tysja oman í býin aftur, er Jørmund Olsen. Hann er sjakkformaður í reinhaldinum hjá Tórshavnar Kommunu, og er í sam­ full 27 ár farin tíðliga í song og enn fyrr upp á ólavsøku, fyri at taka sær av uppruddingini. - Ja, soleiðis havi hildið allar ólav­ søkur­nar síðani 1992, sigur Jørmund, sum sigur, at upptakið er broytt nógv gjøgn­um tíðina. - Bara tað, at fólk drekka úr plastikk krússum ella dósum, um­ framt, at íløtini kunnu latast inn fyri pening, hevur ført við sær, at mun­ andi minni av glasbrotum liggur í gøtun­um. Harafturat eru maskinaríi bliv­ið endurnýggjað til ta betra, við fleiri eldrivnum maskinum og blásar­um. Hetta ger tað lættari at rudda upp fyri okkum, sigur hann. Jørgen er útlærdur bilsmiður hjá Tummas Ørv, sum fyrr seldi SAAB Yviri við Strond, áðrenn hann fór at koyra dumpara í grótbrotinum á Sundi. Tá grótbrotið á Sundi varð niður­lagt flutti Jørmund í reinhaldið hjá Tórshavnar Kommunu, og hevur seinastu 27 árini skipað fyri rudd­ing­ ini á ólavsøku. Tó, at maskin­ur­nar eru dagførdar, hevur Jørgen gjøgn­ um árini funnið fram til ein væl­ koyr­andi arbeiðsleist, og tískil eru manna­gongdirnar meira ella minni tær somu, sum tær altíð hava verið. - Fast er, at man leggur út við at tryggja sær, at alt maskinaríi – blásar­ar, 'klíparar', vanlig útgerð sum handskar, posar og annað – er í lagi. Uppundir ólavsøkuna roynir man at fáa fatur í eyka arbeiðsfólki til ólav­ søku­dagarnar – helst fólk, sum longu kenn­ir til arbeiði, soleiðis at rútman koyrir betri, sigur Jørmund. 46 fólk rudda Tey verða sløk 46 fólk, sum ólav­ søku­dagar­nar taka sær av allari upp­ ruddingini í Havnini. Eyka arbeiðs­ fólkini, sum hjálpa reinhaldinum á ólav­søku, eru fyri tað mesta ung­dóm­ ur, og fleiri teirra hava verið við fyrr, meðan onkur nýggj eru løgd afturat. Jør­mund leggur arbeiði til rættis eftir økjum, og býtir fólkini sundur í einar seks-sjey bilar, sum koyra runt við fýra-fimm fólkum, meðan áleið 25 fólk ganga í gøtunum og heinta burtur­kast, ella blása óruddi í bunkar, soleið­is, at tað er ómakaleyst hjá bilun­um at taka upp. - Tað verður bæði feiað, spulað og sápað. Vit byrja spakuliga klokkan fýra um morgunin, og klokkan fimm koyra vit við eitt sindur meira kraft á. Síðani herja vit á inntil um tíggju tíðina fyrrapar, tá ið alt plag­ar at vera liðugt. Vit hava eisini ymisk fólk til skrúðgonguna at halda ólav­søkuna reina – onkur skal jú taka 'hesta­per­ ur­nar' upp, leggur hann skemt­andi afturat. Veitsluglaðu ólavsøkugestirnir, sum framvegis mala í býnum, tá ið uppruddingartoymi fer í gongd, eru ikki nakar trupulleiki, heldur Jør­ mund. Fólkini eru longu í góðum ólav­søkuhýri, og reinhaldið leggur eisini varliga út við uppruddingini í út­jaðaranum av býnum, áðrenn kom­ið verður inn í miðbýin. - Tað riggar øgiliga gott við upp­ rudd­ingini. Um man ikki pressar upp á, so er tað fínasta slag. Um man byrjar spakuliga í útjaðaranum, og so arbeiðir seg inneftir, eru fólk fyri­ reika til, uppruddingarfólkini koma. Fólk plaga at flyta seg fólka­liga burtur, meðan tað verður rudd­að. Men, er man ov skjótur við upp­rudd­ ing­ini, kann man vænta sær mótspæl onkun­tíð. Við árunum hava vit lært at taka tað róligt, og fólk eru altíð í góð­um lag, so tað gongur eisini fínt, sigur Jørmund Olsen. Rúm fyri hugna Hóast Jørmund hevur havt ábyrgdina av uppruddingini á ólavsøkuni øll hesi árini, hevur hann funnið ein leist, soleiðis, at hann eisini sleppur at njóta tjóðarhátíðina saman við konu og børnum. Hjá honum snýr tað seg bara um at góðtaka, at tað er minni av svøvni um ólavsøkuna, og so­leiðis fáa fleiri tímar at geva av. - Eg eri somikið heppin, at konan og børnini finna seg væl í tí, at eg arbeiði á ólavsøku. Aftan á døgurða fer man ein túr út í býin, men sjálv­ andi uttan nakað drekkarí. Tað klárar man. Tey yngru børnini koma við í Tivoli og spæla eydnuspøl, og man kann fara ein túr við familjuni og hugna sær í nakrar tímar, og tað er fín­asta slag. - Sjálvt um man er eitt sindur troytt­ur, má man líka sleppa ein túr á ólav­søku og práta við fólk. Hon er nakað heilt serligt. Tey flestu glaða seg til hana, sigur hann. Sjálvur roynir Jørmund at fáa kappróðurin við, umframt at mid­ náttar­sangurin og undirhaldið í Vágs­botni plagar at fáa rúmd í skeman­um. Tað merkir eisini, at Jør­mund skal fáa óvanliga nógvar vaknar tímar burturúr døgninum, av tí, at hann eisini skal arbeiða tíðliga um morgunin. - Man klárar nokkso nógv allíka­ væl. Eg plagi at fara í song um 23-24 tíð­ina, og fáa tríggjar tímar ella so av svøvni, áðrenn farið verður aftur til arbeiðis. Men tað er ikki so galið. Vit plaga at fáa nýbakaðar bollar, og hava onkrar steðgir gjøgnum arbeiðs­dagin. Og so man kann eisini bara sova aftaná ólavsøku, sigur hann flennandi. Meðan Jørmund sjálvur ferðast millum fólkini í Havn sum ólav­ søku­gestur, tekur hann seg oftani í, at hyggja nógv eftir ruskinum, sum verð­ur kastað á gøturnar. - Man hyggur eftir har óruddi ligg­ur, og kanska ger man sær onkrar tank­ar um hvat kann betrast eisini. Tað nyttar ikki at øsa seg um, tað er hóast alt ólavsøka, og øll hugna sær – tá er alt loyvt, sigur hann og vil fegin senda at geva lesarunum hjá Sosiali­num eina heilsan. - Eg ynski øllum eina góða ólav­ søku, og vónandi kasta fólk so lítið av ruski frá sær sum gjørligt, sigur hann skemtandi. HILDIÐ ÓLAVSØKUNA REINA Í 27 ÁR Reinhaldið hjá Tórshavnar kommunu heldur Havnina reina fyri, undir og eftir ólavsøku Mynd: Jens Kristian Vang