týsdagur 23. juli 2019síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
62
Ólavsøkan 2019
Søkja høli til gallaríið
í miðbýnum í Havn
Hava tit hóskandi høli til endamálið, eru tit
vælkomin at ringja ella senda mail
Vinaliga Marianna Norðoy
tlf. 229876
marianna@galeriefocus.com
TAKK
Tøkk fyri stóra herðaklappið, sum eg eri
eyðmjúk um.
Samstundis nýti eg hetta høvið til at leggja
afturat um leiðsluuppgávuna hjá mær á
Blákrossheiminum, takka fyri og vísa á, at
uttan serliga dugnaligan starvsfólkahóp,
hevði ikki borið til.
Eg var so vælsignað við starvsfólki. Bæði
skrivstovufólki, læknum, terapeutum,
sum høvdu fakligheitina til viðgerð,
náttarvaktum, eins og starvsfólki yvirhøvur.
Hetta starvsliga fjølbroytni, saman við
tí fjølbroytni, sum búfólki hevði við sær,
hevur avgjørt virkað fyri, at tað var so gott
og áhugavert at starvast innan økið, eins og
gott fyri búfólkið.
Eisini var nógv samskifti við samkomur,
bólkar og avvarandi, sum høvdu leiklutir
at hugna um, skipa fyri tiltøkum og skapa
góðu heildarmyndina.
Vit byggja á herðarnar hjá hvørjum øðrum,
og soleiðis var eisini hjá okkum, - at vit
bygdu á lunnar, ið vóru lagdir. Og her kunnu
vit ikki koma uttan um Jóhannes Álvheygg,
sum gjørdi eitt megnararbeiði.
Eins og stýrið fyri heimið bakkaði okkum
væl upp og stuðlaði okkum í at útinna tað,
vit hildu vera neyðugt.
Ein lítil rættleiðing til orðingina í blaðnum
um, at Blákrossheimið hevði kafe.
Blái Krossur hevði kafé, og Símin Joensen
hevði ábyrgdina av tí arbeiðinum og tók væl
ímóti teimum, ið har komu.
-------
Sum kunnugt var henda heilsanin í
sambandi við mín føðingardag, sum, hóast
høga aldurin, var so væleydnaður, ja, sum
besti dagur í mínum lívi.
Eg vil takka øllum tykkum sum sendu mær
heilsu, tykkum, ið stukku inn á gólvið og
tykkum, sum hjálptu til, soleiðis at vit, tey
nærmastu, fingu ein sera góðan dag saman.
Hjartaliga tøkk øll somul!
Sólborg Dulavík
Kunngerð um framløgu
av broyting í
byggisamtykt
Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, um
býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast
broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013,
verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til
broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu
verður lagt fram til alment eftirlit á
kommunuskrivstovuni frá mánadegnum 22. juli
2019 til mánadagin 12. aug. 2019.
Broyting í byggisamtykt fyri Sjóvar kommunu:
Ásetingarnar fyri G-øki (neystaøki) verður broytt
til:
a) Økið verður nýtt til neyst og havnalag í
sambandi við hetta.
b) Bygging kann bert fara fram eftir
útstykkingarætlan, sum fevnir um alt økið og
samsvarar við ásetingarnar her niðanfyri.
c) Neyst skulu standa lið um lið við skjøldri móti
sjónum.
d) Neyðugar gøtur kunnu tó vera ímillum.
e) Neystini skulu hava mønu við halli millum 35
og 50 stig – tó helst ”triðingsreyst” (uml. 42
stig).
f) Skjøldrar skulu vera millum 3 og 5 m. breiðir.
g) Hædd frá lidnum lendi við niðara enda kann í
mesta lagi vera ávikavist 4,5 m. til yvirgrind og
7,0 m. til mønu.
h) Víddin á tí einstaka neystinum kann í mesta
lagi vera 50 m2 (t.d. 5x10 m.).
i) Møguligir svalar skulu vera frítthangandi (ikki
súlur undir) og kunnu í mesta lagi horva 1,5 m.
oman um útsíðuna. Fríhæddin upp undir
svalan skal í minsta lagi vera 2,1 m.
Møguligar viðmerkingar ella mótmæli, sum skulu
vera skrivlig, verða at senda til:
Sjóvar kommunu
Skúlavegur 10
490 Strendur
ella: sjk@sjovar.fo í seinasta lagi 9. sep. 2019
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á