Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ganga skrúðgongu fyri seinastu ferð Síða 10-11 Frískligt æl av dýrum lívsroyndum Bókaumrøða síða 20-21 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ólavsøkudag kl. 22.00 verður stóra ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum. Tiltakið, sum bjóðar tónleikaframførslur og undirhald, er blivið eitt av hæddar­ punkt­unum í ólavsøkuskránni. Í ár fara vágbingurin Ingi Poulsen og klaks­víkingurin Niclas Heri Jákupsson at hava framførsur við bólki. Ingi hevur hittað við sangum sum »Tann fittasta« og »Tá ið eg síggi teg«, og Niclas Heri Jákupsson hevur saman við Dynamitt havt eina langa røð av hitt­um – eitt nú »Grøv nummar 13« og »Pápi tín býr ei í Tórshavn«. Hilmar Jan Han­ sen og Bill Justinus­ sen fara í ár at standa fyri undir­ haldi­num. 26. JULI 2019 Týsdagin bórust deyðsboðini av einum tí størsta profilinum í føroyska miðla­heiminum seinastu 30 árini. Út­ varpsmaðurin Elis Poulsen andaðist mána­dagin 67 ára gamal. Seinastu árini hevur hann verið sjúkur av Parkinson, og hann hann var nógv viknaður av sjúkuni. Í gjár tók hann seinastu ferðina úr Havn heim til Sandoyar, har hann verður grivin leygardagin. Elis Poulsen skuldi upprunaliga vera gartnari og starvaðist í urtagarðsvinnuni í nógv ár. Hann var tó eisini virkin innan sjónleik, film og mentan, og sein­ ast í 1980’unum broyttist lívsleiðin hjá honum, og hann kom í Útvarpið at ar­ beiða. Starvið sum útvarpsmaður gjørd­ ist nýggja lívsstarvið, og hann stórtreivst við mikrofonini úti millum fólk. Elis var í 1990’unum og langt eftir tað ein av mest markantu út­varps­monn­un­ um í landinum, og hann dugdi við sínum eyð­kenda sandoyarmáli at fanga breiðu fjøld­ina við løttum sendingum, sum ofta høvdu tætt samband við lurtararnar. Fyri summmi var hetta bara lættisoppi, men fyri stóru fjøldina av føroyingum var hetta útvarpstilfar, teimum dámdu, og Elis var sera væl umtóktur kring landið alt. Onkurvegna var Elis nakað av tí, sum bindur saman føroyingar. Elis hevði nógv hugskot og nógva orku, men hann var eisini áhaldandi og gjørdi summar sendingar ár eftir ár. Hann tók takið, gjøgnumførdi óteljandi hug­skot, og hann var altíð fúsur at fara í gongd við spennandi ætlanir. Vit í Miðlahúsinum høvdu eisini gott samstarv við Elis. Tá ið Miðlahúsið keypti Rás2, vóru tað summi, sum høvdu hug at ressast í kappingini. Elis var ein av teim­um, sum ynskti Rás2 vælkomnum í miðlal­ands­lagið, og hann vitjaði javnan í Miðalhúsinum at gera innsløg ella í øðrum ørindum. Í blaðnum í dag skrivað vit um drúgva virkið hjá Elisi sum miðlamaður, og tey, vit hava tosað við, eru á einum máli um, at hann var ein stór persónligheit, sum dugdi gera fólksligar útvarpssendingar. Vit hava brúk fyri smølum miðlatilfari, sum fer í dýbdina, men vit hava sanniliga eisini brúk fyri tí lætta, upplýsandi og fólks­liga. Elis fangaði breiðu fjøldina – og breiða fjøldin fagnaði Elisi. Elis fangaði breiðu fjøldina Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Les eisini blaðið á telefonini Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Miðlahúsið bjóðar stórt tiltak í Vágsbotni Leygardagin verður árliga Pride skrúð­ gongan, sum LGBT felagsskapurin skipar fyri. Hetta er 10. ferðin, at Faroe Pride verður hildin. Skrúðgongan byrjar við Tórsvøll, og gingið verður gjøgnum býin oman á Vag­lið, har røða, undirhald og tónleikur verða á palli. Hesaferð verður tað kendi danski sjón­varps­verturin Hans Pilgaard, sum fer at seta Faroe Pride. Skráin fyri Faroe Pride 2019 er hendan: Kl. 15.45: Tað verður hitað upp við Tórs­vøll og ókeypis fløgg verða deild út. Kl. 16.00: Pride skrúðgongan byrjar við Tórsvøll. Øll eru vælkomin at luttaka í gonguni, sum fer oman á Vaglið. Kl. 16.30: Ókeypis Pride konsert við Teitur, Jasmin, Marbles Lost, Helgi og danski sjónvarpsverturin Hans Pilgaard setur ársins Pride. Føroyska drag queen, Boogie O´Kayla verður vertur. Hetta verð­ur á Vaglinum. Kl. 18.00: Pre-Afterparty í Suppu­garð­ urin, har Springarasystrar diska. Kl. 19.00: 50 ár eftir Stonewall – Fram­ løga og stuttfilmaframvísing í Perluni, sum Faroe Islands Minority Film Festival standa fyri. Kl. 21.00: Pride Afterparty í Sirkus við Joe & the Shitboys og ymiskum Djs. Faroe Pride við lívi og litum Faroe Pride verður í ár hildin í Havn fyri ólavsøku fyri 10. ferð