mikudagur 31. juli 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. juli 2019 · Nr. 86
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
KARIN KJØLBRO SÍÐA 23
ANN-MARI AV SKARÐI
SÍÐA 12
Ova
stevnan er
hæddar
puktið
Lívs
játtandi
stríðs
maðurin
Nú er staðfest, at løgtingsval
verður leygardagin 31. august.
Tað vil siga, at um ein mánað
fáa føroyingar aftur møguleika
at seta krossin á valseðilin.
Aksel V. Johannesen út
skrivaði løgtingsvalið í ólav
søkurøðuni. Eftir at hava gjørt
sína meting av støðuni í sam
felagnum og av útlitunum
nýtti hann høvi at tosa um
val og valstríð, áðrenn hann
útskrivaði
valið.
Løgmaður
segði millum annað, at vit
velja sjálvi, hvussu vit føra val
stríð, og hvussu vit kjakast: »Í
dag verður valstríðið skotið
í gongd. Og eg veit, hvussu
skjótt orðavalið og tónin í val
stríðnum kann fara á glið. At
tað gerst persónligt, ljótt og
skitið – serliga í sosialu miðlun
um. Eg fari tí staðiliga at heita á
okkum øll um at tryggja, at vit
fáa eitt gott og siðiligt valstríð.
At vit virða hvørt annað – hóast
vit í mongum eru rúkandi
ósamd.«
Hendan útsøgnin hjá løg
manni var ivaleyst upp á sítt
pláss, men vit vita øll, at tað
slepst ikki undan skitnum
snildum, hørðum tóna, persón
ligum álopum og enntá ljótum
triksum í einum longum val
stríði. At byrja við verður tón
in helst rímiligur, men so hvørt
sum valið nærkast, og meira
og meira stendur upp á spæl,
síggjast eisini fleiri og fleiri
hvøss álop. Eingin kann siga
seg ov góðan, tá ið tað kemur
til hendan partin av politiska
spælinum, og vit fara uttan
iva at síggja skot av báðum
vongum í politiska lands
lagnum.
Politikkur snýr seg fram um
tað mesta um at býta virðini í
samfelagnum, og her er rúk
andi ósemja millum vinstra
og høgra. Spurningurin er,
hvussu nógv skal takast inn
frá hvørjum, og hvussu nógv
skal latast út til hvat. Her er ein
stórur ideologiskur munur, og
júst tónin í kjakinum um virð
ini í samfelagnum kann gerast
harður og stundum órímiligur.
Vit vænta ikki, at valstríðið
verður uttan ónollur, men vit
vóna, at valstríðið fer at snúgva
seg um týdningarmiklar og
grundleggjandi
partar
av
okkara samfelag. Vit vóna, at
kjakið verður á sporinum so
langar løtur sum gjørligt. So
kann ein og hvør taka støðu
eftir egnari sannføring og seta
krossin eftir bestu sannføring.
Fólkaræði og talufrælsi eru
ikki ein sjálvfylgja allastaðni,
og tí eiga vit fram um alt annað
at vera takksom fyri og fegin
um, at vit hava eitt valstríð og
eitt løgtingsval fyri framman.
STRÍÐIÐ UM VALDIÐ ER BYRJAÐ
Pætur Hjalmar Evensson
Fleiri enn 1250 fólk hava
givið sína meining til
kennar og skrivað undir
eitt talgilt mótmælisskriv,
har heitt verður á Yvir
friðingarnevndina um at
leingja loyvið hjá KOKS at
hava matstovuvirksemi
frammi við Gjónna.
- Tað má ikki henda,
at Yvirfriðingarnevndin
steingir KOKS og harvið
tað besta, Føroyar hava
at bjóða, stendur skrivað
í undirskriftainnsavning
ini.
- Fáið onnur at skriva
undir eisini, so okkara
einasta
Michelin-mat
stova fær so dyggan
stuðul
sum
gjørligt
áðrenn 1. september, tá
ið starvsfólkini á KOKS
hava fingið boð um at
steðga øllum arbeiðinum.
Allar undirskriftirnar
verða
handaðar
Yvir
friðingarnevndini mána
dagin 26. august, so hon
kann endurskoða avgerð
sína og leingja loyvið
hjá matstovuni at reka
virksemi í verandi um
hvørvi.
Fleiri enn túsund fólk vilja
hava Koks at halda fram
Vit vænta ikki, at val
stríðið verður uttan ónollur
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ólavsøkutiltakið
hjá
Miðlahúsið varð einar
40 minuttir seinkað. Or
søkin var, at ein kaðal,
sum skuldi senda ljóðið
frá
ljóðførunum
og
mikrofonunum á palli
num til ljóðpultin niðri
á vegnum og haðani
víðari út í hátalararnar,
gekk fyri. Hetta er ein
serligur kaðal.
Hetta skapti seink
ingar, og tað var sera
óheppið fyri bæði tiltak
og áskoðarar. Vit eru
sera fegin um, at so nógv
fólk møta til tiltakið ár
eftir ár, og vit harmast,
at alt ikki gekk eftir vild
hesaferð. Vit vilja biðja
um umbering fyri, at til
takið var seinkað.
Jonhard Hammer, stjóri í
Miðlahúsinum
Umbering
- Tað má ikki henda, at Yvirfriðingarnevndin
steingir tað besta, Føroyar hava at bjóða,
stendur skrivað í mótmælisskrivi