mikudagur 31. juli 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. juli 2019 · Nr. 86
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
OVASTEVNA OG REGATTA
ØLL
BYGDIN
TEKUR
EINA
HOND Í
Nólsoy er væl vitjað alt
summarið. Ovastevnan er hæddarpuktið,og summi vitjá tá aftur, eftir at hava vitjað í Nólsoy í
summarfrítíðini, tí á Ovastevnu hendir nógv, og okkurt er til øll, sigur Ann Mari av Skarði.
Dagfinn Olsen
Ovastevnan er í hondum, og
komið er undir land við fyri
reikingunum.
- Tað gongur væl, og vit eru
nærum liðug við fyrireikingar
nar, sigur Ann-Mari av Skarði,
limur í ovastevnunevndini.
- Stevnan verður nøkulunda,
sum hon hevur verið síðsti 4
árini. Rólig, men hóast tað, so
er nógv at fara til, og okkurt er
til øll, stór og smá og alla fam
iljuna,
sigur
Ann-Mari
av
Skarði.
Væl vitjað
Nógv ferðafólk eru í Føroyum
summarhálvuna, og føroying
ar ferðast eisini í egnum landi.
Hetta merkist eisini í Nólsoy.
- Nólsoy er væl vitjað alt
summarið.
Ovastevnan
er
hæddarpuktið, og summi vitjað
tá aftur, eftir at hava vitjað í
Nólsoy í summarfrítíðini, tí á
Ovastevnu hendir nógv, og
okkurt er til øll, sigur Ann Mari
av Skarði.
Vanliga er eisini ein kabarett
á ovastevnu, og soleiðis verður
eisini í ár.
- Ja, tey venja kabarettina,
so hon er eisini við á skránni í
ár, sigur Ann-Mari av Skarði.
Vit eru somu fyriskiparar,
sum hesi síðstu árini. Men
annars er tað so, at øll bygdin
er við og tekur eina hond í. Vit
eru bara eini 200 fólk, og hetta
er eitt stórt tiltak, so øll hjálpa
til so ella so, sigur Ann-Mari av
Skarði.
Siglir hvønn tíma
- Ovastevnan er vanliga væl
vitjað, og væl liggur fyri at
koma aftur og fram. Ternann
siglir, og hon fer at sigla hvønn
tíma, bæði nátt og dag, meðan
stevnan er, sigur Ann-Mari av
Skarði.
- Vanliga vitja eini 2000 til
2500 fólk á ovastevnu. Onkun
tíð fyrr hevur talið verið størri,
men eini 2000 halda vit er
ógvuliga hóskandi, sigur Ann-
Mari av Skarði, limur í ova
stevnunevndini.
Moirae á pall á ovastevnu
Fyri fyrstuferð
síðani 1998 fer
Moirae á pall aftur.
Dagfinn Olsen
Hóast Summar Festivalurin
hevur lýst við, at eitt stórt
navn frá síðst í nítiárunum,
nevniliga Moirae, fer á pall
aftur í Klaksvík, so eru eini 40
fólk, ið sleppa at uppliva eina
minni intim konsert í Nólsoy á
ovastevnu.
Vikuna innan festivalin í
Klaksvík, tað vil siga á ova
stevnu, fara menninir í Moirae
á pall í Maggies í Nólsoy. Hetta
hendir fríggjakvøldið 2. august.
Bólkurin gav væl umtóktar
útgávur út, og pallframførsl
urnar hjá væl mannaða bólk
inum vóru eisini nakað fyri
seg, men Moirae hevur ikki
verið á palli síðani 1998.
Sum skilst, hava nógvar
venjingar verið, og konsertin í
Maggies verður teirra frum
framførsla áðrenn stóra brakið
í Klaksvík.
Konsertin
verður
skipað
sum eitt slag av interaktivum
samspæli millum orkestrið og
áhoyraran, har fólk eru meir
enn vælkomin at koma við
viðmerkingum til skrá o.a., so
at ymsar broytingar møguliga
kunnu gerast.
Í bólkinum eru enn sum
áður Terji Rasmussen, sang,
Kim Hansen, tangentar og
sang/kór, Hjalti Joensen, guit
ar, Kaj Johannesen, trummur
og Mikkjal Joensen, bass.
Mynd: Evy Toftegaard Nielsen