Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. juli 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. juli 2019 · Nr. 86 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 OVASTEVNA OG REGATTA HJARTALIGA VÆLKOMIN Á OVASTEVNU! Føroyingar gleða seg altíð til ovastevnuna. Í ár bjóða nóls­ oy­ing­ar gestum úr øllum land­in­um til Nólsoyar sjey og tjúg­unda árið á rað. Stevnan hevur vaksið seg stóra og um­ fatandi og telist nú millum føstu stevn­urnar í Føroyum. Tað er bæði stuttligt hjá nólsoyingum og gestunum at uppliva serliga huglagið, sum altíð er vikuskiftið, tá ið ova­ stevna er. Nógv tiltøku eru aft­ur­ vend­andi eitt nú svimjingin um Nóls­oyarfjørð, kabarettin í Royns­arhúsinum og góður felags­sangur. Harumframt eru nógv onnur góð og føst til­tøk á skrá. Tað er hugaligt at síggja, at nólsoyingar standa saman um ovastevnuna. Og tey eru mong í høvuðsstaðnum - bæði ung og eldri - sum gleða seg til ova­stevnuna á hvørj­ um ári. Ja, fyri mong er stevn­ an í Nólsoy millum stóru løt­ ur­nar summ­ar­hálvuna. Nógv verður gjørt fyri at trygd­in er í hásæti. Tí er ein stór trygdarætlan fyri alla stevn­una. Samarittar verða á stevn­ uni, Nólsoyar bjargingarfelag er á vakt, løgreglan er á staðn­ um og bjargingarbáturin LÍV ligg­ur við kei í Nólsoy. Fari at heita inniliga á allar stevnu­gestir, sum ikki eru í egn­um báti, um at nýta skip­ aðu túrarnar hjá Strand­fara­ skip­um Landsins um Nóls­oy­ ar­fjørð. At enda fari eg at ynskja tykk­um øllum eina góða, trygga og hugnaliga ova­stevnu 2019. Annika Olsen borgarstjóri TRIVNAÐAUR OG SAMANSJÓÐING AV STÓRUM TÝDNINGI Borgarstjórin í Sunda Kommunu, Heðin Zachariassen, metir tiltøk í kommununi hava stóran týdning fyri trivnaðin, og í so máta er Regatta tiltakið onki undantak, og sum vant, so tekur borgar­stjórin sjálvur lut í siglingini. Dagfinn Olsen Borgarstjórin í Sunda Komm­ unu, Heðin Zachariassen, fegn­- ast um tey mongu til­tøk­ini í komm­ un­uni, og eitt nú er Reg­atta til­takið eitt til­tak, har hann sjálv­ur er virkin lut­tak­ari. - Kommunan er farin meira og meira til at skipa tiltøk av yms­um slag, so sum mentan­ar­dag­ar og onnur til­ tøk. Vit hava sett ein samskipara, sum tekur sær av hesum. Hetta kemst av, at vit hugsa nógv um trivnaðin og samansjóðing. Vit hava til dømis sunda­lags­stevn­una, sum skiftir millum bygd­ir, vit hava regatta og báta­treff. Øllum hesum tekur sam­ skiparin sær av, sigur Heð­in Zachariassen. Regatta - Viðvíkjandi regatta, so eiga tey, sum skipa fyri hesum, rós uppiborið. Tiltakið hevur stór­ an týdning, og tað er av týdn­ ingi at hava fólkið við, tá slíkt hendir. Vit eru takksom fyri at hava fólk í kommununi, sum taka stig til slíkt, og sum duga at skipa fyri, sigur Heðin Zach­ ariassen. - Tað eru jú fleiri bygdir í komm­ununi, so eitt tiltak sum Regatta hevur týdning, tí tað sam­ansjóðar og talan er um sera væl skipað tiltak, sigur Heð­in Zachariassen. Borgarstjórin er sjálvur virk­in luttakari í regatta. - Ja, eg taki lut. Eg havi bát og havi altíð sjálvur siglt við og verið partur av tiltakinum ann­ars. Hetta er eitt sera væl fyri­skipað og hugnaligt tiltak, sig­ur Heðin Zachariassen. - Sum borgarstjóri í Sunda Komm­unu vil eg fegin bjóða øll­um vælkomnum til regatta tiltakið, sigur Heðin Zach­arias­ sen, borgarstjóri. Regatta: