mikudagur 31. juli 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. juli 2019 · Nr. 86
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
OVASTEVNA OG REGATTA
STÓRBÝARGENTAN
FLUTTI TIL NÓLSOYAR
Fyri stuttum flutti
Herborg Torkilsdóttir
við familjuni úr
Havnini til Nólsoyar.
Og tey stórtrívast
øll, og gleða seg til
fyrstu stevnuna sum
íbúgvar í Nólsoy, og
verri er tað ikki, at
tey búgva at kalla
mitt í ovastevnuni.
Dagfinn Olsen
Herborg Torkilsdóttir flutti
við manni og børnum til Nóls
oyar fyru stuttum. Og hon sig
ur sjálv skemtandi, at talan er
um stórbýargentuna, sum er
flutt út á bygd.
- Vit búðu í 15 ár í Danmark.
Inni í landinum, og sóu ikki
sjógv. Tá ein vitjaði heima, so
var tað altíð sjógvurin, ið hug
tók. Síðstu 3 árini hava vit búð
ovast á Dalavegnum í Havn, og
hava sæðút á Nólsoynna. Og
hon hevur líkasum altíð verið
har, og eg havi altíð sæð út á
hana, sigur Herborg Torkils
dóttir.
- Tá so Kim Hansen og Mena
leigaðu húsini í Nólsoy út, so
tóku vit av, sigur Herborg Tork
ilsdóttir, sum fyrr í ár flutti við
familjuni til Nólsoyar.
- Børnini ganga í skúla her
úti, men vit ferðast aftur og
fram til Havnar til arbeiðis.
Maðurin er úr Danmark, men
hann er fallin betur til her í
Nólsoy uppá hesa stuttu tíð
ina, enn hann gjørdi í 3 ár í
Havn, sigur Herborg Torkils
dóttir, sum stórtrívist í Nólsoy.
Mitt í
Húsini, tey búgva í, liggja mitt í
bygdini, tætt við handil og
bryggjuna. Og Herborg gleðir
seg at uppliva fyrstu ovastevn
una sum íbúgvi í Nólsoy.
- Vit gleða okkum til ova
stevnuna, og spennandi verð
ur at uppliva stevnuna sum
íbúgvar. At vit búgva mitt í og
har alt hendir er eisini spenn
andi, sigur Herborg Torkils
dóttir.
Sjálv er hon síðstu tíðina
vorðin kend sum sangkvinna.
Herborg Torkilsdóttir hevur
gjøgnum fleiri ár skriva egnar
tekstir og egin løg. Tað er tó
ikki fyrr enn nú, at Herborg
roynir sínar veingir sum Sing
er/Songwriter.
Hon
hevur
verið í studio við Ragnar Fins
son og øðrum góðum monnum.
Hennara fyrsta staklag "Lalala"
kom út í marts í ár, og seinni
kom næsta staklagið "Are you
sure?". Tónleikastílurin er am
ericana/country/bluegrass.
Herborg Torkilsdóttir gleðir seg at uppliva
fyrstu ovastevnuna sum íbúgvi í Nólsoy.