mikudagur 31. juli 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. juli 2019 · Nr. 86
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MERKIDAGAR
TAKK
Ein tøkk til Sosialin fyri føðingardagsheilsu
á mínum áttatifimm ára degi.
Tøkk fyri stóra herðaklappið, sum eg eri
eyðmjúk um.
Samstundis nýti eg hetta høvið til at leggja
afturat um leiðsluuppgávuna hjá mær á
Blákrossheiminum, takka fyri og vísa á, at
uttan serliga dugnaligan starvsfólkahóp,
hevði ikki borið til.
Eg var so vælsignað við starvsfólki. Bæði
skrivstovufólki, læknum, sálarfrøðingi og
terapeutum, sum høvdu fakligheitina til
viðgerð, náttarvaktum, eins og starvsfólki
yvirhøvur.
Hetta starvsliga fjølbroytni, saman við
tí fjølbroytni, sum búfólki hevði við sær,
hevur avgjørt virkað fyri, at tað var so gott
og áhugavert at starvast innan økið, eins og
gott fyri búfólkið.
Eisini var nógv samskifti við samkomur,
bólkar og avvarandi, sum høvdu leiklutir
at hugna um, skipa fyri tiltøkum og skapa
góðu heildarmyndina.
Vit byggja á herðarnar hjá hvørjum øðrum,
og soleiðis var eisini hjá okkum, - at vit
bygdu á lunnar, ið vóru lagdir. Og her kunnu
vit ikki koma uttan um Jóhannes Álvheygg,
sum gjørdi eitt megnararbeiði.
Eins og stýrið fyri heimið bakkaði okkum
væl upp og stuðlaði okkum í at útinna tað,
vit hildu vera neyðugt.
Ein lítil rættleiðing til orðingina í blaðnum
um, at Blákrossheimið hevði kafe.
Blái Krossur hevði kafé, og Símin Joensen
hevði ábyrgdina av tí arbeiðinum og tók væl
ímóti teimum, ið har komu.
-------
Sum sagt var henda heilsanin í sambandi
við mín føðingardag, sum, hóast høga
aldurin, var so væleydnaður, ja, sum besti
dagur í mínum lívi.
Eg vil takka øllum tykkum sum sendu mær
heilsu, tykkum, ið stukku inn á gólvið og
tykkum, sum hjálptu til, soleiðis at vit, tey
nærmastu, fingu ein sera góðan dag saman.
Hjartaliga tøkk øll somul!
Sólborg Dulavík
TØKK
Hjartaliga takk vit øllum tykkum í vístu
samkenslu og hjálpsemu tá elskaði maður
mín, pápi, verpápi og abbi okkara
Bjarki Fugloy Magnussen
f. 19-08-1937 d. 22-12-2018
fór heim til harran
Takk fyri hjálpsemi til jarðaferðina og ervið.
Takk til øll tykkum í fylgdu honum.
Takk fyri minnisgávu.
Fyri tey avvarðandi
Hermina og børnini
TØKK
Hjartans takk fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá okkara elskaði maður, pápi,
verfaðir, abbi langabbi og beiggi
Eiler Juul Samuelsen
Eiler bakarin, Klaksvík
føddur 08.06.1937 deyður 29.05.2019
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Klaksvíkar sjúkrahús og B8 fyri góða
hjálp, takk til Derhard Jógvanson og Hanus á
Gørðum, sum komu á Landsjúkrahúsið, fyri
andakt og bøn, tað kvøldið Eiler andaðist.
Stóra takk til Steinbjørn Jacobsen fyri góð og
troystarík orð í kapellinum, Hanus á Gørðum
fyri góð og troystarík orð til jarðaferðina í
Christianskirkjuni.
Takk til kirkjutænarnar, takk, Klaksvíkar
hornorkestur fyri spæl í kirkjuni, og takk
KFUM & K kórið fyri sangin, sum tit sungu
uttanfyri KFUM & K.
Takk fyri heilsanir, telefonuppringingar, og øll
tit sum komu at vitjan. Takk fyri bakstur, og
takk øll tit sum hjálptu til við ervinum.
Takk fyri blómur og kransar, takk fyri
peningagávur til Klaksvíkar hornorkestur.
Takk, øll tit sum fylgdu Eileri til hansara
seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Hergerð, Oluffa og Petur
TØKK
Okur takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
tá ið kæri bróður, farbróður, mammubeiggið,
svágur, ommu- og abbabeiggið
Niels Erling Niclasen
(Erling)
f: 28.09 1950 d: 29.04 2019
Andaðist og var jarðaður.
Ein serlig tøkk til starvsfólkini á Hamragarði,
fyri ta tíðina hann var har.
Takk til Jónsvein Bech prest fyri góð og
troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni.
Takk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og
tykkum sum stákaðust til ervi.
Takk fyri blómur, kransar og peningargávur
til Hamragarð.
Og tøkk til tykum øll, ið fylgdi Erling til
hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Bjørghild, Heðin, Sigurbjørn,
Finnbogi og Sælbjørg