Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Býarskipan er blivin útsøluvøra hjá Tórshavnar kommunu Síða 9 Sterkastu rótina til vónina finni eg í fólkinum Síða 20-23 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Sjálvt um flest okkara ikki javnan hava møguleika at sita til borðs frammi við Gjónna, lýsir stjørnuglansurin frá KOKS á okkum øll. Tað vildi verið sera smáligt, um vit ikki kunnu frøast og síggja tað stóra í tí, sum KOKS er fyri okkum øll og standa saman um KOKS. Eg haldi ikki, at Yvirfriðingarnevndin í hesum sambandi við síni seinastu avgerð hevur tikið øll tey heildaratlit, sum eiga at vera tikin, men tað letur seg væl gera enn, tí fólkini, sum har sita, eru skilafólk. Latið tað ikki standa eftir, at vit einaferð høvdu eina heimskenda matstovu, sum hvarv sum døgg fyri sól, tí myndugleikarnir mettu, at ein gamal skúrur til kraftfóður hevði størri samfelagsligan og søguligan týdning. Latið tað heldur standa eftir, at fólk um hundrað ár minnast, at frammi við Gjónna lá einaferð ein heimskend matstova. Matstovan var eitt úrslit av víðskygdum og djørvum samstarvi millum eina Yvirfriðingarnevnd og ánararnar av KOKS. Kanska verður tað júst køkurin, einasta beinleiðis materialisering á staðnum av KOKS. sum kemur at verða tað mest varðveitingarverda, tá tann tíð kemur. Jóan Pauli Joensen 2. AUGUST 2019 Kappróðrarárið endaði endaleyst. Ársins seinasti róður var við 10-mannaførum á ólavsøku. Tá ið bátarnir komu á mál, varð fýrverk skotið, samstundis sum mál­dóm­ arin lat síni skot av. Hetta skapti mis­nøgd umborð á bátunum og óvissu á málinum. Høvuðsdómarin avgjørdi, at róðurin skuldi rógvast umaftur, tí fýr­verkið kundi hava ávirkað róðurin. Manningarnar umborð á teimum trim­ um 10-mannaførunum vóru ikki sinn­ að­ar at rógva umaftur. Tær fóru í land. Hetta hevði síðan við sær, at høvuðs­ dóm­arin strikaði úrslitið av róðri­num, og eingi heiðursmerki ella steyp vóru latin 10-mannaførunum fyri ólav­søku­róðurin. Róðrarsambandið stuðlar avgerðina hjá høvuðs­dómaranum og harmast, at mann­ing­ar­nar ikki fylgdu boðunum hjá dómarunum at rógva umaftur. Har­við stuðlar Róðrarsambandið eisini av­gerð­ ina, at ólavsøkuróðurin hjá 10-manna­ førunum er strikaður. Nú hava róðr­ar­feløg kært hesa avgerð og vilja hava róð­ur­in viðurkendan, sum hann var. Hetta er púra óhoyrt í kappróðri og í ítrótti sum heild. Kappingargreinin við størst prestisju endar í einari ógreiðari og endaleysari støðu, júst tá hon er komin í hæddina. Úrslitið var strikað, og ósemja millum ítróttarfólk og dómarar endaði við, at kappingin varð av ongum. Hetta er ólavsøka, hetta er 10-mannafarsróðurin, hetta er tað mest føroyska av øllum ítrótti. Hetta er flóvisligt. Vit kunnu kjakast um, hvørt avgerðin hjá høvuðsdómaranum var tann rættasta og rímiligasta í støðuna. Vit kunnu staðfesta, at tað er tápuligt at skjóta fýrverk, meðan kappróður fer fram, og tað eigur ikki at koma fyri. Tað er trupult at hugsa sær, at fýrverkið hevði beinleiðis ávirkan á úrslitið, tí fýrverkið var skotið, júst sum bátarnir komu á mál, og úrslitið var tað sama, sum tað plagdi at vera. Kanska var dómarabólkurin í so regulrættur og ikki nóg umhugsin, tá ið hann kravdi umróður, men avgerðin var tikin, og so høvdu manningarnar í grundini ikki so nógv val uttan at akta avgerðina. At tær ikki vildu rógva umaftur er kanska skiljandi, men at tær ikki gjørdu tað kortini, er meira óskiljandi. Eftir stendur, at kappróðurin sum ítróttargrein og ólavsøkukappróðurin sum tiltak fingu eina djúpa skøvu í lakkið. Fólk innan kappróðurin kunnu hyggja at hvørjum øðrum og kanska peika fingrar, men kappróðurin sum ítróttargrein og áskoðaratiltak varð tapari. Kappróðurin ger sjálvmál Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Les eisini blaðið á telefonini Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri At frøðast um tað stóra FRANTS JENSEN Tá ið politiið kom á staðið, fekk hann at vita, at hvørki hann ella nakar annar mátti búgva inni í húsinum og sostatt bert úti á tjaldingarøkinum. Hetta var hann ikki vitandi um. Trupuleikin varð loystur á tann hátt, at politistarnir koyrdu hann niðan í Skemmuna, har hann keypti sær eitt tjald. Síðani varð hann koyrdur oman aftur á tjaldingarøkið, har politistarnir hjálptu honum at seta tjaldið upp. FRANTS@SOSIALURIN.FO Løgreglan hjálpti útlendingi at keypa tjald Í gjáramorgunin fekk politiið eina fráboðan um, at ein útlendingur búði inni í húsinum á tjaldingarøkinum í Havn