hósdagur 1. august 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019
SOSIALURIN 87
30
TRÓNDUR ARGE
S
unnudagin og mána
dagin verður 17. umfari í
Betri deildini hjá monn
um. Tríggir dystir verða
sunnudagin klokkan 15, meðan
dystirnir hjá HB og KÍ eru fluttir
til mánakvøldið vegna luttøku í
Europa League.
Fýra av fimm teimum stóru
møtast. Víkingur spælir móti
NSÍ, og HB spælir móti B36. Tað
fimta av teimum stóru er KÍ.
Klaksvíkingar spæla í Fuglafirði
móti ÍF. Greiðir KÍ sín setning í
Fløtugerði, so er longu givið, at
minst tvey av teimum stóru ikki
fáa fult. Tí kann hetta blíva eitt
gott umfar fyri KÍ.
Leikbann órógvar
– KÍ kærir
Í KÍ órógvar leikbannið, sum
Deni Pavlovic fekk fyri at
stúta Ken Fagerberg í seiansta
dystinum fyri summarsteðgin.
Kappingarnevndin hjá Fótbólts
sambandinum hevur givið serb
iska miðverjanum seks dystir
leikbann.
KÍ kærdi fyrst avgerðina til
Aganevndina, men fekk ikki
viðhald. Fyrr í vikuni skrivaði
heimasíðan hjá Fótbóltssam
bandinum soleiðis:
“Aganevndin hjá FSF hevur
staðfest avgerðina hjá Kapp
ingarnevndini, í samband við
longdina av leikbanninum, ið KÍ-
spælarin, Deni Pavlovíc fekk fyri
reyða kortið í dystinum móti TB
Aganevndin hevur stað
fest avgerðina hjá Kappingar
nevndini, um at Deni Pavlovic
skal hava seks dystir leikbann
fyri reyða kortið, ið hann fekk
móti TB
Tá TB og KÍ spældu lands
kappingardyst á jóansøku, fekk
KÍ-spælarin, Deni Pavlovic reytt
kort í 86. minutti. Reyða kortið
varð givið fyri at Deni Pavlovic
tilætlað stútaði ein TB-spælara
í høvdið, uttan at bólturin var í
spæl teirra millum.
Kappingarnevndin hjá FSF
gav síðani Deni Pavlovic seks
dystir leikbann. Men KÍ kærdi
longdina av leikbanninum til
Aganevndina, sum nú hevur
viðgjørt málið. Og Aganevndin
staðfestir avgerðina hjá Kapp
ingarnevndini, um at Deni Pav
lovic skal hava seks dystir leik
bann.
KÍ hevur heimild at kæra
avgerðina hjá Aganevndini til
Yvirkærunevndina. Hetta skal
gerast innan fimm dagar, eftir
at felagið er blivið kunnað um
avgerðina hjá Aganevndini.”
Tummas Lervig, formaður
í KÍ, sigur við Sosialin at KÍ
hevur kært víðari til Yvirkæru
nevndina.
-Vit hava kært víðari til Yvir
kærunevndina. Vit meta, at leik
bannið skal verða styttri. Hann
hevur fingið harðastu revs
ingina, men ongin hevur fingið
mein av hendingini. Tí halda vit,
at revsingin er hørð. Vit høvdu
væntað eitt longri leikbann enn
tveir dystir, men seks dystir er
ov nógv, sigur Tummas Lervig.
Víkingur-NSÍ
(Beinleiðis á FM1)
Sunnudagin klokkan 15.00
DÓMARI: EILER RASMUSSEN
Víkingur liggur framvegis á
odda í landskappingini, men
nú er tað meiri tekniskt, tí liðið
hevur spælt 16 dystir, meðan eitt
nú KÍ og mótstøðuliðið sunnu
dagin, NSÍ, hava spælt 14 dystir
og hava trý stig færri.
Víkingur er byrjað av
nýggjum og tað merk
ist á breiddini. Á ólav
søku var ongin Sølvi
Vatnhamar og tað
ger stóran mun. Ár
sins spælari í 2016
og 2017 er týdn
i n g a r m i k l a s t i
spælari á liðnum.
Víkingur hevur
torført við at
skapa nakað í 2-1
ósigrinum fyri B36.
Verður
hann
ikki við móti NSÍ,
so er tað til stóran
mun fyri gestirnar úr
Runavík. NSÍ hevur Øss
ur Dalbúð tøkan aftur,
men Jóhan Troest Davidsen
situr yvir við leikbanni.
Víkingur kemur helst at
líkjast sær sjálvum við einum
verjukendum útgangsstøði. So
er spurningurin um NSÍ klárar
at bróta tað niður.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-1
Skála-AB
Sunnudagin klokkan 15.00
DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN
Heimaliðið heldur fram við at
vinna á teimum lítlu, men hevur
torført við at fylgja teimum
stóru. Støðan í felagnum er
stabil. Bara Edvin Jakobsen er
skaddur. Skála vann 2-1 í evstu
løtu á ÍF, sum hevur tað torført
í ár. Hesa ferð er
mótstøðuliðið AB, ið hevur tað
eins torført á stigatalvuni.
Argjamenn verða uttan
Leiv H. Joensen, meðan Søren
Samuelsen er ivasamur.
Tí er líkt til, at Bárður Olsen
verður aftur í miðverjuni, meðan
spurningurin er um hann fær
nýggjan mann við síðuna av
sær. AB vísti eisini, at liðið hevur
trupult við at skora, sjálvt um
teir koma ti málmøguleikar.
Her bendir nógv á, at Skála
er ein Skála og vinnur á einum
botnliði.
SOSIALURIN TIPPAR: 2-1
EB/Streymur-TB
Sunnudagin klokkan 15.00
DÓMARI: DAGFINN FORNÁ
Sundalagsmenn vunnu sær
týdningarmikið stig á Argjum
undan ólavsøkuni. Vit javn
leikinum heldur EB/Streymur
Ikki við: Høður Tórsson (økslin,
3-4 vikur), Jógvan Jóhannesarson
(knæið, restina av árinum), Heðin
Stenberg (knæið, mánaðir),
Leivur H. Joensen (knæið,
óvist), Jákup Pauli Breckmann
(lærkrikin, 2-4 vikur)
Ivasamur: Sørin Samuelsen
(eygað)
Ikki við: Róaldur Jakobsen
skaddur (fótlið, langtíðarskaði),
Erlendur Magnusson (slitið
krossband, langtíðarskaði)
Ivasamur: Símun Rógvi Hansen
Við aftur: Erling Dávidsson
(leikbann)
Ikki við: Gestur B. Dam (leikbann,
4 gul), Magnus Janskor (reytt
kort), Andras Olsen (krossband,
restina av árinum), Jóhannes
Hansen (krossband, restina av
árinum), Leif Niclasen (fótur,
vikur)
Ivasamur: Arnbjørn Hansen
Við aftur: Poul G. Olsen (leikbann,
4 gul)
Ikki við: Símun Samuelsen
(leikbann, 7 gul)
Ivasamur: Andreas Breimyr
(økslin)
*HB spælir eftir pentstart í
Europa League
Ikki við: Óli Ey. Poulsen (undir
skurð), Deni Pavlovic (leikbann,
6 dystir)
Ivasamir: Jonn Johannesen og
Meinhard P. Joensen
*KÍ spælir eftir prentstart móti
FC Luzern í Europa League
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
AB
EB/STREYMUR
KÍ
ÍTRÓTTUR
Upptakt 17. umfar:
KÍ kann blíva heilt stóri vinnarin á vøllinum hetta umfarið, men
eitt langt leikbann órógvar í verjupartinum. – Vit hava kært
leikbannið hjá Deni Pavlovic, sigur formaðurin í KÍ, Tummas Lervig
KÍ KÆRIR LEIKBANNIÐ
HJÁ DENI PAVLOVIC