Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-01, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. august 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. AUGUST 2019 SOSIALURIN 87 32 A ftur í ár bjóðaði Miðla­húsið fólki á ólavsøku undir­hald og tón­leika­fram­ førslur í Vágsbotni. Hetta er bliv­ ið afturvendandi tiltak, sum sera stór undirtøka er fyri. Nakað seinkað kom tiltakið í gongd eftir klokkan hálvgum ellivu, og tá ið fyrsti tónin um­ síð­ir var spældur, var bein­an­ veg­in samband millum pallin og stóru áhoyrarafjøldina. Vágbingurin Ingi Poulsen legði fyri, og tað var sjón fyri søgn, at hann er vorðin ein nýggjur darling í føroyskum popp­tónleiki. Hann spældi eitt nú »Tann fittasta«, sum er ein veru­lig føroysk landaplága. Ingi skapti eina góða og hugnaliga – ja, eina fitta – løtu í Vágsbotni. Hilmar Jan Hansen og Bill Justinussen stóðu fyri undirhaldinum í ár, og teir eru sum tiknir úr leikum. Teir hermdu eftir einari lang­ari røð av almennum per­són­ um, og teir høvdu eisini fing­ið tveir av mest aktuellu per­són­ unum og hendingunum við –  ólavsøkugudstænastuna hjá hvalbiarpresti og ólav­søku­ røðuna hjá løgmanni. Hilmar Jan og Bill vóru framúr. Tiltakið endaði við fram­úr­ skar­andi framførslu við Niclas Hera Jákupsson og hansara monn­um. Teir spældu tvey av størstu popphittunum í Før­oy­ um, »Pápi tín býr ein í Tórs­havn« og »Grøv nummar 13«, og fólk sungu við frá fyrsta til seinasta orð. Tá ið Niclas Heri byrjaði fram­førsluna, spurdi hann skemt­andi, um kórið hjá honum var klárt, og tey túsundtals fólk­ ini í Vágsbotni vóru til reiðar –  hetta stóra ólavsøkukórið hevði ikki fyri neyðini at venja frammanundan, tey sungu bara av lívsins kreftum. Hetta var vorð­ið sum syngið-við løta. Miðlahúsið hevur øll árini lagt dent á, at tiltakið á ólavsøku er føroyskt tiltak. Í Føroyum eru nógv talent – bæði at syngja og skemta – og tey eiga pallin. Hesa­ferð var talan um eina ta sterk­astu skránna nakrantíð –  og næsta ár er ætlanin at endurtaka tiltakið. LÁTUR OG SANGUR Í VÁGSBOTNI Ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsinum gav stóru áskoðarafjøldini skemtiligt undirhald og skapti hugnaliga syngið-við løtu Umbering Ólavsøkutiltakið hjá Miðlahúsið varð einar 40 minuttir seinkað. Orsøkin var, at ein kaðal, sum skuldi senda ljóðið frá ljóðførunum og mikrofonunum á pallinum til ljóðpultin niðri á vegnum og haðani víðari út í hátalararnar, gekk fyri. Hetta er ein serligur kaðal, og neyðugt var at fara á goymslu úti í býnum at fáa nýggjan. Hetta skapti seinkingar, og tað var sera óheppið fyri bæði tiltak og áskoðarar. Vit eru sera fegin um, at so nógv fólk møta til tiltakið ár eftir ár, og vit harmast, at alt ikki gekk eftir vild hesaferð. Vit vilja biðja um umbering fyri, at tiltakið var seinkað. Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum MYNDIR: JENS KRISTIAN VANG