Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. august 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Sosialurin Mánadagur 5. august 2019 · Nr. 88 Men uppskriftirnar vóru ymiskar, tá ið gestirnir í gjár fóru við sigrunum í øllum trimum dystunum Jóannes Hansen Sinniligt yvirskot og kropslig styrki og úthaldni vísa seg í fótbólti og ítrótti yvirhøvur at vera gull verd. NSÍ vandi í vetur – bæði fyri og eftir jól – meiri enn nakr­an­ tíð áður. Í gjár sást enn eina­ ferð, at sovorðin íløga ber av­ kast við sær. Tá ið Eiler Ras­mussen bríkslaði fyri hálv­ leiki, vísti talvan 2-0 til Víking. Tað hevur oftast víst seg at verið so trivalig leiðsla hjá heima­liðnum í Sarpu­gerði, at gestirnir ikki hava megnað at reisa seg og tí eru farnir krøktir úr Gøtu. Soleiðis var tað ikki ígjár. NSÍ avrikið í seinna hálvleiki var staðfesting av, at gestirnir eru væl betri fyri, enn heima­ liðið í Sarpugerði er tað. Krops­ lig styrki og kropsligt úthaldni eru grundarlag undir sjálvs­ áliti og sinniligum yvirskoti, og tað bar fram ímóti dyst­ar­ enda støð­ugt trýst við sær ímóti heima­mál­in­um og at enda sigursmálið og øll stigini. NSÍ er topplið, hóast teir gulu hava spælt tveir dystir færri enn Víkingur og ein dyst færri enn HB. At NSÍ er fremst í bestu deildini og í næstbestu deildini og í FM bólkinum í U-21 kappingini und­irstrikar dyggiliga, at fótbólturin hevur tað heilt gott í Runavíkar kommunu. NSÍ hevur einaferð vunnið FM – í 2007 – og NSÍ hevur einaferð vunnið løg­mans­ steypið – í 2002. NSÍ hevur ongantíð vunnið greipuna. Tað eru fram­vegis møguleikar fyri, at tað skal verða veruleiki í ár, sum ongantíð áður hevur verið. NSÍ er í steypafinaluni ímóti HB, og NSÍ telist í løtuni millum størstu fav­oritt­arnar at vinna FM. Oyggjauppgerðin ímóti ÍF um tíggju dagar kann ikki met­ast annað enn avgreiðsluspurningur. Sunnudagin verður undanfram­førsl­an av finaluni, tá ið NSÍ fær vitjan av HB. Um tað um eina lítla viku fer at eydn­ast heimaliðnum við Løkin at vinna fulla úrtøku, verður fjarstøðan aftur til HB í hvussu so er fimm stig og kanska meiri enn so. Tað valdast um, hvussu tað fer at hilnast hjá HB í grannauppgerðini ímóti B36 íkvøld. Um HB vinnur í kvøld og aftur í Runa­vík verða meistararnir væl við í kapp­ ing­ini. Um B36 vinnur fulla úrtøku í kvøld, so er góður møguleiki fyri styrktari støðu hjá árstalsfelagnum næstu vik­urnar, tí nú bíða EB/ Streymur, TB, AB og Skála. At tað gongst so væl hjá NSÍ og B36 ber við sær, at trýstið økist á bæði Víking og KÍ, sum fríggjakvøldið og á summ­ar­ festivalinum hittast í Klaksvík. KÍ hevur spælt ein dyst færri enn NSÍ og má í løtuni og saman við B36 at vera fremsti avbjóðarin hjá oddaliðnum. Um klaksvíkingur skulu hugsa um at hanga í, so verður neyðugt at vinna fulla úrtøku í hesi vikuni – í kvøld í Fuglafirði og fríggjakvøldið á heimavølli ímóti teimum úr Gøtu og Leirvík. Tað eru trý stig frá toppliðnum og aft­ur til fimta pláss. So tætt og spennandi hev­ur tað ongantíð áður verið. TB í nýggjari útgávu EB/Streymur – TB 0-2 TB fór í góð­veðrinum seinnapartin í gjár av Eiði við 2-0 sigri. Heimaliðið var meiri á bóltinum, men tað gekk ikki væl hjá EB/ Streymamonnunum at spæla seg til upplagdar mál­møgu­ leikar. Tólv minuttir und­an leikloki og nakrar min­uttir eftir, at miðvallarin John Villi Leo Wøldike hevði økt um TB leiðsluna til 2-0, varð Arn­bjørn Hansen skiftur inn í vónini um, at hann fór at verða bjargingar­mað­ur­in, men tað segði tað sama. EB/Streymur tapti 2-0, og nú er tað bara eitt stig aftur til pláss undir strik­uni: -Vit kunnu ikki renna undan veru­leikanum. Tað kann gott vera, at vit høvdu bóltin meiri enn TB, men vit megn­aðu ikki at spæla okkum til upp­lagda málmøguleikan, og TB skoraði tvey mál. Støðutalvan sigur, hvussu tað stendur til, og tað mugu vit fyrihalda okkum til. Nú mugu vit vísa rætta hugburðin, skjóta mál og vinna sigrar. Tað hava vit ikki gjørt í nógv­ar vikur, staðfestir Jákup Marin Joensen, venjari hjá EB/ Streymi. Sunnudagin eigur EB/ Streymur úti­dyst ímóti B36, sum er á aldu­kamb­inum. Ndende Adama Guéye legði TB framum eftir deyðbólt. Tá var eitt korter farið, og fyritreytirnar hjá TB vórðu upp­aftur betri at halda tætt í verjuni og dúva upp á møguleikan at fáa mál í skjót­um mótálopi. Tað eydnaðist, tá ið John Villi Wøldike, sum við frísparki legði upp til fyrra málið, økti til 2-0. Tá var tað Rógvi Joen­sen, sum við frísparki átti uppleggið. Fyrrverandi liðformaðurin, Rógvi Joen­sen, er heima í summarfrí og var fyri fyrstu ferð í ár á TB liðnum. Martin Tausen og Eirikur M. Ellend­ersen vóru fyri fyrstu ferð í hesum umfarinum við, tá ið TB á ólavsøku tapti 3-0 ímóti HB. Umframt veteranin Bárð Dimon, sum var eykamálverji, vóru tað bara tríggir eyk­menn, sum allir vórðu skiftir inn. Onkrir lyklaspælarar – eitt nú Ivan Ivan­ovic – vóru ikki við. TB er á sjeynda plássi við 18 stigum. Skála er á sætta plássi við 21 stig­um. TB hevur við heima­sigri ímóti Skála sunnu­ dagin møguleika at vinna seg fram til eins nógv stig, sum Skála hevur. Í miðverjuni vóru í gjár Ndende og liðformaðurin Poul Ingason, sum er væl nøgdur við avrikið og sigurin: -Tað var tilvitað, at vit ikki løgdu so nógv fyri í fram­ rættaða partinum, og at tað ráddi um at halda teimum frá at vinna seg til málmøguleikar. Sum seinni hálv­leikur leið, og vit framvegis vóru framm­ anfyri 1-0, noyddust teir at leggja meiri fyri í álopinum. Tað bar við sær, at vit høvdu nógvar málmøguleikar í seinna hálvleiki, tá ið tað eydn­ aðist at økja um leiðsluna. Nú gleða vit okkum at fáa Skála á vitjan við Stórá, sigur TB lið­formaðurin Poul Inga­ son. Loksins skein sólin á AB Skála – AB 0-1 Fyri aðru ferð í ár og fyri fyrstu ferð síðani 17. mars fór AB av vøllinum við fullari úr­ tøku. 1-0 sigurin ber við sær, at AB nú er trý stig frammanfyri ÍF, ið er aftast, og eitt stig aftanfyri EB/Streym. Skála avrikið var ikki soleiðis, sum skálamenn ofta fyrr í ár hava víst. Tað var ikki tann friður og tað hugflog yvir spælinum, sum Skála fyrr í ár ofta vísti. Tað vóru fleiri støður, men málmøgu­leik­arnir kundu teljast á aðrari hondini. Argjamenn vóru raskir. Bárður Olsen var í miðverjuni HEIMAVØLLUR EINGIN FYRIM