mánadagur 5. august 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. august 2019 · Nr. 88
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge - Sarpugerði
Hetta er søgan um fótbólts
dystin við tveimum hálvleikum.
Tað hava allir fótbóltsdystir,
men til tíðir kann ein spyrja seg
sjálvan hvat spælararnir gera í
hálvleikinum, tí alt broytist
eftir stutta steðgin.
Soleiðis er í Sarpugerði, tá
Víkingur og NSÍ fara til hálv
leiks í gjár.
Sølvi Vatnhamar og Víkingur
eru omaná og hava skorað tvær
ferðir, men í seinna hálvleiki er
alt hamskift. NSÍ er omaná og
megnar enntá at skjóta trý mál,
og leggja seg á odda í lands
kappingini.
– Tað kennist gott at vinna
útidystir móti liðum sum Vík
ingi, At vinna torførar dystir á
útivølli, sum vit annars høvdu
verið fegnir um at fingið eitt
stig úr, er framúr gott, sigur Búi
Egilsson.
NSÍ hevur fyribils lagt seg á
odda í Betri deildini hjá monn
um.
Sølvi í stórformi
Stóra ivamálið undan dystinum
er, um Sølvi Vatnhamar er við.
Tað var stórur saknur í honum
til dystin móti B36 á ólavsøku,
tá eitt tamt Víkinga-lið tapti 2-1.
Í sólini í Sarpugerði er Sølvi
Vatnhamar ein av teimum
ellivu, ið hitar upp. Landsliðs
miðvallarin hevur brotið eitt
bein í alboganum, men er klár
ur.
NSÍ er uttan Jóhan Troest
Davidsen í miðverjuni, tí hann
hevur leikbann. Ein onnur
broyting er, at Jann Benjamin
sen er á vinstra bakki.
Pætur Hentze er langtíðar
skaddur, meðan Einar Tróndar
gjógv júst er byrjaður aftur. Tí
fær Jann Benjaminsen møgu
leikan.
Víkingur er klárt omaná
í fyrra hálvleiki. Dysturin er
bara sjey minuttir gamal, tá
Sølvi Vatnhamar við uttari
síðu av høgra fóti sendir bóltin
í málið .
Heimaliði heldur fram við
at hótta. Tá ein hálvur tími er
spældur er Sølvi aftur á rætta
stað. Elias Lervig vinnur bóltin
í høgru og leggur eitt flatt inn
legg innfyri. Adeshina Lawal er
fyrstu á, men letur bóltin fara
millum beinini til Sølva Vatn
hamar, sum skorar úr tíggju
metrum.
Víkingur hevur dystin júst
har, sum teir ynskja. NSÍ skal
leypa á og Víkingur kann nú
lúra upp á mótálop – men tað
gongur galið.
NSÍ svarar aftur
Seinni hálvleikur er bara tveir
minuttir gamal, tá Peder Ners
veen brádliga fluktar til ein
bólt úr 25 metrum. Bólturin fer
beina leið í nærmara málhorn.
Eitt framúr vakurt mál.
-Hann hevur eitt hart og gott
skot. Og hatta skotið sat ”lige i
øjet”, sigur Búi Egilsson.
Nú kemur av álvara lív í
spælið hjá NSÍ. Serliga í vinstru
síðu, har Jann Benjaminsen
roynist væl á vinstra bakkinum
við sínum høgra beini.
Hann
sendir
fleiri
bóltar innfyri. Tann
eini
av
teimum
endar hjá innskifta
Øssuri
Dalbúð,
ið stútar bóltin
innfyri aftur. Har
stendur Klæmint
A. Olsen á rætta
stað og skorar
sítt 17. mál í lands
kappingini í ár.
-Vit blíva trýstir
og makta ikki at
koma fram á vøllin.
Vit hava ikki tvær
samanhangandi
av
leveringar og missa bóltin
ov lætt, sigur Sámal Erik
Hentze, venjari hjá Víkingi.
Víkingur mátti eisini skifta
Sølva Vatnhamar út, eftir at
hann bleiv taklaður av Oddi
Højgaard.
Averandi løtan
Eftir útjavnandi málið vil
Víkingur meir, enn tá teir eru
á odda. Andreas Lava Olsen
kemur inn, men tað er fram
vegis NSÍ, sum situr á dysti
num.
Í seinasta minuttinum klárar
Víkingur ikki at standa ímóti.
Bárður J. Hansen kastar langt
innkast úr høgru. Tað endar við
at bólturin verður sparkaður
upp í loft. Inni í fimm-metrin
um er vágbingurin í NSÍ, Búi
Egilsson, fyrstur á og sendir
bóltin í málið.
-Vit hava nógvar deyðar
bóltar og hatta var ein av
t e i m u m .
Bólturin fer himmalhøgt og
eg royni bara at lesa hvar
hann dettur niður. So leypi eg
í rúgvuna og hann dettur fyri
føturnar, sigur Búi Egilsson.
Tað er stór gleði millum teir
gulu og svørtu kringt vøllin,
meðan lagið er avbera ringt á
heimamonnunum.
Rokaligur endi
Tað gerst rokaligt seinastu
minuttirnar.
Fyrst
verður
hjálparvenjarin hjá NSÍ, Jens
Martin Knudsen, burturvístur,
eftir at hann órógvar eina
støðu, har Vikingur skal seta
spælið í gongd beint uttanfyri
bonkin hjá NSÍ.
Í
seinasta
minuttinum
av
yvirtíðini
vil Víkingur hava
brotsspark, men Eiler
Rasmussen
velur
heldur
at bríksla dystin av. Fleiri
Víkingar eru í øðini og var
Eiler í ringa lagnum, so kundu
fleiri teirra fingið leikbann fyri
atburðin ta løtuna.
-Tað er nokk meiri kontrast
urin millum at hava verið á
odda 2-0, og so hava tapt 3-2.
Soleiðis vil tað verða í fótbólti,
sigur
Sámal
Erik
Hentze,
venjari hjá Víkingi.
Við sigrinum hevur NSÍ
vunnið upp á fyrsta plássið.
NSÍ hevur nú vunnið fýra teir
seinastu dystirnar í lands
kappingini í Sarpugerði – tað
var ikki gamalt!
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
NSÍ vann aftur í Gøtu:
BÚI: EIN GÓÐ KENSLA
NSÍ liggur nú nummar eitt við tveimum dystum færri enn
Víkingur og HB. - Hetta er ein góð kensla. Vit vinna dystir
móti hinum toppliðunum. Tú hugsar kanska meiri at vinna
heimadystirnar, og fáa eitt stig á útivølli sum vit gjørdu
móti B36 seinast. Men vit rokna ikki stigini í dystunum
sum mangla. Tey skulu vit hava fyrst, sigur Búi Egilsson.
Víkingur og Sølvi Vatnhamar eru greitt omaná í fyrra hálvleiki, men vit
trimum málum í seinna hálvleiki vinnur NSÍ aftur í Gøtu. – Tað kennist
gott at vinna útidystir móti liðum sum Víkingi, sigur Búi Egilsson
NÚ ER NSÍ
NUMMAR EITT